Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 129 - 9. juli 2007 Síðan nógva regnið hóskvøldið hevði tað verið turt í Roskilde, heilt til Boys In A Band høvdu spælt hálvt annað lag. Tá fór at oysregna, og regnið hevði við sær, at teltið fyltist við krokandi gestum Roskilde Festival Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Boys In A Band megnaði leygardagin nakað, ið heilt fáir føroyingar hava gjørt áður, at sleppa á almennu skránna fyri Roskilde Festi­ valin, og spæla á sjálvum festivalinum, í mun til juniorpallin. Har fleiri før­ oysk nøvn hava verið at sæð seinastu árini. Fyri lim­ irnar í bólkinum var hetta ein dreymur, ið gjørdist veruleiki. Ljómborðsleikar­ in Heri Schwartz Jacobsen, greiddi okkum eftir fram­ førsluna frá, at allir limirnir áður høvdu vitjað festivalin, og at tað kendist ótrúliga gott at standa á pallinum her. Hetta var sangarin Pæt­ ur Zachariassen samdur í: ­ Eg haldi ongantíð áður, at eg havi uppliva so góðan energi frá fólki, sum her. Hatta var ótrúliga feitt, segði Pætur millum eina autograf og ein muss, tí karismatiski sangarin var ein nógv umbiðin maður serliga millum kvinnuligu festivalgestirnar eftir kon­ sertina. Regnið rak fólk á konsert Boys In A Bandhøvdu savn­ að eitt sindur av fólki í Pavillion teltinum, har bólk­ urin spældi, tá teir fóru á pall klokkan 16 leygardagin. Rættiliga fitt av fólkinum vóru føroyingar, men eisini onnur vóru komin at hoyra bólkin, sum hevur verið rættiliga jaliga umrøddur í donskum miðlum eftir framførsluna á Atlantic Music Event í vár. Men bólkurin hevði ikki spælt leingi, tá tað fór at oysregna, festivalgestirnir, sum á tí nú rættiliga turra festivaløki­ num høvdu latið regnklæðini ligið eftir í teltinum skund­ aðu sær inn undir teltdúk­ arnar við pallarnar, tí fyltist telti rættiliga nógv, og Boys In A Band spældu knappliga fyri eini stórari mannfjøld. Vunnu nýggjar fjepparar Tað eydnaðist rættiliga væl bólkinum, at fáa lív í fólkið, og at døma eftir stóru bíði­ røðunum at fáa autografir, keypa demofløgur, t­troygg­ ur, langar undirbuksur ella gummistivlar, alt við Boys In A Band prentaðum á sær, so vann eysturoyarbólkurin sær nógvar nýggjar fjeppar­ ar á festivalinum. Konsertin var sum heild góð, hóast bólkurin onkun­ tíð hevur spælt betur, og ser­ liga sangarin Pætur Zacha­ riassen tyktist eitt sindur hásur í støðum. Tann van­ liga orkan var tó har, og hetta er so týdningarmikil partur av teirra úttrykki. Fólk var rættiliga væl við, og ein ung donsk genta, ið var komin inn úr regninum stóð við stórum eygum og spurdi, hvør hatta var, sum spældi, áðrenn hon og vin­ konan runnu fram ímóti pallinum. Nýggj spennandi løg Fleiri nýggj løg vóru á skránni, og boða tey frá, at bólkurin hevur meira uppá seg, enn peppaða Franz Ferdinand rokkin, ið vit kenna teir fyri. Ljóðið kundi verið betur, og tað bleiv tað eisini undir kon­ sertini, tó tyktist ljóðmað­ urin dekan ov leitandi í teimum ymisku løgunum, og tað er upp á tíðina, at Boys In A Band fáa sær egnan ljóðmann. Pavillion pallurin er sami pallur, sum varð nýttur til Pavillion Junior, áðrenn festivalskráin alment lat upp, og sostatt sami pallur, sum Høgni Lis­ berg spældi á mánadagin. Í míni frásøgn av teirri kon­ sertini, fanst eg at, at ljóðið var somikið spakuligt, og hetta var eisini galdandi meðan Boys In A Band spældu, og eg ivist ikki í, at uppaftur betur lív hevði ver­ ið í, um decibellini vóru fleiri. Regnið spældi við Boys In A Band Boys In A Band kendu seg væl á pallinum í Roskilde mynd: Niels Uni Dam Beint eftir, at Boys In A Band vóru farnir á pallin byrjaði tað at regna mynd: Niels Uni Dam Eftir konsertina skrivaðu bólkalimirnir autografir og mussaðu fjepparar mynd: Niels Uni Dam tíðindi