mánadagur 9. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2007
11
tíðindi
Stutt Sagt
Ætlaði frá
Tony Blair ætlaði at leggja
frá sær fyri fimm árum
síðani, tí alt fleiri bretar
vendu honum bakið. Tað
segði fyrrverandi ráðgevin
hjá Blair, Alastair Camp
bell, í gjár. Sambært
Campbell skal Blair hava
sagt, at hann ætlaði sær
ikki at vera forsætis
ráðharri meiri enn tvey
valskeið, og tí ætlaði hann
at leggja frá sær. Fyrr
verandi ráðgevin hjá Blair
skrivaði dagbók, og hon
er nú komin út sum bók
við
heitinum
"Blair
árini".
Eingin fær
grið
Í mong ár hevur tað verið
siður
í
Fraklandi,
at
forsetin veitir nøkrum
túsund
fangum
grið
tjóðardagin 14. juli, men
nú hevur Nicolas Sarkozy,
forseti,
kunngjørt,
at
soleiðis verður tað ikki í
ár. Við blaðið Journal du
Dimanche sigur forsetin,
at hann hevur fingið
áheitan um at kanna
viðurskiftini hjá 3.000 av
teimum 61.000 fangunum
í Fraklandi. Men teir
kunnu eins væl fyrireika
seg til at verða verandi í
fongsli, skrivar blaðið.
Tjóðardagin í fjør veitti
táverandi forsetin, Jacques
Chirac,
3.500
fangum
grið.
Skifta
gjaldoyra
Nú er so lítið skil á
búskapinum í Zimbabwe,
at myndugleikarnir ætla
at
sleppa
landsins
gjaldoyra,
zimbabwiska
dollaranum, og at brúka
tann
suðurafrikanska
randin ístaðin fyri. Hann
er frammanundan gjald
oyra í Namibia, Lesotho
og Swazilandi umframt í
Suðurafrikia. Gjaldoyra
skiftið er partur av einari
ætlan, sum skal bjarga
búskapinum í Zimbabwe,
har inflasjónin liggur um
5000 prosent, skrivar The
Independent.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Stríðið ímóti víðgongdum islamistum kann
taka 15 ár, og tað eiga vit at fyrireika okkum til
(Alan West, trygdarráðharri)
útlond
Trý ára gamla
Margaret Hill, sum
varð burturflutt
seinasta hósdag, varð
latin leys í gjárkvøldið
Margaret Hill bleiv burtur
flutt, tá hon var á veg í skúla
í nigeriska býnum Port
Harcourt.
Burturflytingar
eru rættiliga vanligar í
Nigeria,
og
tey
bæði
seinastu árini eru meiri enn
200 útlendskir oljuarbeiðs
menn burturfluttir. Í flestu
førum eru teir slopnir leysir
ímóti loysigjaldi.
Tað er tó sjáldan, at børn
verða rænd, og sambært
pápa Margaret, Mike Hill,
sum
er
breti,
fingu
burturflytararnir
heldur
ongar pengar í loysigjaldi.
Tað
var
trýstið
frá
fólkinum, sum gjørdi, at
teir lótu Margaret leysa,
segði Mike Hill við Sky
News í gjárkvøldið. Hann
segði, at burturflytararnir
høvdu lata gentuna leysa í
býnum Ogbakiri eftir avtalu
við nigerisku trygdartænast
una. Nigerisku myndug
leikarnir váttaðu seinni, at
eingin er tikin í sambandi
við burturflytingina.
Sambært
Sky
News
høvdu
burturflytararnir
havt Margaret í einari
smáttu
einastaðni
í
skóginum.
Mamma Margaret, Olu
chi Hill, sum er nigeri,
segði í gjár, at burtur
flytararnir høvdu hótt við at
beina fyri gentuni, fingu
teir ikki loysigjald fyri
hana.
Margaret Hill
Margaret latin leys
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð fara
londini í Arabisku
Samgonguni at senda
umboð til Ísraels
Á ferðini skulu tey arabisku
umboðini tosa við ísraelskar
myndugleikar
um
eitt
arabiskt friðaruppskot, sum
er ætlað at styrkja støðuna
hjá palestinska forsetanum,
Mahmoud Abbas, skrivar
Reuters.
Harumframt skulu um
boðini eisini umrøða, hvat
skal gerast við Hamas og
aðrar víðgongdar rørslur,
sum hótta friðin í øllum
Miðeystri.
Arabiska Samgongan og
Ísrael hava verið fíggindar,
men gongdin í seinastuni
hevur gjørt, at partarnir eru
komnir nærri hvør øðrum.
Eitt nú stúra bæði Ísrael og
tey 22 londini í Arabisku
Samgonguni fyri, at víð
gongdir islamistar fáa størri
og størri ávirkan, og at
Hamas hevur tikið ræðið í
Gaza.
Sjáldsamt
ferðalag
til Ísraels
Biðja irakar
fáa sær vápn
Viðurskiftini í Irak eru nú
so
ótrygg,
at
leiðandi
politikarar mæla fólki til at
útvega sær vápn, so tey
kunnu verja seg. Hetta
vikuskiftið var eitt tað mest
blóðuga
nakrantíð,
og
sambært myndugleikunum
doyðu meiri enn 220 fólk í
ymsum atsóknum. Tann
ringasta atsóknin var í
býnum Amrili, har ein
bumba kravdi umleið 150
mannalív. Útlendskir eyg
leiðarar siga, at støðan vísir,
at iraksku trygdardeildirnar
eru ikki førar fyri ar forða
álopum á sivilfólkið.