Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 129 - 9. juli 2007 Sosialurin Eitt er fyri neyðini Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í einum heimi, sum tykist yvirtikin av yvirgangi og hóttanum frá sera víðgongdum átrúnaðarligum bólkum og rørslum, gerst alt meira greitt, at trupulleikin verður ikki loystur við vápnamegi. Røturnar til yvirgang eru mentanarligar og sosialar t.e. útstoyting, fátækdømi og kúgan. Hetta vil við øðrum orðum siga, at yvirgangur fyrst og fremst er ein politiskur trupulleiki og ein slíkur trupulleiki kann sum kunnugt bert beinast burtur við politiskum loysnum. Alt fleiri vanlig fólk eins væl og statsleiðarar eru farin at gera vart við, at strategiin í stríðnum móti yvirgangi er í besta føri nyttuleys og í versta føri beinleiðis skaðilig. Støðan í Irak og í Afghanistan bert versnar og stríðið móti yvirganginum, sum verður rikið har gongur hart út yvir sivilfólkið. Besta prógvið um hetta er, at bert í Irak eru 3 milliónir fólk flýdd undan ófriði og yvirgangi. Afturat hesum kemur, at nyttuleysa stríðið kostar hópi av vesturlendskum ungdómi lívið. Her er eitt fyri neyðini, sum skrivað stendur, tað er dialogur – eitt opið og fordómsfrítt orðaskifti millum vesturheimin og islamska heimin. Fundamentalisman breiðir seg nú frá Afghanistan. til Pakistan. Pakistan er eitt sera gott dømi um, at ein politiskur trupulleiki ikki kann loysast við hermegi. USA hevur borið pakistansku stjórnina í vápnum, meðan ófriðurin veksur og fundamentalistisku kreftirnar bert vaksa í megi og undirtøku fyri hvønn dag, ið fer. Hesin dialogur má og skal byrja nú. Men tíverri er ikki nógv, sum bendir á, at vesturheimsins mætastu oddamenn eru sinnaðir at taka tann neyðuga dialogin upp við Islam. Nógv høvdu sett sítt álit á Gordon Brrown, men hann tyksit ikki vera maðurin, sum ger hol í sjógvin. Tvørturímóti hevur hann endurtikið allan retorikkin hjá Blair og tykist eins lýðin móti USA sum undanmaðurin. Tíðin vil visa, um vit mistaka okkum. Her er bert sostatt ein vón, og hon er, at USA fær eina nýggja politiska leiðslu á næsta forsetavali, sum verður um gott eitt ár – eina leiðslu, sum er sterk nokk til at taka upp tann neyðuga dialogin við islamska heimin. Eydnast hetta ikki fer tann triðja megin, Kina, avstað við heimsvaldinum og Vesturheimurin eins væl og islamski heimurin gerast við sviðið soð. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Føroysku ítróttarfólkini á Oyggjaleikunum á Rhodos hava vissuliga gjørt Føroy­ um æru og sóma úti í heimi – og hjartaliga til­ lukku við øllum teimum frálíku ítróttarúrslitunum, sum tit fingu í Oyggjaleika­ høpi ­ og vit onnur gleðast og eru stolt tykkara vegna. Og vælheimafturkomin. Men umframt at greiða frá ítróttarhendingunum á Rhodos, so helt Dimma­ lætting seg hava fatur í eini góðari søgu, um flaggølu á Rhodos við stórari mynd av niðurgjørda merki okkara hangandi á somu flaggstong niðriundir Dannebrog, júst tá leikirnir vóru um at byrja. Hesi “tíðindi” blivu enntá við­ gjørd, sum sera seriøst mál, og greitt varð lesarum blað­ sins frá, at hesi harraboð vóru komin frá sjálvari donsku sendistovuni í Athen, at so skuldi verða! Hesi ørkymlandi tíðindi vóru alt fyri eitt uppaftur­ tikin her heima í øllum landsins fjølmiðlum, sum tann vissi sannleiki! Og Høgni Hoydal var ikki seinur á sjóvarfalli­ num. Hann fór beinanvegin í fjølmiðlarnar, honum so líkt, at harmast um hend­ ingina á Rohdos, og tosaði um samleika føroyinga, sum var hóttur av hesi donsku “beistagerð”, sam­ stundis sum hann vísti á, at nú var próvfast og sjónligt fyri øllum, hvussu uttanríkisheimildarlógin h já Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, endaliga hevði forkomið øllum føroyskum rættindum uttanlands við hasi svaduni um “Konge­ riget Danmark forsåvidt angår Færøerne”, so har var onki annað úrslit at vænta.... So nú var at smíða, meðan jarnið var heitt – ein flagggøla er altíð góð bót í nationalu súpanina hjá honum, nú annars er ógvuliga soltið í allar aðrar mátar politiskt hjá Høgna, og hann legðist ikki á boð­ ini! Høgni fór heilt í sjálv­ sving, hann setti málið upp á tindarnar, fyrst harmasøg­ an í luftbornu fjølmiðlu­ num, so lesarabræv um løgmann, sum ikki hevði mótmælt á Rhodos o.s.fr. – og so onki minni enn ein fyrispurningur á fólkatingi til sjálvan uttanrí kisráðharran, Per Stig Møller, um hesa donsku “valdsmisnýtslu”, og finn­ ast skuldi fram til, hvør var komin við harraboðu­ num haðani um flagg­ ingina undir leikunum á Rhodos! Roykur og ongin grind! Málið varð kannað av løgmansskrivstovuni, og sligið var alt fyri eitt fast, m.a. av skilamanninum Árna Olafson, at ongi boð um løgnu flaggingina á Rhodos vóru komin frá nakrari ráðharrastovu úr Keypmannahavn og enn minni frá uttanríkisráð­ harranum sjálvum! Og heldur ongi boð vóru givin av ambassaduni í Athen ella danska konslinum á Rhodos hesum viðvíkjandi til hotellið, sum flaggaði við Dannebrog og Merki­ num undir hvørjum øðrum! Og niðurstøðan í hesum “harmammáli, sum hótti samleika føroyinga”, sam­ bært Høgna Hoydal, er hon, at alt málið sum tað er , er ein stór misskiljing! Ein hotellstjóri, sum als onki kennir til stjórnmála­ viðurskifti okkara og hvaðna minni til hina, “forsåvidt angår Fær­ øerne”, hevði av sínum eintingum hongt tvey fløgg upp á somu stong! Og Dimmalætting skoytir uppí, at hann gjørdi hetta eftir boðum úr Keyp­ mannahavn! Ein beinleiðis lygn, sum enn hongur í luftini, tí Dimma eins og hinir vælmannaðu føroysku fjølmiðlarnir á Rhodos syndaðu móti eini tí mest grundleggjandi fyritreytini fyri objektivum journalist­ iskum arbeiði, nevniliga at spyrja báðar partarnar í einum máli – í hesum førinum bæði ein lítið vitandi hotellstjóra, sum bjargaði sær í land við eini neyðlygn, øðrumegin, og sjálvandi donsku uttan­ ríkistænastuna, umvegis lø gmansskrivstovuna, hinum egin, fyri at lýsa tað á ein nøktandi hátt – hetta er barnalærdómur journalist­ anna! So var nevniliga onki mál og harvið ongin sonevnd flagggøla! Ein kann spyrja, um henda flagggøla er eitt slag av bestiltum arbeiði fyri ávísan flokk, sum bleiv avdúkað, sum tað reina gass og við absolutt null substansi í? Í hvussu so er, skjótt varð borið at, eftir at flaggmyndin av Rhodos var komin í Dimmu, sum kom í hæddina við fyri­ spurningi til Per Stig Møller uttanríkisráðharra. Og restina av søguni kenna vit... Hetta mál vísir einaferð enn , tíverri, hvussu stutt á leið vit eru komin, tá talan er um seriøst journalistiskt arbeiði í Føroyum. Tað vantar nógv í, at blaðfólk­ ini á Dimmu fáa gull fyri sítt arbeiði! Og mær vitandi hevur ongin enn tikið orðini aftur í seg og beinleiðis viðgingið, at hetta mál hevði onki við heimildarlógir ella donsk harraboð at gera, ússa­ ligt! Og at Høgni Hoydal, í politiskum hjálpar­ loysi, loypir so beint á bláman, sum ein onnur eltibløra, er verunliga at undrast á!? Rhodos, gull og pínligi Høgni JoHAN SAMUELSEN