mánadagur 9. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2007
15
nøvn
10. juli fyllir Óli E.
Wolles 70 ár (sonur Elspu
og Óla Wolles av Trøllanesi).
Hann varð føddur í 1937 á
Trøllanesi, er tvíburðabróð
ur við Karin á Grønastøð,
og eru tey næstsíðst í røðini
av 8 systkjum.
Aftaná 7 ára skúlagang
fór hann til skips, fyrst við
sluppini Gudrun í 1 ár, Arne
vik, Barskor og Norðlýsin
um, Atlansfarinum í 4 ár,
Havman (norskur bátur),
Norðhav, Glottanum og síð
ani Tindinum. Sum smá
drongur var hann eisini við
pápa sínum á útróðri við
bátunum Makivík og Kora
lia.
Tá ið hann hevði verið til
sjós í sløk 10 ár, fór hann
upp á land at arbeiða og flut
ti til Klaksvíkar. Hann byr
jaði í Hermetik, fór so á
Heilsøluna hjá Kjølbro at
arbeiða í 1 ár, áðrenn hann
fór at arbeiða á Flakavirkin
um hjá J/F Kjølbro, sum nú
eitur Kósin. Har arbeiddi
hann sum formaður og sum
arbeiðsmaður til 2002, tá
hann brádliga var noyddur
at gevast vegna sjúku.
Tey flestu munnu kenna
Óla sum ein raskan, arbeiðs
saman og fryntligan mann.
Honum dámar væl handaligt
arbeiði og hevur gingið
nakrar vetrar í kvøldskúlan
um til smíð og hevur tilevn
að mangt og hvat, m.a. vøg
gu og rugguhest til abba
børnini.
Hann hevur í nógv ár
gingið á fjall á Trøllanesi
og í Mikladali, raskur at flet
ta og er mangan farin út til
fólk at fletta aftaná ein
strævnan arbeiðsdag. Óli
hevur altíð dámt væl at fley
ga fugl norðuri á Nesi og
annars fáast við alt tað, sum
lívið í føðibygdini ber í
sær.
Hansara hjartamál má sig
ast at vera Stjørnan, 8 man
nafarið sum hann hevur
saman við beiggja sínum
Helga. Nógvar løtur eru far
nar til útróður og stimitúrar,
og mong munnu eisini man
gan hava fingið eitt kók frá
honum.
Ì frítíðini dámar honum
væl at hyggja eftir fótbólti,
er KÌ fjeppari og letur illa
at, tá ið tað ikki gongur so
væl. Sigur seg annars at
verða Tjóðveldismann.....
Óli er heimkærur, dámar
væl at hugna um børnini og
abbabørnini. Altíð hava tey
verið væl móttikin í Konga
ríkium og nú í Sambýlinum
á Heygnum. Heimið hevur
altíð staðið opið, og fastur
táttur hevur verið góður før
oyskur matur.
Vit vilja ynskja Óla hjar
taliga tillukku við føðingar
degnum og Harrans signing.
Vónandi fært tú ein góðan
og hugnaligan dag.
Óli Eiler Wolles 70 ár
Á sumri 1962 var 19 ára
gamla havnargentan Hjørdis
Egholm nýklaktur studentur
av síðsta studentsholdinum
á VBV úti á Skansa.
Sama summar fór Hjørdis
í starv á Tryggingarsam
bandinum – byrjunardagurin
var 9. juli 1962.
45 ár eru nú liðin, og enn
situr Hjørdis á sama palli
sum stjóra og stjórnarskriv
ari. Við so mongum árum í
skjáttuni hevur Hjørdis stó
ra vitan og royndir, ið duga
og sjálvsagt allar møguleik
ar, at geva frá sær týdningar
miklan arbeiðsførleika í
arbeiði sínum á trygging
ini.
Hesa tætt við hálvu øldina
hevur hon starvast undir 4
stjórum, Thomas Thomas
sen, Marius Thomassen,
Jens Petur Arge og núveran
di stjóri Gunnar í Liða.
Rættuliga stórar broyting
ar í tryggingarviðurskiftun
um hava verið hetta drúgva
skeið, men dugnaskapur og
framúr gott arbeiðslag og
ikki at gloyma fryntliga
medferð Hjørdisar, hevur
verið partur av tí ný og
umgerð, ið henda.
Tá innanhýsisblaðið hjá
tryggingini í 198090unum
ofta var ein hent kunnan
og vitanarblóma, var Hjørd
is í blaðstjórnini, hon skriv
aði frálíka frásøgn frá stóru
50 ára veitsluni, sum Trygg
ingarsambandið
hevði
í
1990, ið varð sera væl fagn
að.
Kanska kennir ikki allur
heimurin Hjørdis, ið vaks
upp á Abbatrøð, enn situr
hon á somu steinum á Hoy
víksvegi
22A.
Foreldur
hennara vóru Erika, f. Justi
nussen, ættað úr Leirvík, og
Affe (Alfred) Egholm, skip
ari. 6 vóru tey í systkina
flokkinum.
Hjørdis og Heðin giftust í
1966, børnini eru Elin
(1966), Ann (1968), Guðrun
(1970) og Eirikur (1975).
Barnabørnini 8 í tali.
Parturin hjá Hjørdis uttan
fyri tryggingina er ikki sørt
týðandi, á heimavølli sum
uttanlands, sum kona ÍSF
forsetans.
Ein av tættunum eru
Oyggjaleikirnir,
har
tey
bæði síðan 1989 hava verið
við í øllum Oyggjaleikunum,
og júst nú leygardagin eru
tey afturkomin av Rhodos,
heimferðin beinleiðis vardi
15 tímar í luftini.
At Hjørdis Mortensen er
fyrstadama, borgmeistara
frúa í Havn hevur ikki við
sær at hon ristir á hondum.
Týsdagin 10. juli, fyrra
part, verður samkoma á
arbeiðsplássinum á Konga
brúnni henni til heiðurs.
Hjartaliga tillukku Hjør
dis og takk fyri góð sam
starvsár. Tær og tykkum
ynskja vit alt tað besta kom
andi.
jl.
45 ára starvsdagur
á Tryggingarfelagnum Føroyar