Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 129 - 9. juli 2007 tíðindi Brúdleyp Petur Háberg petur@sosialurin.fo - Tað var ikki fyrr enn vit byrjaðu at skriva tað á papp- ír, at vit sóu sermerkta dag- in, sigur Sveinur Jákupsson, ið varð giftur við Rannvá leygardagin 07. 07. 2007 Fyri hálvum ári síðani avgjørdu Rannvá og Svein- ur, at tey skuldu giftast. Par- ið, ið eru búsitandi í Noregi við tveimum børnum, helt tíðina vera búna til stóra stigið: - Vit valdu ein tilvildarlig- an dag, sum í fyrstu atløgu ikki var 7. juli. Men av ymiskum orsøkum vóru vit noydd at flyta dato, og so endaði tað á sjeynda, sigur ný­klakti brúðgómurin. Av tilvild Spurdur um sermerkta talið, 07.07.07, hevði nakað við hesa avgerð at gera, svarar Sveinur: - Nei, slett ikki. Tað var ikki fyrr enn vit byrjaðu at skriva niður í samband við fyrireikingarnar, at vit fun- nu út av tí. So sjálvt um tað ger tað heila eitt sindur stutt- ligari, so var tað púra av til- vild. Brúðarferð við Gjógv Rannvá og Sveinur vóru tey fyrstu, ið vórðu vígd í havn- ar kirkju leygarmorgunin. Vígslan var klokkan níggju, og aftaná varð móttøka hild- in heima hjá foreldrunum hjá Sveini: - Vit høvdu ein ótrúliga góðan dag. Ein skáli varð settur upp uttan fyri húsið, har gestirnir sótu í góðveðri- num og hugnaðu sær, sigur hann. - Tá ið fólkið byrjaði at fara, og móttøkan varð lið- ug, koyrdu vit til Gjáar, har foreldrini eiga eini summar- hús. Her vera vit so í nakrar dagar, sigur hoyvíkingurin, sum gleðiligani svaraði spurningum, hóast vit óróg- vaðu hann á brúdleypsferð síni. Giftust leygardagin: Stuttligt, men púra av tilvild Kl. 10.00 Brúdleyp í Havnar kirkju 07.07.07 Kl. 11.00 Sveinur og Rannvá giftust leygardagin 07.07.07 Mynd: Sunva Lassen