mánadagur 9. juli 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2007
17
tíðindi
Kl. 13.00
Kl. 16.00
Leygardagurin var
serligur, og prestur
metir, at súmbol
virðið í sjeytalinum
er stórt. Tað skerst tó
ikki burtur, at sum
marið er háárstíð fyri
brúðarvígslur
BRÚDLEYP
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Píka sjey, tey brúdleyp,
var tað onkur, sum segði.
Jú, brúdleypini vóru nógv
í tali leygardagin, tann
sjeynda í sjeynda tjúguhund-
raðogsjey.
Prestar, embætisfólk og
borgarstjórar høvdu nógv
um at vera, og tað sama var
galdandi fyri fotografar,
hotell, blómuhandlar, mat-
stovur o.o.
Heri Joensen, prestur í
Vesturkirkjuni í Havn, var
ein av teimum føroysku
prestunum, sum hevði úr at
gera við at víga fólk, ið lov-
aðu hvørjum trúskap, til
deyðin tey skilir.
Hann heldur, at dagurin
gekk sera væl.
Heri Joensen sigur við
Sosialin, at summarið er
háárstíð fyri brúdleyp í Før-
oyum, og tí er ikki óvanligt,
at nógv brúdleyp eru. Ofta
er talan um útisetar, sum
velja at koma heim til
Føroya at giftast.
Dagurin hildin
á ymsan hátt
Hóast gravgangur hevur
verið eftir at sleppa at gift-
ast 7. juli, metir Heri Joen-
sen, at ymisk onnur viður-
skifti eisini gera, at so nógv
pør hava valt 7. juli sum
brúdleypsdag. Tað skerst tó
ikki burtur, at súmbolvirðið
í sjeytalinum er stórt, og í
hesum sambandi nevnir
prestur m.a. høvuðsdygdir-
nar, gávur andans, tær sjey
bønirnar o.s.fr.
Hóast nógv verður gjørt
burtur úr ein slíkan dag, er
misjavnt, hvussu fólk halda
dagin. Summi halda stóra
veitslu um dagin, meðan
onnur bjóða brunch, hava
móttøku ella fara uttanlands
sjálvan brúdleypsdagin á
brúdleypsferð.
07.07.07