Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 129 - 9. juli 2007 ] Brøndby einki fyri FCK-spælarar FC Keypmannhavn keypti í farnu viku tveir ungar spælarar frá donskum feløgum. Miðvallarspælarin Rasmus Wurtz úr AaB og álopsspælarin Morten Nordstrand úr FC Nordsjællan skrivaðu báðir 5-ára sáttmálar við FCK. Báðir hava eisini verið settir í samband við Brøndby, omen báðir siga, at tað kom als ikki upp á tal at skifta til Brøndby. Eriksson skal keypa stórt Sven-Gøran Eriksson fær eitt stórt kekkhefti at ráða yvir í Manchester City, ið hevur stórar ætlanir við sínum liði. Ein av spælarunum í hópinum er føroyingurin Christian Restorff Mouritesen, men hann kann rokna við stórari kapping um plássini í 1. liðshópinum. Umboðsmaðurin Jerome Anderson sigur, at Eriksson kann draga kendar spælarar til City, og tað er ikki spurningurin, um nakar stórspælari kemur til felagið, men heldur nær onkur kemur. Eftir at hava havt yvir­ vág í fyrra hálvleiki, punkteraði AB hin­ umegin steðgin. Ein málperla og eitt mál í yvirtíðini var nóg mikið hjá skálamon­ num, ið tóku øll trý stigini av Argjum sun­ nudagin Fótbóltur Petur H. Jacobsen peturhaberg@gmail.com Við rygginum móti múrin- um tók AB ímóti Skála á Argjum. Fyrsta árið í For- muladeildini hevur ikki hiln- ast eins væl, og argjamenn høvdu ynskt, og vánaliga avrikið í Klaksvík miku- kvøldið var bert ein staðfest- ing av hesum sama. Skála hevur ikki heilt funnið sítt eyðkenda skjóta spæl fram hetta kappingar- árið. Og skuldu teir gera sær nakrar vónir um at slep- pa uttanlands at spæla í næs- ta ár, so var neyðugt hjá teimum appilsingulu at vin- na sunnudagin. AB setti seg á dystin Men tað vóru argjamenn, ið løgdu best fyri. Teir settu seg á dystin beinanvegin, og tað sást, at AB hevði ong- ar ætlanir at geva gestunum trý stig heim við aftur. Bólt- urin varð fluttur skjótt runt, og trýst varð lagt á Skála, so skjótt teir høvdu bóltin. At skálamenn samstundis eisini góvu teimum meiri enn ríkiligt av plássi, gjørdi tað enn lættari hjá AB at spæla fótbólt. Tó hevði Skála eina frálí- ka roynd á AB málið tíðliga í dystinum, tá ið Debus Dan- ielsen í tveimum atløgum skjeyt á mál, men báðu ferð rakti ein verjuleikara. Uppiborin leiðsla Men tað kom allarhelst ikki óvart á nakran, at AB legði seg á odda 1-0 eftir 22 min. Ein langur bóltur kom høgt inn fyri í brotsteigin, har Høgni Joensen skallaði víð- ari inn til Allan Mørkøre, ið skeyt bóltin fram við Pre- drag Markovic í málinum. Løtu seinni, í 30. min, var AB aftur upp á spæl. Rógvi Poulsen spældi bóltin aftur um skálaverjuna, har ein púra fríur Peter Christensen skeyt mitt á málmannin, ið bjargaði ómakaleyst. Talan hevði allarhelst verið um enn fleiri mál, um AB hevði skorað her, tí skálamenn vóru als ikki við í dystinum hesa løtuna. Ein málperla Tað, sum eftir var av hálv- leikinum, hevði AB stóra leikliga yvirvág, tó uttan at skapa tað heilt stóra framm- an fyri málinum. Hinvegin hevði Skála lítið spæl, men við einum stútara og einari skotroynd vístu teir, at her var okkurt í væntu. Og tað kom eisini beint áðrenn hálvleik. Tá ið tríggir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, fin- gu skálamenn útjavnandi málið. Um ikki uppiborið, so var talan um eitt framúr- skarandi mál. Bólturin end- aði fyri føturnar á Slavisa Kaplanovic, ið frá tjúgu metrum smekkaði bóltin upp í tríkantin. Neyvan man nakar brigsla málmanninum fyri ikki at bjarga hesum skoti, tí her var talan um eina sanna perlu av einum máli. Skála kom í gongd - AB punkteraði Eftir steðgin kom Skála fyri seg, og sum hálvleikurin leið, vóru tað gestirnir, ið høvdu bóltin meira. Flotta AB spælið í fyrra hálvleiki mátti lúta fyri væntandi kon- ditión. Í 65. min. var Debus Dan- ielsen, ið spældi ein sera góðan dyst, aftur upp á spæl. Eftir eina langa send- ing úr mótsettu síðu, smekk- aði hann til frá horninum á málteiginum. Men við ein- ari ótrúligari refleksbjarging fekk Danny Rasmussen í AB málinum sligið bóltin upp um. Stutta løtu seinni bjargaði ein sera vælspælan- di Danny aftur, tá ið eitt frí- spark kom hart eftir jørð og heilt úti við stongina høgra horn. Sum tjóvur á nátt Flest øll, ið vóru á Argjum í góðverðrinum, høvdu sligið seg til táls við javnleik, tá ið nýinnskifti Poul N. Poulsen vildi tað annarleiðis. Beint fyri leiklok skeyt Arnhold Berg ein bólt inn í málteig- in hjá AB, og tá ið hvørki málmaðurin ella verjan vil- du kennast við hann, var ungi skálamaðurin skjótur at taka av og legði bóltin í málið. 2-1 til Skála. Lítla løtu seinni hevði AB ein skallara á samankom- ingina, men til fánýtis; skálamenn fóru avstað við sigrinum, og argjamenn sótu eftir við ongum. AB-Skála 1-2 (1-1): Skála vaknaði – og vann Hesa ferð megnaði AB ikki at basa Skála. Og tað kann kosta dýrt í botninum, har munurin upp til KÍ framvegis er fimm stig savnsmynd: Rólant Waag Dam Høgni M. Joensen, ið var millum bestu leik­ arar á vøllinum, var ikki sørt skuffaður av úrslitinum Fótbóltur Petur H. Jacobsen peturhaberg@gmail.com - Eg haldi, at vit eru omaná allan fyrra hálvleik og eitt sindur inn í annan hálvleik. Vit spæla væl og koyra bólt- in væl í millum okkara. Men so fáa teir tvey heldig mál. Eg haldi avgjørt, at vit áttu at fingið hasi stigini. AB hevur saman við VB/ Sumba tíggju stig, og liggur í løtuni næstaftast. Útlitini eru ikki góð, men Høgni sær ljóst upp á framtíðina: - Trupulleikin hjá okkum í dag var vantandi konditión. Um vit koma í betri venjing og orka eitt sindur betur, ivist eg ikki eina løtu í, at vit vera verandi í Formula- deildini, tí allir eru uppsettir og hava viljan til at vinna, sigur nýggi AB-arin. - Vit áttu at fing- ið hasi stigini Øll barnaárini spældi Pætur Dam Jacobsen við AB, og tí smakkaði sigurin hesa ferð ikki eins væl, og hann er vanur Fótbóltur Petur H. Jacobsen peturhaberg@gmail.com Sterki miðvallarin er sera glaður fyri sigurin, men tó sigur hann: - Eg siti við eitt sindur blandaðum kenslum. Sjálv- andi vil eg at Skála skal vin- na, men AB er mítt barn- dómsfelag og tað er keðiligt um liðið longu flytur niður aftur. Eftir ein heldur forkølaðan fyrsta hálvleik, gekk betri hjá Skála í øðrum hálvleiki: - Vit áttu at verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum. AB spælir væl, og vit eru slett ikki við. Vit geva okkum ikki í nærdystunum, og sum heild spæla vit illa. Men vit verða ikki revsaðir av teim- um, sigur Pætur. - Í steðginum gera vit eina taktiska broyting. AB hevði havt alt ov gott pláss á miðjuni, so vit fluttu ein mann úr álopinum oman á miðjuna. Og tað vísti seg at rigga. Við blandaðum kenslum Skála AB