mánadagur 9. juli 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 129 - 9. juli 2007 ]
Liverpool selir álopsspælarar
Liverpool hevur gjørt sáttmála við álopsspælararnar Fernando
Torres og Andriy Voronin, og tað hevur við sær, at felagið sleppur
sær av við tveir aðrar álopsspælarar í felagnum. Craig Bellamy
verður seldur til West Ham, og Djibril Cissé verður seldur til
Marseille. Hildið verður, at Liverpool fær umleið 150 milliónir
krónur burtur úr at selja Cissé og Bellamy.
Guily vil ikki til Onglands
Franski Ludovic Guily hevur havt eitt sindur trupult við
at vinna fast pláss á liðnum hjá FC Barcelona, har aðrir
offensivir spælarar eita Messi, Eto’o, Ronaldinho og nú
eisini Henry. Hóast útlit eru til nógva tíð á beinkinum,
hevur Guily gjørt av, at hann ætlar sær at spæla í Barce
lona næsta kappingarár. Feløg í Onglandi hava ligið fram
við eftir kvika franska spælaranum, men hann hevur víst
tilboðini frá sær.
Anna Karina Ottosen
svam, súkklaði og
rann seg til bronsu
heiðursmerki á
Oyggjaleikunum.
Harumframt fekk
kvinnuliðið silvur.
Okkurt bendir tó á, at
hesi úrslit eru fingin á
skeivum teinum
TRIATLON
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyrst og fremst var tað ein
ógvuliga fegin Anna Karina
Ottosen, sum eftir tveir
tímar og 21 minuttir kom á
mál, eftir at hon hevði
luttikið í triatlon á oyggja
leikunum á Rhodos.
– Nú eri eg øgiliga glað,
segði hon, meðan hon
rindaði møðina í hitanum á
Rhodos.
Anna
Karina
Ottosen var tó ikki móðari
enn so, at hon hevði
yvirskot at práta við bæði
fjølmiðlar, liðfelagar og
kappingarneytar.
– Nei, man er væl í form,
helt hon skemtandi fyri, tá
hon varð spurd um, hvar
henda orkan kom frá.
Tilsamans
hevði
hon,
eins og allir hinir íðkararnir
ið komu á mál, svomið
1500 metrar, súkklað 40
kilometrar og runnið 10
kilometrar.
3, 4 og 5
Anna Karina var tann fyrsta
føroyska kvinnan, sum kom
á mál. Henni á baki kom
Súsanna Skylv Sørensen og
síðani Joan Bláfoss. Hetta
merkir, at umframt bronsu í
einstaklingakappingini, so
fingu Føroyar eisini silvur í
liðkappingini við tíðini 4
tímar, 42 minuttir og 24
sekund. Eitt sera gott og
flott úrslit frá føroysku
kvinnunum.
Hjá monnunum var tað
rættiliga langt frá heiðurs
merkjaplássum. Teir kunnu
tó saktans vera ernir av
sínum úrslitum. Fyrstur á
mál var Guðmundur Niel
sen við tíðini tveir tímar og
13 minuttir, og tað rakk til
eitt 16. pláss. Næsti maðurin
kom á mál tveir minuttir
seinni, og var tað Andrass
Joensen sum fekk eitt 23.
pláss. Tvey pláss aftanfyri
hann var Áslakkur Nesá við
tíðini
2.17,45.
Samlaða
úrslitið hjá monnum rakk
til eitt fimm pláss.
Skeivir teinar
Men nógv bendir á, at góðu
úrslitið
eru
vunnin
á
skeivum grundarlag. Skeiv
um grundarlag skilt á tann
hátt,
at
teinarnir,
sum
kappast var á, ikki vóru
heilt
rættir.
Hetta
vita
triatloníðkararnir tó ikki
við fullari vissu, men nógv
bendir á at so er.
Í hvussu so er um metast
skal út frá tíðunum hjá
einstøku íðkarunum. Eitt
nú
brúkti
Guðmundur
Nielsen 22 minuttir um at
svimja teir 1500 metrarnar,
meðan hann vanliga klárar
teinin undir 20 minuttir, og
Joan Bláfoss svam til 28
minuttir, har hon vanliga
svimur
til
umleið
24
minuttir. Eisini Súsanna
Skylv Sørensen og Ottar í
Hjøllum brúkti ov langa tíð
um teinin.
Í renningini bendir alt á,
at teinurin var ov stuttur. Til
dømis rann Joan Bláfoss
teir tíggju kilometrarnar til
tíðina
35,54,
har
hon
vanliga brúkar umleið 37
minuttir
um
teinin.
Í
súkklingini sær tó út til, at
teinurin var á góðari leið.
Heiðursmerki á skeivum teinum
Kvinnuligu triatloníðkararnir skaffaðu Føroyum silvur sum lið, og bronsu sum einstaklingar
Besta úrslitið nakrantíð
Hóast Jersey á seinasta kappingaredegnum
legði Føroyar væl afturum, so stendur annað
plássið í samlaða yvirlitinum sum besta
føroyska oyggjaleikaluttøkan nakrantíð
OyggjALeIkIR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru svimjararnir og bogaskjúttarnir, sum drógu
stóra hálið, tá føroysku heiðursmerkini skuldu teljast
upp. Í samlaða yvirlitinum vóru Føroyar eitt skifti á
odda, men hósdagin smoygdi Jersey seg framum, og
fríggajdagin løgdu tey veruliga sjógv ímillum, soleiðis
at teir at enda vóru rættiliga sannførandi sum sterkasta
landið á oyggjaleikunum.
Men úr einum føroyskum sjónarhorni var talan um
serstakliga væleydnaða luttøku. Ikki færri enn 24
ferðir veittraði Merkið ovast, tá gullmerki skuldu
latast, og tað eru nógv fleiri, enn vit nakran tíð hava
roynt áður.
Í samlaða yvirlitinum gjørdist heiðursmerkjabýtið
hetta:
Nr
Land
G
S
B
1
Jersey
30
35
27
2
Føroyar
24
19
12
3
Guernsey
23
23
29
4
Gotland
23
21
10
5
Rhodos
22
14
16
6
Isle of Man
11
15
26
7
Menorca
11
9
10
8
Cayman Islands 11
7
5
9
Bermuda
8
13
15
10
Áland
7
8
10
Støður í triatlon:
Kvinnur:
3. Anna Karina Ottosen, 2.21,02
4. Súsanna Skylv Sørensen, 2.21,22
5. Joan Bláfoss, 2.23,31
Menn:
16. Guðmundur Nielsen, 2.13,37
23. Andrass Joensen, 2.15,52
25. Áslakkur Nesá, 2.17,45
Kvinnur, lið:
2. 4.42,24
Menn, lið:
5. 6.47,14
Nógv bendir á, at
teinarnir í svimjingini
og renningini vóru
skeivir