mánadagur 9. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 129 - 9. juli 2007 ]
Ronaldo seldur í tøkum tíma
Forsetin í spanska felagnum Real Madrid heldur, at ein týðandi
orsøk til, at hansara felag vann spanska meistaraheitið í ár var, at
felagið slapp sær av við álopsspælaran Ronaldo, sum fór til AC
Milan at spæla. Sambært Calderon var Ronaldo blivin ein
trupulleiki fyri moralin á liðnum, og tað var ein stórur lætti fyri
liðið, at hann rýmdi. Eftir at Ronaldo var farin, gjørdist lagið í
hópinum betur, og endin var, at Real Madrid vann meistaraheitið.
Backe upp á tal í City
Fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson í FC Keypmanna
havn, Hans Backe, er nú upp á tal sum hjálparvenjari í
Manchester City, har landsmaður hansara, SvenGøran
Eriksson, er blivin venjari. Aftonbladet heldur seg vita, at
Back, ið einki starv hevur í løtuni, kann gerast hjálpar
venjari hjá Eriksson í Manchester City. Eriksson hevur
einki vilja sagt við Aftonbladet, men hann lovar, at hann
kann siga okkurt í dag ella í morgin.
Jónsvein Thomsen heldur
at ikki, at B71 hevði
uppiborið annað enn ein
sigur í gjár.
– 42 vísir væl gongdina
í dystinum. Teir høvdu
bóltin nakað væl meiri,
men vit skoraðu upp á
kjansirnar,
meðan
teir
einki fingu burturúr, so
tað var fult uppiborið, at
vit vunnu, sigur hann.
Jónsvein
Thomsen
metir, at tað hjálpti væl
hjá teimum at fáa eitt mál
tíðliga
í
hvørjum
hálvleiki.
– Heilt víst hjálpti tað.
Serliga í seinna hálvleiki,
har vit høvdu avgjørt at
fara inn og spæla sum um
dysturin stóð á jøvnum 0
0. Tískil kom eisini eitt
sindur av ótta á okkum, tá
EB/Streymur skoraði til
23, men vit arbeiddu og
kempaðu allir sum vit
skuldu, so tað var í ordan,
heldur Jónsvein.
– Sigurin hjálpir okkum
eisini heilt væl, og gevur
okkum veruligt mót upp á
seinnu
hálvu,
sigur
Jónsvein og afturvísir, at
B71 nú kennir seg tryggan
í Formuladeildini.
-rólant
Fult uppiborið
EB/Streymur hevði
bóltin allan dystin,
men B71 gjørdi
málini og setti eitt
frálíkt punktum nú
teir fara í summarfrí
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Høvdu fótbóltsdystir verið
avgjørdir eftir, hvør hevði
bóltin mest so hevði EB/
Streymur vunnið stórsigur
móti B71 í gjár. Teir høvdu
bóltin so at siga allan
dystin, men tóktust ikki at
vita, hvat teir skuldu gera
við hann.
Hinvegin
tykjast
sandoyingar at vita hvat teir
vilja.
Formulafótbóltur
næsta ár er málið, og teir
eru væl á veg at røkka tí.
Brasiliumenninir – sum eru
fýra í tali – styrkja væl um
liðið, og hóast tað ikki
endiliga
er
talan
um
sambafótbólt á Sandoy, so
hevur B71 aðrar eginleikar,
sum eru avgerandi fyri at
standa seg í landsins bestu
fótbóltsdeild. Teir stríðast,
arbeiða væl, eru hampiliga
vælskipaðir og ikki minst
effektivir.
Effektivir
sandoyingar
So effektivir eru sandoy
ingar, at teir skoraðu upp á
fyrsta veruliga kjansin teir
fingu í dystinum. Dysturin
var fýra minuttir gamal, og
B71 spældi seg niðan í
vinstru.
Clayton
Soares
hevði bóltin og var komin
so mikið væl inn í brots
teigin, at hann kundi skjóta
sjálvur.
Men
hann
yvirraskaði við at leggja
bóltin inn til Jónsvein
Thomsen, sum uttan stór
vegis hóvasták skoraði til
10.
Síðani gingu júst 40
minuttir til næsta málið.
Hesa løtuna hevði Arnbjørn
Hansen eina naska roynd
við høvdinum, sum Símun
Rógvi Hansen tók, og
Gudmund Nielsen eina fína
langskotsroynd, sum varð
tikin á strikuni.
Men beint fyri steðgin
skoraði B71 aftur. Clayton
Soares bukkaði seg niður
og longdi eitt frísparks
innlegg í netið.
Beint eftir steðgin skoraði
B71 aftur. Tað var eftir
hornaspark,
at
Clayton
Soares legði bóltin aftur til
Jónsvein Thomasen, sum
við hørðum skoti setti bóltin
trygt í netið.
Eitt skot fyri bógvin hjá
EB/Streymi, sum annars
hevði valt ein meiri fram
rættaðan taktikk til seinna
hálvleik, har teir høvdu
tikið Gert Hansen út og sett
Hanus Eliasen inn í staðin.
Arnbjørn vendi
Løtuna eftir málið hevði
Wellington
Soares
tveir
fínar møguleikar at økja,
men meðan fyrra royndin
fór framvið, so fór seinna
uppum.
Eftir hetta fekk EB/
Streymur eina góða periodu,
har
teir
við
Arnbjørn
Hansen á odda vóru um at
venda
dystinum.
Fyrst
minkaði
Arnbjørn
um
munin, tá hann beindi
bóltin, sum Símun Rógvi
Hansen ikki megnaði at
halda, í netið. Og síðani
vann
hann
EB/Streymi
brotsspark, sum Ronnie
Samuelsen setti inn. EB/
Streymur kundi eisini skora
okkurt
aftrat,
men
neyvleikin vantaði. Hetta
revsaði
B71
í
hinum
endanum,
har
innskifti
René
Clementsen
fekk
prikað bóltin, sum var um
at fara framvið, í netið.
Hálvhjartað
Soleiðis tapti EB/Streymur
42 á uppflytarunum úr
Sandoynni. Eitt úrslit sum á
ongan hátt verður góðtikið í
Sundalagnum. Tann annars
trygga verjan spælir illa.
Miðvøllurin er ov spjaddur
og kantarnir vandaleysir.
Arnbjørn Hansen skorar tó
framvegis, men ein 21 ára
gamal kollfirðingur kann
illa
einsamallur
lyfta
felagsliðið, sum nú er
dragnað í oddastríðnum.
Ein feril av máttloysi
valdar á liðnum. Innsatsurin
tykist ikki vera meiri enn
hálvhjartaður,
og
í
Sundalagnum seta tey nú
sítt álit á, at tveir ungarar
fara at geva tað sum skal til,
fyri at liðið kann náa somu
hæddum sum í fjør.
Meðan
EB/Streymur
hevur steypakapping og
altjóða fótbólt at hugsa um
nú, so kunnu sandoyingar
fara í summarfrí. Hetta við
góðari
samvitsku.
Við
einum ógvuliga ungum og
óroyndum liðið hava teir
lagt seg soleiðis fyri, at teir
eftir 16 umfør hava vunnið
eitt stig fleiri enn VB/
Sumba, sum akkurát slapp
undan niðurflytingini, fekk
í fjør.
Meðan EB/Streymur hevur steypakapping og altjóða fótbólt at hugsa um nú, so kunnu
sandoyingar fara í summarfrí við góðari samvitsku
Mynd: Sofus D. Johannesen
B71
EB/Streymur
EB/Streymur – B71 2-4 (0-2):
Effektivitetur vann á máttloysi
Ronnie Samuelsen var alt
annað enn nøgdur, tá vit
fingu orðið á hann eftir
dystin.
–
Hatta
var
ein
undarligur
dystur.
Vit
stýra honum, men teir
gera málini, og tað hevur
verið nokkso typiskt fyri
okkum í ár. Annars haldi
eg, at dómarin oyðilegði
okkum dystin, tí tað fyrsta
máli var eini fýrafimm
metur offside, og tað kann
á ongan hátt góðtakast, at
slíkt verður góðtikið, sigur
Ronnie
Samuelsen
avgjørdur og leggur so
aftrat, at tað ikki er fyrstu
ferð at dómarar oyðileggja
dystir fyri EB/Streym.
Men er tað ikki bara
undanførsla, at siga dóm
arin oyðileggur dystin?
– Jú, sjálvandi er tað
undanførsla, men tað skal
sigast, tí teir eru líka so
nógv sum vit partar av
spælinum. Vit kunnu fáa
gul og reyð kort, men teir
skuldu so sanniliga eisini
fingið karantenu og so
framvegis fyri vánaliga
døming. Men tá tað er
sagt, so tapa vit dystin
sjálvir, staðfestir Ronnie
Samuelsen.
Hann sigur annars, at
tað á ongan hátt kann
góðtakast, at EB/Streymur
tapir fyri einum uppflytara
á henda hátt.
– Men teir kontra væl
og vit spæla illa. Frameftir
er tað ikki so galið, men
vit lata ov nógv mál inn,
og verjan spældi illa í dag,
sigur Ronnie Samuelsen,
sum eisini hevur eina
avgjørda
meining
um
avrikið hjá EB/Streymi.
– Vit hava ikki uppiborið
meiri enn hetta í ár, tí vit
spæla sum eitt hol í
jørðini.
-rólant
Spæla sum eitt hol í jørðini