mánadagur 9. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 129 - 9. juli 2007 ]
Uttan at spæla
fekk B36 ein
kappingarneyta
minni í oddinum,
og í botninum eru
AB og VB/Sumba
mest sum prísgivin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn eru 990 minuttir eftir
av
Formula-bólti
hjá
teimum 10 liðunum í
deildini, men 16. umfarið
teknaði
sína
týðuligu
mynd av, hvussu kapping-
in hevur lagað seg.
Í oddinum enn tá heilt
týðuligt, tá EB/Streymur
á heimavølli snávaði móti
B71. Samansetta liðið,
sum í fjør var bara
minuttir frá sínum fyrsta
FM-heitið, hevur í ár havt
sera trupult við at fáa glið
á spælið. Og tó at úrtøkan
kortini hevur verið á eini
leið, so var tapið fyri B71
kanska
ikki
heilt
so
óvæntað,
sum
talvan
annars ber boð um. Men
tað
staðfesti,
at
tað
neyvan verður í ár, at EB/
Streymur fer at seta seg
allar ovast av øllum.
Tað stríðið tykist nú
vera ein spurningur, sum
B36 og NSÍ skulu greiða.
Enn er B36 ovast av
hesum báðum, men tað er
ein veruleiki, sum skjótt
kann broytast. Bæði tí
B36 í næsta umfarinum
– tað verður tann 5.
august – hevur truplan
útidyst á Sandi. Og tí B36
til ta tíð eisini kann missa
tey bæði stigini, sum teir
vunnu á skrivaraborðinum
hjá Aganevndini hjá FSF.
KÍ nýtist 8 stig
Í botninum tykist dysturin
nærum vera av hjá VB/
Sumba og AB. KÍ kann
enn ikki siga seg heilt
frítt frá niðurflytingar-
vandanum, men sigurin
hjá teimum á júst AB gav
nakað av luft niður til
strikuna. Og við dystum
móti Skála (h), GÍ (ú) og
B71
(h)
fyrstu
trý
umførini eftir steðgin,
eru vónirnar hjá KÍ helst,
at tað skal bera teimum
til at skræða seg púrasta
úr vandaøkinum. Verður
hugt at stigatalvunum
fyri tey bæði seinastu
árini, har eisini 27 umfør
eru spæld, so skuldu eina
staðni millum 20 og 23
stig verið nóg mikið fyri
at sleppa sær undan
niðurflyting.
Tað gevur so eina
kapping, har HB, GÍ,
Skála og B71 øll stríðast
fyri at sleppa upp í part,
tá
Inter-toto
plássið
verður útskrivað. Megnar
HB at vinna steypa-
finaluna, sum teir ætlandi
verða partur av, so verður
tað helst EB/Streymur,
sum við einum triðja
plássið tekur sær av
hesum. Men tað er tó
einki at ivast í, at eisini
teir fegnir vilja hava
løgmanssteypið
í
sín
part.
Føroyska liðið fekk at
kalla einki gjørt móti
Saaremaa, sum snøgt
sagt var klassar oman
fyri føroyska liðið
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir fantastisku hálvfinal-
una móti Rhodos var vónin,
at føroysku flogbóltsmenn-
inir fyri fyrstu ferð síðani
1989 skuldu taka gullið á
oyggjaleikum.
Men tann vónin gjørdist
ikki meira enn tað sama.
Frá fyrsta til seinasta bólt
stóð greitt, at Saaremaa
hevði eitt lið, sum var væl
sterkari enn okkara. Og tá
føroysku móttøkurnar als
ikki fingust at koyra, kundi
tgað bara ganga ein veg.
At føroyska liðið vann
triðja settið, komst einamest
av, at Saaremaa tá byrjaði at
taka sær av løttum. Og
munurin millum liðini var
so heldur ikki størri enn so,
at føroyingarnir megnaðu
at revsa hetta. Men tá teir
grønu so tóku sær um
reiggj, kundu teir endaliga
punktera
dystin.
Fjórða
settið tók ikki meira enn 22
minuttir at avgreiða, og við
samanlagt 93 stigum móti
77 kunnu føroyingar neyvan
seta ein tann einasta fingur
á sigurin hjá Saaremaa.
Tað sá mest sum óveruligt út, tá 5’arin hjá
Saaremaa ferð eftir ferð bara smashaði langt
oman fyri føroyska blokkin og í gólvið
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyar-Saaremaa 2-3 (19-25, 19-25, 25-18, 14-25):
Klassamunur
Súni og teir spældu javnt
Um vikuskiftið spældi danska superligaliðið AaB dyst í
Intertoto Cup. Mótstøðuliðið var FC Honka úr Finlandi.
Súni Olsen byrjaði dystin á miðvøllinum, meðan Jón Rói
Jacobsen sat á beinkinum. Dysturin endaði við javnleiki,
eftir at AaB tvær ferðir hevði lagt seg á odda. Úrslitið
gjørdist 2-2, og tað kann AaB brúka sum útgangsstøðu til
seinna dystin, sum verður spældur á heimavølli næsta
vikuskifti.
Nýggjur ítróttarstjóri í Chelsea
Enska felagið Chelsea hevur sett ein fyrrverandi ísraelskan landsliðs-
venjara sum ítróttarstjóra. Maðurin eitur Avraham Grant, og hann
kemur úr Portsmouth, har hann hevur røkt líknandi uppgávu. Grant
skal samstarva við venjaran Jose Mourinho, stjóran Peter Kenyon og
talentsjefin Frank Arnesen um gera eina yvirornaða fótbóltspolitikk
fyri felagið, sigur Chelsea í tíðindaskrivi.
Vanliga er Jóhan Petur á
Stongum maður fyri at
fiska tað mesta upp av
gólvinum, tá hann røkir
libero-leiklutin á føroyska
flogbóltslandsliðnum.
Men fríggjadagin kundi
heldur
ikki
hann
gera
nakað. Og tað var hann
eisini skjótur at ásanna, tá
dysturin var av.
- Nei, har gekk ikki alt ov
væl í dag. Hasin fimmarin
hjá teimum slær snøgt sagt
bóltarnar upp um blokkin
hjá okkum, og so er ikki
nógv at gera.
Tað var kanska eisini
hann,
sum
var
størsti
munurin á liðunum?
- Bæði og. At byrja við
gongur sera illa hjá okkum
við móttøkuni, og so gongur
spælið striltið.
Vanliga verður tikið til, at
tú vinnur ikki silvur, men
tapir heldur gull. Er kenslan
hjá tykkum kanska kortini,
at hetta var á leið tað, sum
kundi røkkast?
- Nei. Vit ætlaðu okkum
so heilt avgjørt gullið. Men
tað skuldi bara ikki vera,
segði Jóhan Petur á Stong-
um at enda.
-mørk
Lítið at gera
Hóast vónbrot, so var yvirskot kortini til at geva unnustuni eitt klemm, tá gulldysturin hjá
Føroyum enn einaferð endaði við silvuri
Mynd: Álvur Haraldsen
Tveir kandidatar eftir