mánadagur 9. juli 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 129 - 9. juli 2007 ]
Føroysku flogbóltskvinnurnar
hingu skilliga við høvdinum, tá
Saaremaa hevði tikið gullið frá
teimum. Troystarorð munaðu lítið
móti tárunum, sum runnu eftir
kjálkunum, og nakrir minuttir
mundu ganga, áðrenn nøkur
teirra mælti eitt einasta orð
Tá tárini vóru turkað burtur, fingu vit orðið
á Gudrið Nolsøe, sum undan hesum vunnið
fýra Oyl-gullmerki. Og hon var skjót at
staðfesta, at føroyska liðið kom ikki veru-
liga ígongd. Hvørki í finaluni, ella í kapp-
ingini sum heild.
– Vit hava snøgt sagt fingið ov lítið av
mótstøðu. Her á leikunum var tað bara í
fyrsta og seinasta dystinum, at vit veruliga
vórðu trýstar. Heldur ikki undan fráferðini
spældu vit nakrar veruligar venjingardystir,
og tí hava vit als ikki roynt, hvussu tað er at
umstilla spælið, tá tú ert undir trýsti.
Og tá tú hevur vunnið fýra gullmerki
áður. So er tað væl iengin góð kensla, sum
tú situr við, nú talan bert gjørdist um silv-
ur?
– Nei. Avgjørt ikki. Hetta er ikki nakað
serliga stuttligt, kundi Gudrið bara stað-
festa.
-mørk
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vit hava ikki uppiborið meira enn hetta í ár,
tí vit spæla sum eitt hol í jørðini
Ronnie Samuelsen, EB/Streymur
Talan gjørdist ikki
um fimta oyggja
leikagullið á rað hjá
flogbóltskvinnuunum.
Í finaluni høvdu tær
ilt við at fáa glið á
spælið, og tó at gær
javnaðu 20 leiðsluna
hjá Saaremaa, so var
hetta ikki nóg mikið
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kontrastirnir vóru øgiligir.
Saaremaa-kvinnurnar høvdu
fýra oyggjaleikafinalur tapt
3-2 fyri føroysku flogbólts-
drotningunum, og tí var gleð-
in skillig hjá teimum. Dans-
andi á hallargólvinum kundu
tær fegnast um, at tær lok-
sins høvdu vunnið gullið.
Hjá
teimum
føroysku
stóð verri til. Eftir til sam-
ans fimm dystir máttu tær
ásanna, at tað ongan tíð
veruliga eydnaðist at fáa
glið á meistaraspælið. Og
tó at tær mest sum í berum
treiskni vunnu tvey sett í
finaluni, so var hetta ikki
nóg mikið til at knekka
Saaremaa.
Eina løtu tóktist annars,
sum hevði føroyska liðið
vunnið sálarliga spælið í
finaluni. Saaremaa hevði
vunnið tey bæði fyrstu sett-
ini í tryggum stíli, tá okkara
brádliga byrjaðu at svara
aftur. Ella kanska var tað
meira, at Saaremaa fekk
gummibein. Tær megnaðu í
øllum førum at søpla 20-16
leiðslu í fjórða settinum
burtur, og tí tóktust føroysku
kvinnurnar væl og virðiliga
omaná, tá farið varð undir
fimta og avgerandi settið.
Tóktust á sigurskós
Miðskeiðis í seinasta setti-
num kom veruligi munurin
tó til sjóndar. Leikliga var
eingin ivi um, at Saaremaa
hevði verið betri parturin í
finaluni, og brádliga tóku
tær fullkomuliga yvir. Lið-
ini skiftu hálvu við støðuni
6-8, men seinastu løtuna
var eingin ivi.
Og hesa ferð sleptu tær
hjá Saaremaa so heldur
ikki. Føroysk mistøk vórðu
revsað uttan nakra sum
helst náði, og tá Saaremaa
at enda hevði seks match-
bóltar, stóð skriftin skrivað
við neon-stavum. Teimum
nýttist nú heldur ikki meira
enn tann eina at avgera dyst-
in heilt, og so var gullveitsl-
an hjá føroyskum flogbólti
av á hesum sinni.
Ættarliðsskifti
At talan ikki gjørdist um
gull hesaferð, man einamest
komast av, at talan hevur
verið um stórt skifti í før-
oyska hópinum.
Margit Joensen, Gudrið
Nolsøe, Helga Nordendal
og Karin Mikkelsen eru
framvegis bulurin á liðnum,
men á nógvum plássum
hevur skiftingin verið sera
stór. Í mun til seinast, so
vanta spælarar sum Juanna
S. Joensen, Helen á Lakjuni
og Herborg á Mýrini, og
slíkur saknur skal merkjast.
Verður arbeitt miðvíst, so
ber tó sjálvandi til at vinna
á hesum, men í løtuni hava
nýggju
spælararnir
ikki
neyðugu royndirnar, og tí er
silvurið kanska til at liva
við í hesum førinum.
Spurningurin er so, um
oyggjaleikirnir í sjálvum
sær eru nóg mikið til at
vinna neyðugu royndirnar.
Hesa ferð fekk føroyska
liðið tveir harðar dystir, og
tað er so ein fleiri, enn tað
ofta hevur verið. Men tað
vildi nú verið meira menn-
andi fyri spælararnar, um
tær eisini fingu nakað av
mótstøðu í hinum trimum
dystunum. Og høvdu tær
fingið tað, so vildu tær helst
eisini verið betri ílætnar til
finaluna, tá hendan stóð á
skránni.
Føroyar-Saaremaa 2-3 (18-25, 22-25, 25-23, 25-23, 9-15):
Drotningarnar fullu
Ov lítið trýstar
Fimm sett skuldu framvegis til fyri at skilja Føroyar og Saaremaa. Men hesa ferð vóru tað okkara, sum vóru við undirlutan
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroysku kvinnurnar vóru fullkomuliga í kjallaranum, tá tapið fyri Saaremaa var veruleiki
Mynd: Álvur Haraldsen