Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 129 - 9. juli 2007 ] GÍ-VB/Sumba 2-2 (2-1): Javnleikur í Sarpugerði Fríska lotið darvaði spælinum í Gøtu, har GÍ og VB/Sumba býttu stigini millum sín í einum 2-2 javnleiki Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo GÍ hevði við einum sigri lagt seg á fjórða pláss í Formuladeildini, men mis­ nýtti møguleikan. Hjá VB/ Sumba er líkt til, at javn­ leikirnir framvegis eru ein plága. Eitt stig í hvørjum dysti tykist ikki at vera nokk til at sleppa undan niðurflytigini. Vánaligt spæl Ein skuldi næstan trúð, at leikararnir longu vóru farnir í summarfrí undan dystinum. Lítið skipað spæl var at finna, og dysturin var sum heild rótutur. Eitt rættiliga frískt lot lá gjøg­ num dalin, og hetta tóktist at darva spælinum nakað. Men tað var GÍ, ið legði bragdligast fyri. Longu um hálvan fyrra hálvleik vóru teir á odda 2­0. Fyrsta málið varð skorað eftir brotsspark í 7. minutti, sum Sam Jacobsen setti í netið. Um hálvan fyrra hálvleik var tað Tomasz Sajdak, ið var framvið. Hans Pauli Petersen royndi seg við langskoti, VB/Sumba­mál­ verjin hálvbjargaði, og fyrstur á bóltinum var pól­ verjin, sum lættliga skoraði til 2­0. VB/Sumba gavst tó ikki so. Fáar minuttir undan hálvleikssteðginum fingu teir minkað um munin. Málið fall eftir eitt horna­ spark, sum eingin rættiliga fekk tamarhald á. Tað fekk Dánjal Jóhan Joensen hin­ vegin, og setti bóltin í netið til hálvleiksstøðuna, 2­1 til GÍ Næstan VB/Sumba Frá byrjan í seinna hálv­ leiki, var tað sum eingin veruliga tordi at trýsta. Mesta spælið fyrigekk á miðjuni, og sama óskipaða spælið helt fram. Men tá ið ein góður tími var leiktur, lá bólturin í netinum. VB/Sumba slapp í mótálop í høgru síðu, og innlegg varð sent innfyri málið til Birgir Jørgensen, sum lættliga javnaði til 2­ 2. Eftir málið tóktist VB/ Sumba at vera tað gram­ mara liðið. Hetta var eisini síðsti møguleiki teirra at fáa ein góðan enda á fyrru hálvu av Formuladeildini. Móti endanum av dystinum fingu teir eisini tilspælt sær nakrar málmøguleikar, og serliga var tað ein mál­ møguleiki, ið burdi sitið í netinum. Eins og útjavnandi málið, kom Birgir Jørgen­ sen at standa leysur fram­ manfyri GÍ­málinum. Men Gí­málverjin, Geza Turi, stórbjargaði skotinum hjá Birgir, sum stóð heldur undrandi yvir, at Geza fekk labbarnar á bóltin. Hvørki GÍ ella VB/Sumba kann nýta eina stigið til tað stóra. GÍ hevði tørv á øllum trimum stigunum fyri at yvirhála HB á fjórða plássi, og tað sama hevði VB/ Sumba fyri at yvirhála AB á næstaftasta plássi. Liðini halda nú summar­ frí á ávíkavist fimta og aft­ asta plássi. VB/Sumba GÍ Nakað av orðadrátti var eftir dystin, sum hvørgin parturin megnaði at avgera til egnan fyrimun. Og í veruleikanum kundi hvørgin parturin nýta einsamalla stigið til nakað stórvegis heldur Mynd: Jonhard Hammer Einki riggaði – Sum dysturin leið kunnu vit bara vera nøgd­ ir, sigur Sam Jacobsen hjá GÍ. Hóast hetta, so ljóðar hann ikki at vera nøgdur við leikgongdina. ­ Hetta var nakað sum í dystinum dystinum móti B36 fyrr í vikuni. Einki riggaði, og tað er sum fáa vit nervar, tá ið hinir skora, heldur Sam. Óneyvir Birni Kærbech hjá VB/ Sumba iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna. – Tað gekk einki fyrra hálvleik, men vit vóru nógv betri seinna hálvleik. Vit hava fýra til fimm 100% málmøguleikar, sum vit skulu skora uppá. Óneyvt, heldur Birni. – Vit hava bert tapt ein av teimum seinastu seks dystunum. Vit hava fingið spælið at koyra, so vit hava góðar vónir at koma úr botninum, sigur Birni Kærbech. Malouda til Chelsea Chelsea hevur fingið enn ein nýggjan leikara í hópin. Talan er um franska Florent Malouda, sum kemur frá fronsku meistarunum úr Lyon. 27 ára gamli Florent Malouda varð í farna kappingar kosin besti spælari í Fraklandi, og hann kostaði Chelsea 150 mió. kr. Berglund til Elfsborg Eftir eina rimmar tíð í Esbjerg, skifti svenski Fredrik Berglund í fjør til FCK. Meistararnir hava síðan ta tíð fingið fleiri spælarar á álops­ plássini, og nú er ikki pláss fyri svenska mál­ bumbaranum longur. Hetta hevur fingið heim­ landsfelagið hjá Berg­ lund, Elfsborg, at keypa hann. Og hetta var eftir øllum at døma ikki nakar bíligur pengi, ið svenska felagið mátti av við. Teir máttu av við 5 mió. kr. til FCK, um­ framt at gjalda millum 3­4 mió. kr. í fyribils­ upphædd til Berglund. Wozniacki í topp 100 Stóra danska tennista­ lentið, Caroline Wozni­ acki, hevur spælt seg inn í topp 100 í heims­ styrkislistanum. Hon hevur leingi ligið og lúrt eftir einum plássi í for­ kunnuga endanum av listanum, og nú er tað altso eydnast henni. Hetta kemst av sigrinum í síðstu viku, sum hon vann í einari sokallaðari Grand Slam kapping. Caroline Wozniacki, sum er fødd í Póllandi, er bert 16 ára gomul. Fleiri vilja hava Rossi 20 ára gamli álopsspælarin Giuseppe Rossi er høgt í metum í italskum feløgum. Rossi hevur sáttmála við Manchester United, men hann hevur ikki spælt nógv á besta liðnum hjá felagnum. Nú vilja fleiri italsk feløg gera sáttmála við álopsspælaran. Juventus, AC Milan og Parma verða nevnd millum feløgini, sum eru klár við einum sáttmála til Rossi. Tað sigst, at Parma longu hevur boðið United slakar 70 milliónir krónur fyri Rossi. ÍF missir útlendingar Tá ið ÍF leygardagin spældi seinasta dyst fyri summar­ steðgin, var tað samstundis seinasti dysturin hjá tveimum av útlendsku spælarunum á liðnum. Elvan Taser og Ahmin Fallah komu báðir úr Danmark til Fuglafirðar at spæla fótbólt, men teir fara nú av landinum aftur. Elvan Taser hevur gjørt fleiri mál fyri ÍF seinastu umførini, og leygardagin var hann eisini annar av málskjúttunum í dystinum ímóti KÍ.