Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 129 - 9. juli 2007 ] Claus Jensen aftur í Lyngby Claus Jensen, sum seinnu árini hevur spælt yrkisfótbólt í Onglandi, venur nú aftur í Lyngby, har hann spældi sum ung­ dómsspælari. Claus Jensen hevur ongan sáttmála í løtuni, og hann leitar eftir nýggjum felagi. Fyri fyrst venur Claus Jensen í Lyngby, og so roynir hann at taka støðu til, hvar hann skal spæla næstu tíðina. Tað er upp á tal, at Claus Jensen skal hjálpa Lyngby í superliguni í heyst. Lyngby vil bert hava yrkisspælara Danska felagið Lyngby er aftur í superliguni. Føroysku landsliðsspælararnir Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen eru at finna í hópinum hjá Lyngby, og teir skulu saman við restini av hópinum verða yrkisspælarar í komandi kappingarári. Málmaðurin Stefan Camagnolo og verjuspælarin Morten Juul Hansen hava arbeiði við síðuna av fótbóltinum, men teir verða noyddir at sleppa tí, um teir framhaldandi skulu spæla fyri Lyngby. Lewis Hamilton megnaði ikki at vinna á heimabreytini í Onglandi, men mátti síggja seg yvirhálaðan av finska Kimi Räikkönen Formil 1 Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Stórar vónir vórðu undan kappkoyringini settar til Lewis Hamilton, sum hesaferð skuldi koyra fyri heimaáskoðarunum á Silverstone í Onglandi. Hamilton byrjaði eisini fremstur, og somuleiðis var tað hann, ið kom fyrstur út á fyrstu rundu. Men seinni í kappkoyringini streyk Räikkönen framvið honum, og helt hann fyrsta plássið allan vegin á mál. Hamilton hevði m.a. trupulleikar í pittinum, og hetta kostaði honum eisini 2. plássið, sum liðfelagið hansara, Fernando Alonso, vann. Eitt triðja pláss má sigast at vera skuffandi fyri Hamilton, seraliga tí fleiri túsund fólk frá øllum Bretlandi vóru savnað saman. Viðhaldsfólkini hjá Hamilton kunnu tó framvegis fegnast um, at Hamilton er klárt á odda í samlaðu støðuni. Heimsmeistarin, Fernan­ do Alonso, fekk eina lítla uppreisn við at koma næstur á mál, men samanumtikið hevur hetta kappingarárið ikki verið tað besta hjá honum. Liðfelagin hjá Räikkönen, brasilski Felipe Massa, mátti vegna trupulleikar við motorinum byrjað í pitti­ num. Hann kom tó sera væl frá tí, og koyrdi seg á eitt fimta pláss. Næsta kappkoyring verð­ ur evropakappkoyringin, sum verður koyrt á Nürburgring­breytini í Týsklandi. Räikkönen bestur á Silverstone Tað varð finski Kimi Räikkönen, sum í reyða Ferrari-bilinum varð fyrstur um málstrikuna á Silverstone Mynd: Polfoto/AP Úrslitið á Silverstone Nr Koyrari tíð 1 Kimi Raikkonen 1.21.43,074 2 Fernando Alonso +2,4 3 Lewis Hamilton +39,3 4 Robert Kubica +53,3 5 Feleipe Massa +54,0 6 Nick Heidfeld +56,3 7 Heikki Kovalainen + 1 umgang 8 Giancarlo Fisichella + 1 umgang 9 Rubens Barrichello + 1 umgang 10 Jenson Button + 1 umgang 11 David Coulthard + 1 umgang 12 Nico Rosberg + 1 umgang 13 Alexander Wurz + 1 umgang 14 Takuma Sato + 2 umgangir 15 Christijan Albers + 2 umgangir 16 Vitantonia Liuzzi + 6 umgangir Støðan fyri koyrarar Nr Koyrari Lið Stig 1 Lewis Hamilton McLaren 70 2 Fernando Alonso McLaren 58 3 Kimi Raikkonen Ferrari 52 4 Felipe Massa Ferrari 51 5 Nick Heidfeld BMW Sauber 33 6 Roberg Kubica BMW Sauber 22 7 Giancarlo Fisichella Renault 17 8 Heikki Kovalainen Renault 14 9 Alexander Wurz Williams 8 10 Jarno Trulli Toyota 7 11 Nico Rosberg Williams 5 12 David Coulthard Red Bull 4 13 Takuma Sato Super Aguri 4 14 Mark Webber Red Bull 2 15 Ralf Schumacher Toyota 2 16 Jenson Button Honda 1 17 Sebastian Vettel BMW Sauber 1 Støðan fyri lið Nr lið stig 1 McLaren 128 2 Ferrari 103 3 BMW Sauber 56 4 Renault 31 5 Wililams 13 6 Toyota 9 7 Rec Bull 6 8 Super Aguri 4 9 Honda 1 Popczynski møguliga til TB Sekkjaði HB­venjarin, Krzysztof Popczynski, er í sátt­ málasamráðingum við TB. Krzysztof Popczynski er frammanundan væl kendur av suður suðuroyingum, av tí at hann sína fyrstu tíð í Føroyum var venjari í Vági. Verður Krzysztof settur í starv sum venjari hjá TB, gerst hann triði venjari hjá TB í ár. Jan Nielsen varð tíðliga í kappingini koyrdur, meðan venjarasætið hjá Milan Cimburovic nú er í vanda, eftir at 48 ára gamli póllendingurin er ávegis til felagið, sum liggur nummar 5 í 1.deild.