mánadagur 9. juli 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 129 - 9. juli 2007
tíðindi
Tað eru ikki mong
verulig kampingpláss
í Føroyum. Eitt finst
í øllum førum á
Selatrað, og tað hava
fleiri fólk longu fingið
eyguni upp fyri.
- Hóast vit ikki hava
lýst nakað serligt,
hava longu fólk úr
fleiri londum vitjað
her, sigur Jákup
Weihe, umsjónar-
maður á økinum
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Selatrað: Tað er týsdagur
og veðrið er av tí besta.
Turrveður er og sólin kagar
fram við millumbilum.
Á kampingplássinum her
á havnarlagnum er lítið
virksemi beint nú og eingin
fremmandur ella føroyskur
kampingbilur at síggja.
- Tað var óheppið, at tit
koma beint nú. Júst í dag er
eingin bilur, men her hava
longu verið fólk úr fleiri
londum, sigur Jákup.
Við í ferðalagnum er
borgarstjórin
í
Sjóvar
kommunu, Malena Thom-
sen, sum nú fær møguleikan
at síggja, hvussu hetta plás-
sið á Selatrað er skipað til
tess at taka ímóti ferða-
fólki.
- Selatrað er sera væl-
egnað til slíkt virksemi.
Bygdin er sera hugnalig og
hevur haraftrat sera góðan
sólargang, slær hon fast.
Meðan vit tosa kemur ein
húsbilur
koyrandi
móti
bygdini. Jákup fylgir væl
við honum og byrjar so
smátt at fyrireika seg at
taka ímóti honum.
Men gakk, hann koyrdi
gjøgnum bygdina, vendi og
helt so leiðina suðureftir aft-
ur.
- Nei, eg má skunda undir
at fáa teir at seta skeltið
upp, soleiðis at ferðafólkini
fáa eyga á okkara kamping-
pláss, sigur hann avgjørdur.
Bíleggja í góðari tíð
Á
kampingplássinum
á
Selatrað er pláss fyri eini
25 bilum og helst enn
fleiri.
Uppgávan hjá Jákupi er í
roynd og veru at umsita
hetta nýggjasta kamping-
plássið, sum lat upp fyrst í
mai mánaði.
- Eg eri eitt sindur harmur
um, at vit komu so seint í
gongd í ár. Næsta ár verður
betri, sigur Jákup.
Tey hava higartil gjørt
eitt sindur við at kunna um
hetta einasta veruliga kamp-
ingplássið í landinum. Tað
er millum annað nevnt á
heimasíðuni
hjá
Sjóvar
kommunu, eins og ein grein
hevur staðið á heimasíðuni
hjá camping.fo.
Henda týsdagin vit vóru
og vitjaðu á Selatrað, var
eingin bilur á plássinum,
men Jákup letur kortini ikki
illa at undirtøkuni.
- Lýsingarnar komu held-
ur seint í gongd. Vit komu
tí ikki við í ta stóru lýs-
ingarkampanjuna fyri ferð-
ing í Føroyum.
- Og so vita vit jú eisini
tað, at útlendingar plan-
leggja ferðirnar í góðari tíð
– týskarar faktiskt eitt heilt
ár frammanundan!, sigur
Jákup.
Spenna seg út
Hóast hesar umstøður hava
fólk úr rættiliga nógvum
londum
longu
gist
á
Selatrað. Her hava verið
bæði týskarar, belgiarar og
íslendingar - eisini ein hóp-
ur av føroyingum.
Útlendingarnir koma í
flestu førum í teimum
sonevndu
húsbilunum,
meðan føroyingarnir í størst-
an mun koma higar við
kampingvognum sínum.
Júst, hvussu og hví tey
eru komin higar, veit Jákup
ikki at siga. Men, sum hann
sigur: - Tað man vera mest-
sum av tilvild!
Onkur teirra hevði spurt
seg fyri um møguleikarnar
fyri at gista á einum kamp-
ingplássi í Føroyum, meðan
onkur annar bara var farin
ein koyritúr og var soleiðis
endaður á hesum vakra stað-
num burtur frá alfaravegi.
Bæði Malena og Jákup
eru sannførd um, at hetta
kampingplássið er komið
fyri at verða.
Hetta summarið verður at
meta sum eitt royndarár.
Men komandi ár er ætlanin
at spenna seg rættiliga út!
Hava alt
Tá føroyingar koyra uttan-
lands, verður javnan vitjað
inn á tey mongu camping-
plássini á vegnum. Hvat
hevur hetta kampingplássið
á Selatrað at bjóða teimum
vitjandi?
- Vit hava snøgt sagt alt!,
slær Jákup fast.
Her finst bæði streym-
veiting, vatn og møguleika
at tøma bæði spillivatn og
rottanga á vognunum. Um-
framt hetta finst ein vognur
við toilettum og brúsu.
- Ja, hann sær kanska ikki
so stórur út við fyrsta eygna-
brá, men hann er sera rúm-
ligur, tá ein fyrst kemur inn
í hann, greiðir hann frá.
Umframt hetta er møgu-
leiki at leiga eina smáttu,
sum somuleiðis liggur her á
kampingplássinum.
Orð
Snorri Brend
Myndir
Høgni Thomsen
Strendur
Sól, fjøra og kamping
- Vit vóru heldur seint at lýsa við kampingplássinum. Men fólk hava kortini funnið leiðina higar, sigur Jákup Weihe, umsjónarmaður
Mynd: Høgni Thomsen
”
Vit vita jú eisini tað, at útlendingar
planleggja ferðirnar í góðari tíð
– týskarar faktiskt eitt heilt ár
frammanundan
”
Selatrað er sera vælegnað til slíkt
virksemi. Bygdin er sera hugnalig
og hevur haraftrat sera góðan
sólargang