mánadagur 9. juli 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2007
37
tíðindi
Heimasíðan
camping.fo gevur
kampingplássinum á
Selatrað góð ummæli.
- Blíðskapurin er í
hásæti, og fólkini
í bygdini eru
sjáldsama vinarlig og
fyrikomandi, verður
sagt í greinini
Kampingpláss
16. mai 2007 gekk leiðin
við húsvogninum til Sela
traðar. Tá vit nærkaðust
Selatrað, ringdu vit sum
avtalað til Jákup Weihe,
leiðara av kampingplássi
num og boðaðu honum frá,
at vit vóru á veg.
Tað er gott koyrandi til
Selatraðar, sjálvt um veg
urin tað seinasta strekkið er
smalur. Okkara vognur er
2,30 cm. breiður og vit
komu fram í øllum góðum,
so tað er óivað eisini koyr
andi við eitt sindur breiðari
vogni.
Gott hugskot
Kampingplássið
liggur
framvið brimgarðinum nið
ast í bygdini, har er pláss
fyri fleiri vognum, økið er
grúsøki, sum vit meta riggar
væl, men kommunan hevur
ætlan um at asfaltera. Á
økið er fyribils settur ein
vognur við eini brúsu, ein
um hondvaski og ein wc
kummu. Har er heitt/kalt
vatn, ljós stikkari til fønara/
barbermaskinu og elhiti.
Uttanfyri er ein brunnur til
tøming av spillvatni og ein
brunnur til tøming av wc.
Alt hettar fungerar ”per
fekt”. Vit hava frætt, at ætl
anin er at seta skúrar upp
seinni.
Plássið er spennandi fyri
børn. Øðrumegin er ein
stórur hylur við krabbum
og øðrum spennandi í, og
hinumegin er ein ”pinku
lítil” strond við malargróti.
Kampingplássið er á eini
kei, har liggja eisini fleiri
bátar so tað er nokk ”smart”
at hava bjargingarvestar til
børnini. Skótadepilin og
viðarlundin liggja ein stutt
an gongutúr har frá.
Á plássinum eru tríggir
elsteyrar har (við serligum
kortum) kann keypast el og
vatn. Kortini skulu keypast
fyri kr. 100 frá kamping
leiðaranum (100 kr. deposi
tum og 100 el), so ein
avgerð sjálvur upphæddina,
ið ein vil keypa el fyri.
Eftirverandi upphædd verð
ur førd aftur á kortið.
Soleiðis kann kortið brúkast
aftur og aftur, tað er bara at
fylla meira pening inn á
kortið genialt!
Frá kampingleiðaranum
fingu vit upplýst at prísurin
er kr. 50 pr. vogn pr. byrjað
døgn. Hetta meta vit verða
eina ”serasera” sámiliga
upphædd. Prísurin er broytt
ur nakrar ferðir, so vit vita
ikki um upphæddin verður
broytt aftur, men ráðiligt er
at spyrja um prísin tá ein
biður um pláss, so eingin
ivaspurningur er.
Grind á Selatrað
Vit meta kampingplássið á
Selatrað at vera eitt serstak
liga
gott
kampingpláss.
Blíðskapurin er í hásæti,
fólkini í bygdini eru sjáld
sama vinarlig og fyrikom
andi og kampingplássið
verður rikið ”professio
nelt”.
Gert tú ”lekkurtsultin”,
kanst tú bara spáka tær yvir
til tað lítla svarta húsið, ið
stendur á keiøkinum, og
spyrja Óla um tú kanst
keypa turra grind og spik.
Vit fingu ein (stóra) smakki
roynd
frá
honum. Tað
smakkaði óført, so tað vilja
vit hervið ráða tykkum til
at royna.
Okkara niðurstøða er, at
kampingplássið á Selatrað
er eitt deiligt kampingpláss
og vilja vit tí mæla øðrum
til at royna tað.
Tørvurin
var til
staðar
Vit sóu ofta bilar
standa her á Selatrað. Tá
teir kortini vóru her,
kundu vit eins væl gera
eitt kampingøki og
soleiðis fáa nøkur oyru
burtur úr tí, sigur
Malena Thomsen,
borgarstjóri í Sjóvar
kommunu.
Á fundi í mars mánaði
varð samtykt, at skipa
økið við havnarlagið á
Selatrað sum
kampingøki – eitt øki,
sum í roynd og veru var
klárt at taka í nýtslu.
Frammanundan
hesum hevði Sjóvar
kommuna, sum Selatrað
er ein partur av, broytt
byggisamtyktina fyri
økið. Og síðani var klárt
at fara til verka við
kampingplássinum.
Ætlanin er kortini
ikki, at kommunan sjálv
skal reka hetta økið,
men fáa onkran annan at
leiga økið frá
kommununi og brúka
tað til ferðavinnu.
Selatrað er jú frá
skaparans hond eitt sera
náttúruvakurt øki, við
vakrari fjøru og góðum
útsýni yvir Sundalagið.
Økið er eisini serliga
væl egnað til
barnafamiljur. Tað hoyra
tey eisini frá fólki, at
børnini hava trivist sera
væl.
Tey hava fangað
krabbar og annað. Ein
dagin bað ein smágenta
meg koma til eitt stað
fyri at vísa mær alt tað,
sum tey høvdu fangað í
fjøruni. Ja, tey høvdu
snøgt sagt stovnað ein
djórahandil!, sigur
Jákup við einum brosi.
á Selatrað
Gott pláss fyri
sámiligan prís
- Tá bilarnir kortini vóru her, kundu vit eins
væl fáa nøkur oyru burtur úr tí við hesum
kampingplássinum, sigur Malena Thomsen,
borgarstjóri sum her er avmyndað saman við
umsjónarmanninum, Jákupi Weihe
Mynd: Høgni Thomsen
Smáttan á campingøkinum