týsdagur 10. juli 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 130 - 10. juli 2007
Millum mongu
brúdleypini, ið
vóru leygardagin,
var eitt av teimum
hildið í Bø. Bygdin
við bergtakandi
landslagnum var
karmur um eitt
brúdleyp av teimum
heilt forkunnugu,
tá ið Birita og Petur
giftust
Hugleiðinga4
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Í góðveðrinum leygardagin
giftust Birita á Soylheygnum
og Petur Pólson. Bilarnir
streymaðu til bygdina, ið av
sjálvsagdum
ávum
ikki
maktaði henda ferðsluherin.
Akførini stóðu á hvørjum
horni, men hetta bilti ikki.
Bilurin var settur sum best
bar til, og so varð farið
oman í bygdina.
Klokkan tíggju var vígsl
an í Bíggjar kirkju, og sum
tey flestu kundu gitt, so var
ikki talan um eina stóra
dómkirkju. Væl stúgvaði
lýddu vit á, meðan vakra
brúðarparið var vígt. Í práti
seinni, hugleiddi Petur:
Eg má viðganga, at
áðrenn brúdleypið, væntaði
eg ikki tað stóru broytingina
aftaná. Og hyggur tú eftir
soleiðis útvortis, so er ikki
so nógv broytt. Sum man
sigur; man fekk pappír upp
á tað.
Men tá eg sat har og
hugdi yvir á Biritu og Døgg,
ivaðist eg ikki í, at hetta var
eydnuríkasti dagur í mínum
lívið. Tað var sum um, at
dagurin var ein samanrenn
ing av nógvum eydnuríkum
døgum, sum hava verið
frammanundan,
um
tú
skilur hvat eg meini.
Eftir eina ótrúliga góða
og vakra talu, vígdi Inga
Poulsen Dam parið, sum nú
sessaðust somu megin:
Hendan myndin við, at
vit fyrst sita hvør sínu meg
in, og síðani sessast á somu
síðu, haldi eg vera ein sera
vakran sið. Nú eru vit ein
familja, sigur Petur.
Ein heildaruppliving
Seinni um dagin var mót
tøka hildin í pakkhúsinum í
Bø. Ígjøgnum nógv ár hev
ur Jógvan Nordendal sett
húsini í stand í síni frítíð,
og her fyri vóru tey klár.
Eini sera hugnalig hús, ið
ikki hava mist sína gamal
dags sjarmu í ístandsetan
ini.
Tó var tað ikki innandura,
fólkið var statt, tí veðrið av
tí
allarbesta.
Pakkhúsið
stendur heilt niðri við sand
in, og beint uttanfyri var
eitt stórt tjald sett upp, har
ein kundi eta alt tað, ið
búkinum lysti. Neyvan fór
nakar svangur til húsar
hendan dagin, men tað vóru
allarhelst fleiri við mær, ið
kanska áttu at havt steðga
eitt sindur fyrr. Sera, sera
vælsmakkandi!
Vit høvdu satt at siga
ikki nakra backup ætlan.
Um tað hevði regnað,
høvdu allir gestirnir verið
noyddir at troka seg inn í
pakkhúsið, sum als ikki
hevði klárað at rúmað øllum
400 fólkunum, ið vóru har.
So vit máttu bara vóna.
Men tí at veðrið var so
gott, var dagurin betri enn
vit nakrantíð høvdu torað at
droymt um.
Sum okkurt annað før
oyskt tiltak leggur seg eftir,
so var her talan um eina
heildaruppliving.
Meðan
Tindhólmur
hugdi
at,
spældu børn á sandinum og
gleddust um, at vera sloppin
úr fínu fangabúnum, ið
lógu sløddir her og har.
Vanliga er tað bara strævið,
men akkurát henda dagin
gjørdi tað ikki so nógv, at
eitt nýforelskað par lá og
fríggjaði niðri við sandin.
At njóta góðan mat, gott
samfelag og gott veður í
dreymakendum umhvørvi.
Torført er at finna betri.
Brúdleyp:
Ógloymandi gildi
í dreymaumhvørvi
- Tá eg sat har og
hugdi yvir á Biritu
og Døgg, ivaðist eg
ikki í, at hetta var
eydnuríkasti dagur
í mínum lívið, sigur
Petur Pólson, ið giftist
leygardagin.
mynd: Petur Háberg
Fólk hugnaðu sær í góveðrinum. Pakkhúsið, har brúdleypið
varð hildið, lá niðri við sjóvarmálan, so torført er at finna betri
brúdleypsumstøður
mynd: Petur Háberg
Vakra útsýni gjørdi sítt til, at talan var um eina sanna
heildaruppliving.
mynd: Petur Háberg