Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2007 3 lýsingar Talan er um eitt stórt konsernroknskaparhald, har samanhangirnir of a eru torgreiddir. Tí er neyðugt, at tú hevur yvirlit yvir røttu samanhangirnar, skilir roknskap og dugir væl við tølum. Roknskaparhaldið er so at siga 100% elektróniskt. Tí er tað ein fyritreyt, at KT er ein heilt natúrligur partur av tínum geradisdegi. Í høvuðsheitum verða ábyrgdarøki tíni at: t leiða arbeiðið í roknskaparhaldinum, har um 15 fólk arbeiða t viðgera roknskaparspurningar t fremja og støðugt menna innanef irlit t gera og viðlíkahalda internar mannagongdir á rokn- skaparøkinum t seta í verk nýggjar KT-loysnir t tryggja, at broytingar og nýggjar loysnir virka, sum tær skulu (nároyna) t viðlíkahalda roknskaparregluverkið hjá landinum, herímillum at arbeiða við einum nýggjum roknskaparreformi Vit kundu hugsað okkum, at tú: t ert í 30- ella 40-ára aldrinum t hevur ástøðiliga útbúgving á roknskaparøkinum, t.d. cand.merc.aud. t hevur drúgvar royndir at arbeiða við bókhaldi, roknskapi og innanef irliti t hevur leiðsluroyndir t megnar at byggja brúgv millum roknskap og KT t hevur áhuga fyri KT og brúkar KT í dagliga arbeiðinum Starvið er lønt í 37. lønarfl okki hjá tænastumonnum landsins, og í ef irlønargjaldi verða goldin 15%. Starvið er ikki tænastumannastarv, men verður sett ef ir ser- lig ari avtalu. Umsóknarfreistin er 26. juli 2007. Umsóknir skulu verða stílaðar Føroya Gjaldstovu, Postboks 2009, 165 Argjum. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú ringja til Leif Abrahamsen, fartelefon 214660, ella Duritu Tausen, fartelefon 214954. Les meira á www.gjaldstovan.fo Søkt verður ef ir roknskaparstjóra til Gjaldstovuna Dámar tær avbjóðingar, tøl og at leiða, so ert tú kanska næsti roknskaparstjórin á Gjaldstovuni. Nýggi roknskaparstjórin skal standa fyri rokn skaparhaldinum hjá landinum og fyri roknskap arligu umleggingunum, sum verða næstu árini. F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Føroya Gjaldstova R E P R O Z Um Gjaldstovuna: Gjaldstovan rekur Búskaparskipan landsins. Høvuðs- skipanirnar eru roknskaparskipan við undirskipanum, felags lønarskipan, dátuvøruhús, leiðslukunningarskipan, búskettskipan og portalur. Gjaldstovan undirvísir í skipanum, ger brúkaraveg leiðingar, er við í ymsum verkætlanum, ráðgevur í spurn ingum um roknskaparverk landsins, búskaparstýring og Búskapar- skipan landsins. Í EDV-skipanunum er kjarnuskipanin ERP-skipanin Oracle E-business Suite. Allar skipanirnar, tær fl estu webskipanir, eru savnaðar á einum portali, sum seinni í summ ar verður atkomiligur frá alnetinum. Ovasti myndugleiki fyri EDV-trygdini er hjá EDV-trygdar- ráðnum. Roknskaparstjórin er limur í ráðnum. Missiónin hjá Gjaldstovuni er at skapa fyritreytir fyri muna- dyggari og kvalifi seraðari búskaparstýring hjá land inum. »Tá eg var liðug í skúlanum, søkti eg lærupláss nógvastaðni, men eg valdi Føroya Banka, og tað eri eg glað fyri« – Anita Knudsen Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Føroya Banka. Sum fyrsti børsskrásetti bankin í Føroyum er Føroya Banki eitt nýmótans arbeiðspláss, ið virkar eftir altjóða virkisháttum. Visión Bankans er at vera leiðandi banki í Føroyum og altjóða at veita kundum útvaldar fíggjar- tænastur. Missiónin er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá kundunum at fullnýta síni evnir og sínar møguleikar. Í Bankanum arbeiða vit eftir hesum virðum: dugnasemi, eldhuga og framsøkni. Vilt tú verða partur av framtíðini hjá Føroya Banka? Vilt tú vera ein av okkum? Umsóknarfreistin er 1. august. Les meira á www.foroya.fo Hjá okkum fært tú eina lønandi útbúgving