týsdagur 10. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 130 - 10. juli 2007
Café
Natúr
selt
Bárður Højgaard,
Eyðun Simonsen
og Hans Jørgen
Djurhuus hava
keypt Café
Natúr burturúr
samtakinum Byin.
fo
SØLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Rúni Djurhuus, stjóri í
Byin.fo, váttar, at Café
Natúr er selt burturúr
samtakinum
Byin.fo,
sum fevnir um fimm
ymisk skeinki- og dansi-
støð í høvuðsstaðnum:
REX,
Eclipse,
Café
Natúr, Cippo og Manhat-
tan.
– Tað kom eitt so gott
tilboð, at vit ikki fingu
sagt nei, sigur Rúni Djur-
huus.
Teir sum hava keypt
Café Natúr úr Byin.fo,
eru tríggir av fyrrverandi
eigarunum í Byin.fo:
Bárður Højgaard, Eyðun
Simonsen og Hans Jør-
gen Djurhuus. Tað vil
siga, at tað nú bara eru
Rúni Djurhuus, Janus
Einar Sørensen og Hálv-
dan Haldórsen sum eiga
Byin.fo. Við øðrum orð-
um líkjast eigaraviður-
skiftini
nú
uppruna
eigaraviðurskiftunum,
tá Hálvan Haldórsen og
Rúni Djurhuus keyptu
náttarlívið í høvuðsstað-
num av fyrstan tíð.
– Møguliga var hetta
ov nógv til og fáar
menn, sigur Rúni Djur-
huus, sum uttan at fara í
smálutir leggur aftrat, at
Byin.fo í næstum ætlar
at víðka um virksemi í
náttarlívinum.
Fleiri fólk hava gjørt
vart við, at mjólk og
rómi tey hava keypt
um vikuskiftið, spilt
ist fleiri dagar áðrenn
lokadagin, ið stóð
á pakkunum. – Tað
kann vera heita veðr
ið, sigur MBM
MJÓLK
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fólk úr bæði Eysturoynni
og úr høvuðsstaðnum hava
um dagarnar ringt til Sosial-
in og sagt, at mjólkin ella
rómin tey keyptu um viku-
skiftið, spiltist tveir til trígg-
jar dagar á lokadagin, ið
stóð á pakkanum. Eftir at
hava staðið nakrar heilt fáar
tímar á borðinum klumpað-
ist mjólkin, og rómin gjørd-
ist illlittur og súrur, eftir at
hava staðið tveir dagar í
køliskápinum.
Á Meginfelag Búnaðar-
manna, MBM, kenna tey
ikki til trupulleikan.
– Vit hava fingið tvær frá-
boðanir frá fólki, um at okk-
urt hevur verið galið við
vøruni, tey hava fingið, og
tað er einki óvanligt, greiðir
stjórin í MBM, Eirikur Thor-
valdsson, frá. Hann sigur, at
tað heldur ikki á laboratorii-
num er nakað úrslit, sum
peikar skeiva vegin, men at
nú eru nýggjar kanningar
settar í verk.
Ansi eftir kølingini
Eirikur Thorvaldsson vísir
á, at tað í hesum førinum
illa fær verið galið við fram-
leiðsluni.
– Vit sendu 60.000 litrar
av mjólk út um vikuskiftið.
Henda verður framleidd í
trimum ymsum tangum á
20.000 litrar hvør, og hevði
tað verið galið í onkrum av
hesum, so hevði tað verið
galið við 20.000 litrum, og
vit høvdu verið niðurringd,
sigur Eirikur Thorvaldsson.
Men hvat fær tað so ver-
ið? Møguliga hevur kølingin
svikið onkustaðni, sigur
stjórin í MBM.
– Hetta er árstíðin við hes-
um trupulleikunum. Tað er
heitt í veðrinum, og um
vikuskiftið var heilt upp í
17 stig. Ikki allir handlar
taka mjólkina inn beinan-
vegin sum hon kemur, og
mjólkin tolir illa slíkan
hita.
– Tá so mjólkin er keypt,
so verður hon ofta borin út í
bilin, sum eisini er heitur tí
sólin hevur skinið, og tað er
heldur ikki gott fyri mjólk-
ina, greiðir Eirikur Thor-
valdsson frá.
Tí heitir hann á handlar-
nar, um at fáa mjólkina inn
og á køl beinanvegin hon
kemur til teirra. Somuleiðis
eiga fólk at fáa mjólkina í
køliskápi so skjótt tey eru
komin heim.
Øðrvísi smakkur nú
Eirikur Thorvaldsson hevur
eisini eina frágreiðing uppá,
hví mjólkin er farin at smak-
ka eitt sindur øðrvísi nú enn
hon hevur gjørt í vetur.
– Tað eru ikki øll, sum
hava lagt merki til, at smakk-
urin er vorðin eitt lítið sind-
ur øðrvísi. Men frágreiðing-
in er altso, at bøndurnir
hava lovað neytunum út, eft-
ir at tey hava staðið inni all-
an veturin. Har hava tey
bara etið súrhoyggj, men nú
skulu tey brádliga bara eta
fekst gras, og tað ávirkar
smakkin á mjólkini, sigur
Eirikur Thorvaldsson, stjóri
á MBM.
Mjólkin tolir ikki góða veðrið
Havgrím Johannesen
hevur keypt helvtina
av øllum matstovu
virkseminum í SMS
HANDIL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Dvøljan eitur nýggja parta-
felagið, sum eigur alt mat-
stovuvirksemi í SMS í
Havn. Hetta fevnir um mat-
stovurnar Burger King, Sun-
Set og Perluna, umframt
nýggju café’ina Baresso, og
eru tað Havgrímur Johanne-
sen og SMS, sum eiga hvør
sína helvt í felagnum.
Havgrímur sjálvur er stjó-
ri í Dvøljan, meðan stjórin í
SMS, Niels Mortensen, er
nevndarformaður.
Dan
Olsen, Havgrímur Johanne-
sen og Kára Gunna Óladóttir
eru nevndarlimir í parta-
felagnum, sum hevur ein
partapening upp á fýra mill-
iónir krónur.
– Vit hildu hetta vera áhu-
gavert, og valdu at sláa okk-
um saman í eitt felag, har
vit ætla at dríva á, sigur
Havgrímur
Johannesen.
Hann ynskir ikki at siga
nakað um keypsprís, men
sigur bara, at báðir partar
eru nøgdir við prísin.
Í endamálsorðingini hjá
partafelagnum
Dvøljan
stendur, at: »endamál felag-
sins er at reka matstovuvirk-
semi, keyp og sølu og annað
starv í hesum sambandi.«
Havgrímur Johannesen er
tó fáorðaður, tá vit spyrja
hann um hann ætlanin er at
víðka um matstovuvirksemi
og fara út um SMS við hes-
um.
– Eingin veit, er stutta
svar hansara.
Havgrímur keypt matin í SMS
Rómin á eini lagkøku
gjørdist bláur eftir at
hava staðið í køliskápi í
tveir dagar
Havgrímur Johannesen er
stjóri í partafelagnum
savnsmynd
Samherji við nýggj
um sølufelag
Oslo: Íslendska fiskivinnusamtakið »Samherji«
hevur lagt alt sølulið sítt inn í eitt nýtt felag, sum
kallast »Ice Fresh Seafood«. Sambært blaðnum
Fiskaren byrjaði felagið virksemið sítt 1. juli og
hevur í starvi tey, sum áður hava arbeitt í
søludeildini í Samherja. Ætlanin er at tey skulu
selja framleiðslurnar hjá Samherja og
dótturfeløgunum.
Nýggjur vegur gjøgnum Sandarlíð
Sandoy: Í løtuni kanna tey hjá Landsverki, hvat besta uppskotið er fyri tí nýggja
vegnum gjøgnum Sandarlíð. Tvey uppskot liggja á borðinum, sum bæði hava til
endamáls at avloysa henda gamla vegin, sum man teljast millum elstu vegastrekki
í landinum. Hann er tí ikki tíðarhóskandi longur til ta ferðsluna, sum koyrir eftir
honum hvønn einasta dag. Tí verður kannað hvat rættast er at gera, - breiða vegin
ella møguliga bora ein tunnil. Av Landsverki verður upplýst, at prosjekteringskost
naðurin fyri 2007 er 300.000 kr. Kostnaðurin fyri sjálvt arbeiðið er rættiliga
ymiskur – úr 21,5 heilt upp í slakar 36 mió krónur.