týsdagur 10. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 130 - 10. juli 2007
Mikudagin 11. juli
verður móttøka í
Sjónleikarhúsinum í
Havn í sambandi við
útgávuna av nýggju
bókini hjá Birgari
Johannessen ”Havnin
– fólk og yrki 1900-
1939”. Bókin er fyrst
bind av tveimum
Mentan
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Seinastu fimm árini hevur
Birgar Johannessen í Havn
arbeitt miðvíst við einari
stórari hondbók yvir Havn
ina, sum nú er komin út í
fyrsta bindi. Bókin er 439
blaðsíður við umleið 1.000
áhugaverdum og viðkoman
di myndum. Bókin er fyrsta
bind av tveimum. Næsta
bind verður um tíðarskeiðið
19401969.
Slíkt arbeiði er sera tíðar
og orkukrevjandi, men Birg
ar hevur við ídni, ágrýtni og
sínum væl skipaða og
greiða arbeiðsmáta, givið
Føroya fólki ein veruligan
fong við hesi leksikon yvir
høvuðsstað okkara.
Eitt sum eyðkennir tað
sum Birgar fæst við, er at
tað hevur so stóran áhuga
millum fólk.
Á hansara framsýningum
hava tey vitjandi ofta hug at
gloyma seg sjálvi burtur í tí
tey síggja, tí har er so nógv
ymiskt, sum fær tey at minn
ast aftur á farnar dagar. Stór
ur áhugi hevur eisini verið
fyri myndunum, sum vit
hava havt í blaðnum, har
Birgar við lesarans hjálp
hevur fingið rættan tekst
undir fleiri av myndunum.
Bókin grýpur inn í alla
mentanina hjá býnum. Hon
byrjar við einum heiðurs
borgara og formonnum í
býarstýrunum og borgar
stjórum, síðan koma ólav
søkurnar fram til 1939. Bók
in er so umfatandi at vit
kunnu ikki nevna alt her,
men vit kunnu t.d. nevna
konfirmantar, kirkjur og
samkomur, nógvar ymiskar
Havnin fingið sítt
Birgar Johannessen við nýggju bókini ”Havnin – fólk og yrki 1900-1939”. Bókin er fyrsta bind av tveimum
Birgar er føddur í 1946 í
endakamarin á loftinum í
hesum húsunum í Gongini
í Havn. Tað var her H.
N. Jacobsen byrjaði sítt
bókbindaravirki og seinni
bókahandil. Familjan búði
har, til tey í 1949 fluttu yvir
í Lon