týsdagur 10. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2007
13
Gudrun Zoëga, og ikki at gloyma
samkomuhúsið Zion á Sandi.
Men hví skulu afrikansku
londini Zambia og Zimbabwe so
í hesum neyðar atlassi skrivast
Sambia og Simbabvi. Oljulandið
Kuwait sleppur hvørki at eiga sítt
w ella ai, tað verður Kuveit
Staðanøvn, sum ikki eru statir,
fáa tó enn loyvi at varðveita bæði
W og Z. Wales, sum í fótbólts
høpi er fullgóð tjóð, fær ikki tað
ivingasomu æru at vera skriva
”Veyls”. Í atlassinum finna vit
onnur staðnøvn, sum eru skrivaði
púra beint: Washington, Weimar,
Wellington, Wien, Wisconsin og
fleiri onnur. Z er eisini fullgóður
bókstavur í fleiri førum: Zagreb,
Zakopane, Zaragoza og Zürich
(hevði tær, ella schweizarum,
dámt Sýrikk?). So, nú er eingin
konsekvensur í ”reglunum.”
Forboð móti C og CH?
Atlassið ger eina roynd at beina
fyri púra vanligum staðanøvnum
bæði í Europa og aðrastaðni, sum
hava latínska bókstavin c ella
samansetingina ch. Enn eina ferð
er Chile gott dømi. Tað minnir
meira um matgerð og sterkt
kryddarí, tá tað verður forbrongl
að til Kili. Onkur hevur verið so
framligur og bent kunstiga orði
num, og sagt í Kila. Høvuðs
reglan er, at fremmand landa
nøvn ikki bendast lat íslend
ingar um tað. Chad er skrivað
Kjad. Columbia verður skrivað
við K Columbia er uppkallað
eftir sjófaranum Columbus. Og
soleiðis stavast eisini navnið á
gamla línubátinum. Sama við
Costa Rica, sum fær tvey K.
Forboð móti samanseting av
A og U til au?
Heimsparturin eitur sjálvandi
Australia, ikki Avstralia, sum
atlassið skrivar tað (kanska Av,
tí íslendingar skriva Ástralia).
Men so blívir navnatýðarin
aftur inkonsekventur, og gloymir
sínar egnu ”reglur.” Eitt oyggja
land (statur) í Stilla Havinum er
komið at eita Nauru (ikki
Navru). Og stóra arabiska olju
landið hevur fingið loyvi fram
vegis at eita og skrivast Saudi
arabia (ikki Savdiarábia). Men
Mauritius verður tó ikki bara til
Mavritius. Nei, tað verður her
stavað Móritius. Mauretania
verður somuleiðis Móritania.
Forboð móti samanseting av
A og I til ai?
Somu viðferð fær bókstava
kombinatiónin a+i, líkamikið um
hon stendur sum tvíljóð
(diftong), sum í Jamaica; ella har
báðir vokalarnir skulu úttalast,
sum í Ukraïne ella Haïti. Bæði
lond fáa eitt føroyskt ei, og tað er
skeivt. Eitt land í Afrika kallaðist
einaferð (tá atlassið bleiv til)
Zaïre. Her blívur tað skrivað Sair
(men, hví ikki Seir?). Í dag eitur
landið Congo.
Øll h-ini, sum detta burtur?
Onnur mál hava onnur ljóð enn
tey, sum brúkast í føroyskum. Á
eingilskum er til dømis eitt
”bleytt” t , sum teir skriva th.
Ein býur í Suðuronglandi eitur
Bath. Men her ber ikki til at
blaka hið burtur, tí sovorðið
brúka vit ikki í føroyskum. Bat
(uttan h) er á eingilskum ein
flogmús (”Like a bat out of
Hell,” Meat Loaf).
Nei, hatta er bara ikki føroyskt,
men eingilskt, og fylgir tí
serligum eingilskum reglum,
sum lærarin í geografi eigur at
hava hylling á. Tað er lærarans
uppgáva.
Men einaferð aftrat, tá før
oyska atlassið skrivar statsnøvn,
sum á almenna og almindiliga
skriviháttinum inniheldur
sovorðið ”bleytt” ella onnur –h,
so verður tað bara droppað,
blakað burtur.
Ghana verður Gana, Afghanis
tan verður Afganistan. Thailand
verður Teiland, Bangla Desh til
Bangladesj, Liechtenstein til
Liktinstein !!!
Og so eitt serføroyskt
uppfinnilsi
Eitt fremmant land hevur fingið
eitt nýtt og púra reint føroyskt
navn, hóast føroyingar ongantíð
hava haft nakað serligt samband
við tað. Sum einasta suvereni
statur í verðini hava Cap Verde
oyggjarnar fingið føroyska
navnið Grønhøvdaoyggjar.
Jamen, hví? Harrin haldi sína
beskjyttandi hond yvir okkum….
Verde merkir ’grønt’ á
sponskum og portugisiskum. Og
Cap, ella á portugisiskum Cabo,
kann merkja so nógv ymiskt:
nes, oddi, útoddi, tangi, galvur,
múli, nøs, nev, knúkur, knabbi,
knópur, nøv, nøva, kjálki, nípa,
núpur, nakkur, barð, enni, hálv
oyggj, høvdi, útnes, berg, forberg
ella kappi. Variatiónirnar á før
oyskum eru mangar. Men
”høvdar” tysja fram um alla verð
í hesum merkiliga atlassi, eg orki
ikki at nevna allar. Tykist, sum
onkur hevur fingið ”høvdar” upp
á heilan.
Øll staðanøvn, ikki bara í
Føroyum, hava ein
upprunaligan týdning
Er tað ikki so, at ØLL staðanøvn
í verðini hava ein týdning? Tey
kunna vera vaksin fram natúrliga,
sum Suðuroy (tann sunnasta
oyggin), Langeland (tað langa
landið/oyggin), Norge (ella
Norðvegur, leiðin at sigla norður
eftir).
Men tey kunna eisini verða
samtykt ella ”givin.” United
States of America er ikki natúr
vaksið, men ein samtykt, at
soleiðis skulu hesi londini
kallast. Sama við Tanzania, sum
kunstiga er sett saman av
Tanganyika og Zanzibar. Ella
Bolivia, uppkallað eftir Simon
Bolivar.
Tú finnur Los Angeles í
California, sum á sponskum
merkir ”Einglarnir.” Firenze í
Italia, eldri Colonia Florentina,
merkir ”Býurin við blomstrum.”
Magnitogorsk í Uralfjøllunum
merkir ”fjallið við magnetjarn
steini.” Canterbury í Suður
englandi kemur av Cantwara
burg, ella ”Borgin hjá Kent
búgvum”
Eg nevni hesi dømi, bert fyri at
vísa hetta, at øll staðanøvn, hvar
sum helt í verðini, hava ein
týdning. Onkuntíð er tað lætt at
síggja, men sum oftast skal
serligur kunnleiki til. Eg nevni
hetta eisini tí, at tað er ikki bert
ómøguligt, men eisini stak
ópraktiskt og als ikki tilráðiligt at
fara at umseta nøvn í Afrika ella
nakra aðrastaðni. Tað er stutt og
gott ørskapur.
Ikki tess minni, hevur atlassið
nakrar undarligar royndir at geva
fremmandum býum og oyggjum
”føroysk” nøvn. Nøkur fá dømir:
Høvdastaður liggur í Suður
afrika, er Cape Town.
Grønhøvdaoyggjar er suve
renur statur vestan fyri afri
kanska meginlandið, er Cabo
Verde ella Cap Verde.
Suðuroyahav við Vestur
skotland, Sea of the Hebridies
Crudenvík í Skotlandi, har
norðsjóvargassið kemur á land,
er Cruden Bay
Burgundarhólmur, donsk
oyggj, er Bornholm
Hvat er at gera?
Konventionell føroysk nøvn. Av
hesum eru nøkur fá: Keypmanna
havn, Oyrasund, Hetland, París
(við í), og nøkur landanøvn,
serliga í Europa. Týskland
Deutschland. Frankaríki France.
Spania España. Hesi konventio
nellu nøvn skula sjálvandi
brúkast, men set tað rætta/
nationala navnið aftrat í parentes.
Respektera hini málini.
Brúka so vítt gjørligt nøvn,
soleiðis sum londini sjálvi brúka
og stava tey. Ikki Køgevík, men
Køge Bugt. Ikki Fjón, men Fyn.
Ikki Ísafjørður, men Isefjord.
Brúka transkribtións-
reglurnar, sum eru alment
galdandi, tá russisk, arabisk,
kinesisk, indisk, armensk og øll
onnur serlig alfabet skulu týðast
og skrivast við latínskum
bókstavum.
Brúka internationalar
samtyktir og tilmælir. Nógv
ivamál eru. ST hevur nevndir (m.
a. UNGEGN), ið arbeiða við
málinum. Onnur lond hava
universitet og stovnar, sum royna
at halda skil á. Føroyar hava
einki.
Leggja seg tætt at teim
skandinavisku londunum. Mítt
uppskot er einfalt, at leggja seg
tætt upp at tí, sum Skandinavisku
londini Danmark, Svøríki og
Norra gera, og so skeita at tí
eingilska, sum í okkara tíð er
heimsmálið, eitt ”lingua franca.”
Minka um exonymir (nøvn,
sum eitt mál brúkar um nøvn í
øðrum máløki). Í atlassinum er
ein keðiligur tendensur til at
dyrka tey og uppfinna nýggj.
Ikki Stokkhólmur, men
Stockholm. Ikki Danmørk, men
Danmark. Ikki Suðuroyggjar,
men Hebridur ella Hebridies.
Legg av, legg ikki aftrat.
Droppa arkaisering. (Tað at
gera málið arkeiskt, gera tað
gamalt: at finna gamlar formar,
sum fyri langari tíð eru horvnir
úr tí livandi málinum.Tað veri
seg úr íslendskum søgum,
gomlum kvæðum og gulnaðum
skjølum). Ikki Burgundarhólmur,
men Bornholm. Ikki Bjørgvin,
men Bergen. Ikki Líðandisnes,
men Lindesnes.
07.07.07
Í greksku mytologini er Atlas sonur titanin Japetos og havgudinduni
Klymene, eisini kallað Asia, ið var dóttir Okeanos. Hann bleiv dømdur at
bera himmalhválvið á sínum herðum, tí hann hevði luttikið í kríggi móti
Zeus. Kartografurin Mercator brúkti Atlas-myndina á tittulblaðnum á eini
kortbók, sum so kom at kallast eitt Atlas.