Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 130 - 10. juli 2007 Tinghellukronikkin Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Sum greinskrivarin segði: ”Hvussu ber tað til, at so nógvir føroyingar hava fingið tað undarligu vanlagnu, at teir ikki tora at brúka tað natúrliga og ókonstrueraða málið, teir hava fingið frá foreldrum og ættar­ umhvørvi?” Hetta er veruleikin, so sum eg eisini ofta upplivi hann. Nógv skilagóð fólk tora ikki at taka orðið ella skriva , tí tey halda at teirra vanliga mál ikki er ”nóg føroyskt,” sum tey siga. Fleiri ferðir havi eg sitið inni hjá fólki, og útvarpið hevur verið frá. So er okkurt orð komið fyri, sum eg so havi spurt um. Svarið ljóðar ofta: ”Nei eg veit ikki, eg forstandi so lítið av hasum undarliga, tey siga” Atlassið - Ein keðilig og lítið upplívandi sak Eg haldi í grundini ikki, at tað er stuttligt at skriva um hetta. Tað hevði verið nógv lættari bara at ypt øksl, og sagt: ”Teir um tað, hatta er ikki mítt problem.” Men viðurskiftini eru serlig í Føroyum, ikki sum í Danmark, Svøríki ella USA. Har ber altíð til at velja millum 5, 10 ella 100 atlas, akkurát til tann tørv, tú sum lærari ella privatpersónur hevur. Men í Føroyum er bert eitt atlas, og tað er nú 14 ára gamalt, og heilt foroldað á nógvum økjum. Og so – ikki minst – hevur tað nakrar grundleggjandi feilir, tá tað kemur til navnastoffið. Kundi hent seg, at Skúlabóka­ grunnurin ætlaði at geva eitt nýtt atlas út, ella at revidera tað gamla. Tað er tiltrongt. Og tað finnast í dag hópur av skilagóð­ um geografum í Føroyum, og eisini linguistar (fólk við mál­ kunnleika), sum kundi rætta mistøkini í tí gamla. Haraftrat faklærarar í fólkaskúlanum, sum vita hvat ið tey hava brúk fyri. Tað er synd, haldi eg, at ein skúlabók, eitt atlas, verður brúkt sum skemt til jóladøgverðar (jólafrokostar).Tað verður grinið at tí, bæði av lærarum, foreldrum og næmingum. Gaman í, sjálv­ andi er okkurt tvørtræ, sum følir sælu við at siga: Høvdastaður! Úr geografi-fakinum, ella landalæruni Tað vanliga talu­ og skriftmálið mugu onnur fáa skil á. Eg havi sjálvur eina fakliga bakgrund í geografiini, sum eisini hevur nakað at gera við at skilja, hvussu Verðin er skrúvað saman, og hvussu livikor og møguleikar eru ymsastaðni. Til at tosa um verðina er neyðugt at hava eina barlast av vitan, eitt fakmál, sum fer eitt sindur út um tað vanliga gerandismálið. Eitt nú at geva londum nøvn, ið kann brúkast í samtalu. Nøvn, sum eisini onnur kennast við og forstanda. Annars er kommunikatión ikki møgulig. Tíverri hava føroysk skúlabørn, og onnur við, haft eitt ”heims­ atlas”, sum brýtur allar reglur, tá tað kemur til skriving av staða­ nøvnum. Tað hevur skapað óvissu og iva. Tí tað, sum er gjørt ”serføroyskt,” ikki kann brúkast til annað enn at skapa forvirring. Tað sær so út, at atlas­týðarin hevur givið statum (suverenum londum) eina ”føroyska” rætt­ skriving, meðan øll onnur staðanøvn ikki fylgja hesi konstrueraðu rættskriving. Men annars er einki fast principp at finna. Fólk duga annars, uttan stórvegis himpr, at skilja ímillum Fólk flest hava eina klára fatan av, um orð og nøvn eru føroysk ella ikki­føroysk. Tey duga eisini at skilja í millum, um úttalan av bókstavum ella bókstava­ kombinatiónum skal vera føroysk ella ikki­føroysk. Einki mál verður spilt av hesum, tvørturímóti, talumálið verður bæði ríkari og meira varierað. Ke- og Ki-, á føroyskum og øðrum málum Fólk vita at Kirkjuvatn og Kirvis­ kollur eru føroysk staðanøvn, og at Ki­ í hesum førum skulu úttalast (við einfaldari ljóðskrift) kji. Sama við Keldufjall og Kellingin, har Ke­ úttalast kje. Men fólk hava eisini eitt gott og fast fornemmilsi um, at Kina, Kiribati ella Kilkenny ikki eru føroysk, og tí er úttalan av bók­ stavasambandinum Ki­ ikki sum í føroyskum, men bara Ki­. Sama við Kentucky, Kenya, Kerala, Keflavík og Kerteminde, sum sjálvandi ikki úttalast Kjenya ella Kjerteminde. Men atlassi skrivar ikki tess minni Kekkia. Men er tað so eisini meiningin, at Kenja skal útalast Kjenja? Nei? Ikki forbrongla, har tað er púra óneyðugt Høvuðsreglan eigur at vera, at har sum tað latínska alfabetið verður brúkt, har skrivast staða­ nøvn sum á tí lokala málinum, tað veri seg eingilskt, týskt, franskt, spanskt ella hvat tað skal vera. Tað er bæði praktiskt og eintýtt og í longdini tað einasta haldgóða. Tí eitur tað ikki Avstralia, men Australia. Ikki Vjetnam, men Vietnam (ja, tey brúka faktisk tað latínska alfabetið í Vietnam!). Ikki Kjad, men Chad Onnur alfabet hava fastar reglur fyri transskribering til tað latínska Nakað annað er við russiskim (kyrilliskum), arabiskum og øðrum alfabetum. Men tey hava øll fastar reglur fyri trans­ skribering. So har er slettis ikki neyðugt at Skúlabókagrunnurin, málnevndin ella hvør sum helst uppfinnur eina serføroyska transskribering. Tí eitur tað ikki Ukreina, men Ukraina. Ikki Kuveit, men Kuwait. Hví útihýsa og seta forboð móti -e í endanum á orðum? Tað sær ikki mætari út, enn atlas­ týðarin hevur haft ein sannan skrekk fyri vissum bókstavum. Nøvn í Suðuramerika ella Afrika mugu ikki hava endabókstavin – e. Helst tí at vanlig føroysk orð ikki enda við –e. Men í Suðuramerika og Afrika hvørki skriva ella tosa tey føroyskt. Tí er tað meiningsleyst, ópraktiskt og kanska margtýtt at skriva Kili, og ikki Chile. Hví skriva Simbabvi, tá tað eitur Zimbabwe. Hví Sierra Leona, tá tað alment eitur Sierra Leone. Kaos um tað verður gjøgnumført Uppaftur síggja vit, at hetta (at reka –e burtur) ikki kann gjøgnumførast. Tað eitur Dundee, Buckie og Dunfirmline í Skotlandi. Øll enda sjálvandi við –e. Tað eitur sjálvandi eisini Stoke, Stonehenge, Newcastle og Cambridge í Englandi. Og Dieppe, Boulogne, Toulouse í Frankaríki. Har eru eisini áirnar Seine, Rhone, Saone. Loire, Garonne og Somme. Ella Alicante, Orense og Albacete í Spania. Soleiðis kundu vit hildið fram alla verðina runt. Har skulu ongar føroyskar endingar biksast uppí, tí nøvnini eru ikki føroysk. Grammatikkin og málið er heldur ikki føroyskt. Men har er tað eingilskt, franskt og spanskt – og tað mugu og skulu vit respektera. Eisini Skúlabóka­ grunnurin, Málnevndin og Svenning Tausen. Forboð móti W og Z ? Hóast hesir bókstavir standa aftarlaga í latínska alfabetinum, so eru teir ikki ókendir í føroyskum nøvnum av fremm­ andum uppruna. Og tey eru nógv. Til dømis sluppirnar Westward Ho, William Martin. Eins og eftirnøvn sum Wang, Wardum, Weihe, Wennigsted, Weyhe, Wenzel, Wich, Wilhelmsen, Winther, Winther­Poulsen, Winthereik, Wolles, Waagstein – øll góð føroysk eftirnøvn úr tí virkuliga lívinum. Zakarias, Zachariassen, Ziska, Ziskason og gomlu sluppirnar Mazeppa og Staðanøvn og Geografi ella: Hvussu tápiligt kann eitt føroyskt atlas gerast Herfyri var ein áhugaverd og principiel grein í bløðunum um ”Purismu.” Um ta trongd, ið summi hava til ”reinsa” málið. Eitt er at vanda sær um málið og at fara væl við tí. Nakað annað er at vilja broyta og ”reinsa” tað, bæði við makt og round-up. Eitt sokallað ”T í O” – kort. Soleiðis bleiv Jørðin uppfatað og teknað av kartografum í Miðøldini. Sambært Ezekiel 5,5 hevði Gud lagt ”Jerusalem í miðjuni, og londini rundanum”. Á kortinum er eystur upp, og har liggur Asia og allar eystast er Paradis. Fjórðingurin niðast til vinstru er Europa, og niðast til høgru er Afrika. Amerika er ikki til. Rundan um er hav ”Dett Hafff som løber omkring all Verden.”