týsdagur 10. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2007
11
Stutt Sagt
Steðga
fiskiskapi
ES-myndugleikarnir hava
givið polskum trolarum
boð um at gevast við at
royna eftir toski har
eysturi í Eystrasalti. Or-
søkin er, at veiðitølini,
sum póllendingar hava
givið upp, samsvara als
ikki við veruleikan. Nið-
urstøðan hjá ES-mynd-
ugleikunum er, at polsku
trolararnir hava longu
fiskað alla toskakvotuna
í ár, og tí skal fiskiskapurin
steðga beinanvegin. ES
hevur samstundis var-
skógvað Svøríki og Lit-
ava um, at tey eiga ikki at
veiða meiri tosk í ár.
Fleiri flúgva
Ferðafólkatalið á flog-
vøllinum í Keflavík í Ís-
landi var sjey prosent
størri í juni í ár enn í
sama
mánað
í
fjør.
257.000 fólk ferðaðust
um vøllin í síðsta mánað
ímóti 240.000 í juni í fjør.
Nógv tann størsti parturin
eru ferðafólk við flog-
førum, sum millumlenda
í Keflavík á veg tvørtur
um Atlantshavið, og hesi
vóru átta prosent fleiri í
síðsta mánað enn í juni í
2006. Tey, sum komu til
Íslands ella fóru haðani,
vóru sjey prosent fleiri
enn í fjør.
Dýrari
bensin
Í Svøríki umhugsar stjór-
nin at leggja eitt avgjald á
bensin fyri at fáa fólk at
brúka bilin minni og á
tann hátt hjálpa um-
hvørvinum undan dálk-
ing. Verður ætlanin sett í
verk, fer ein litur av
bensini at kosta 16,25
danskar krónur. Í løtuni
kostar hann 9,74 danskar
krónur. Anders Calgren,
umhvørvismálaráðharri,
hevur hug at seta tiltakið
í verk sum skjótast, men
stjórnin ætlar at bíða til
næsta ár.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
útlond
Stór turkisk herleið
við irakska markið
Turkaland hevur
savnað 140.000
hermenn fram við
irakska markinum, og
herurin ætlar sær um
markið
Turkiski uttanríkisráðharr-
in, Hoshiyar Zehari, við-
gongur fyri Reuters, at
turkiski
herurin
hevur
savnað herfólk fram við
irakska markinum, og at
talan er um eitt stórt átak.
Meiri vil hann ikki siga,
men trygdartænastur siga,
at talan er um einar 140.000
hermenn, og at teir eru
útgjørdir við øllum nú-
tímans vápnum.
Turkiski herurin hevur
leingi verið í stríði við
kurdiskar uppreistrarmenn
har eysturi í landinum, og
turkisku myndugleikarnir
siga, at uppreistrarmenninir
fjala seg í Irak og fremja
álop um markið. Nú hevur
herleiðslan biðið politisku
myndugleikarnar í Ankara
um loyvi at senda hermenn
um markið eftir teimum
kurdisku uppreistrarmonn-
unum. Eygleiðarar siga, at
verða turkisk herlið send
inn um irakska markið,
kann tað fáa álvarssamar
avleiðingar.
Turkiski herurin vil
sleppa inn um irakska
markið eftir kurdiskum
uppreistrarmonnum
Jafar bleiv steinaður til deyða
Iransku myndug
leikarnir viðganga,
at ein maður bleiv
steinaður til deyða í
síðstu viku
Jafar Keyiani og Mokar-
rameh Ebrahim vórðu tikin
fyri ellivu árum síðani, tí
tey høvdu fingið eitt barn
uttan fyri hjúnarlag, og
sambært
iranskari
lóg
kundi revsingin vera, at tey
skuldu steinast til deyða.
Tað hendi tó ikki, og fyri
fimm árum síðani gav
ovasti dómarin í Iran,
Ayatolla Mahmoud Hash-
emi-Shahrudi, boð um, at
steiningin var sett úr gildi
sum revsing.
Men í síðsta mánað
frættist, at myndugleikarnir
høvdu gjørt av at steina
Jafar Keyiani til deyða fyri
tað ellivu ára gamla lóg-
arbrotið. Steiningin varð tó
av ongum tá, tí fleiri lond
mótmæltu, men í dag vátt-
aði ein talsmaður hjá løg-
málaráðnum í Teheran, at
Jaafar Keyiani bleiv stein-
aður til deyða í bygdini
Aghche Kamd seinasta hós-
dag.
Mokarrameh
Ebrahim,
sum nú er 43 ára gomul,
situr framvegis í fongsli.
Sambært lógini kann hon
eisini steinast til deyða.
Herseting endaði við blóðbaði
Eftir skotbardagar í fleiri
dagar ímillum herin og
islamistiskar uppreistrar
menn herjaði pakistanski
herurin á Ta Reyðu Moskuna
í Islamabad tíðliga í
morgun. Álopið endaði í
einum blóðbaði, og minst
átta hermenn og umleið 50
uppreistrarmenn lógu eftirá.
– Vit fara úr stjórnini. Eingin kann sita í einari stjórn,
ið hóreiggjar sær sum hendan
polski varaforsætisráðharrin, Andrej Lepper
tíðindi