týsdagur 10. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 130 - 10. juli 2007
Sosialurin
Dyggur smeitur
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað kom dátt við at frætta, at eldur aftur var í
einum av risastóru trolarunum, sum Thorfólkini
í Hósvík eiga og reka. Mikudagin í farnu viku
bórust tíðindi úr Kyrrahavinum, har Athena
var til fiskiskap, at eldur varð umborð. Seinni
frættist, at skipari og manning høvdu tamarhald
á støðuni. Avrátt varð at sigla til lands at finna
fram til, hvussu umfatandi skaðin var. Tá var
tað so, at sløkkiliðsfólk frá privatari fyritøku
undir ræði av Switzer gjørdu ilt verri, sambart
reiðaranum, sum blaðið hevði samrøðu við
í gjár. Tey gjørdu ikki mætari enn at lata ilt
sleppa at aftur eldrakta økinum, og eldur
kom í aftur. Í skrivandi løtu vita vit ikki, hvussu
álvarsligur skaðin er, men sambart tíðindaskrivi
frá felagnum sunnudagin, stóð skipið ikki til at
bjarga.
Vit bíða nú eftir at frætta, hvussu álvarslig
støðan er.
Tað var annars í fjør, at Thor gjørdi av at keypa
og umbyggja teir tríggjar trolararnar, Poseidon,
Hercules og Athenu og gera teir út til fiskiskap í
Kyrrahavinum. Tað vildi tó so illa til, at Hercules
fyrr í ár varð rakt av herviligum eldi, sum hevði
við sær, at skipið alt brendi, men tað, sum verri
var, 11 av manningini doyðu. Henda hending
skuldi tó ikki standa einsamøll. Nú nakrar
mánaðir seinni var aftur eldur í enn einum av
skipunum hjá Thor.
Reiðarin og øll onnur standa spyrjandi.
Hvussu ber tað til, at eldur kemur í tvey av
flaggskipunum hjá eina og sama reiðaríi við so
stuttum millumbili! Tilvild ella eru aðrar orsøkir?
Eldáseting er so altíð ein teoretiskur møguleiki,
men helst óhugsandi. Vánaligt arbeiði í sambandi
við umbygging? Her hava skipini verið góðkend
av Klassa og øðrum eftirliti.
Øll henda óvissa hevur gjørt, at umfatandi
tøkniligar og aðrar kanningar vórðu gjørdar
umborð á tí triðja risaskipinum, Poseidon, tá tað
kom til lands saman við Athenu.
At talan er um ein dyggan smeit fyri reiðarí er
eingin ivi um. Hesar hendingar kunnu vera við
til at steðga menningini av tí annars vakstrarríka
Thor, sum eftir fáum árum hevur ment seg til
at vera ein av okkara fremstu fyritøkum. Fyri
føroyska trygging eru hesar hendingar eisini skot
fyri bógvin. Vónandi eru endurtryggingar, sum
taka stóra partin av skaðunum, tó at hetta fer
at svíða hjá trygging eins og reiðaríi. Vit mugu
so bara vóna, at hesi óhapp ikki taka mótið og
skapanarhugin frá Thorfólkunum, sum higartil
hava prógvað, at har dugnasemi og vilji/treiskni
ganga hond í hond, har er ávøkstur.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tunlarnir skulu ikki
verða pengamaskinur at
loysa ósemjur í Tjóðveldis
flokkinum
Bummgjaldið til Norðoya
tunnilin er bert at rinda
Norðaoyartunnilin við og
somuleiðis við Vágatunli
num. Tá tunlarnir eru
útgoldnir, verður ókeypis
at koyra. Somuleiðis
verður við Skálafjarðar
tunnlinum. Men við Sand
oyartunnilin verður nakað
øðrvísi. Ferðslan verður
væl minni, og tí kann tað
ikki løna seg at krevja inn
bummpening. Tí má lands
kassin rinda.
Tað kann ikki koma upp
á tal at senda eina skatta
rokning út til nøkur ávís
fólk í landinum, í hesum
føri brúkarnar av báðum
undirsjóartunlunum. Tunl
arnir skulu ikki verða
pengamaskinur at loysa
ósemjur í Tjóðveldis
flokkinum.
Akfør rinda kostnaðin
í dag
Akfør rinda skrásetingar
gjald, MVG, avgjøld á
brennievni og vegskatt til
landskassan. Leggja vit tey
tølini saman, rinda akfør
væl tað sum viðlíkahald og
útbygging av vegakervi
num kosta. Sandoyar
tunnilin er fyrsta stigið
suðureftir. Málið er at
binda Suðuroynna í
miðøkið eisini.
Landskassin má rinda
tingmaður
JøRgEN
NIcLASEN,
Greinin byggir á tíðindir í
útvarpi føroya hósdagin 28
juni.
Hoyrdi tú útvarpstíðind
ini næstseinasta hósdag?
Tey vóru sera áhugaverd,
beinleiðis margháttligur
var tó parturin, ið snúði
seg um loftrúm føroyinga.
Loftrúmið, sum, so løgið
tað ljóðar, verður umsitið
av íslendingum, eftir
áheitan frá dønum. Millum
mangt annað segði
útvarpsmaðurin okkum, at:
...eftir øllum at døma
verður tað ókeypis hjá
føringum at fáa ein nýgjan
radara á Sornfelli.
... danir skulu rinda
radaran, sum er mettur at
kosta eina tíggjutalsmilli
óna upphædd at byggja.
... líkt er til at danir nú
fara nú at taka um endan
og seta ein nýggjan radara
upp á Sornfelli
Og veitst tú ikki betur,
gerst tú rørdur yvir hesa
umsorgan dana móti lítlu
tjóðini í norðuratlantshavi.
Men síðani koma nýggir
upplýsingar, vit fáa at vita,
at:
...av tí at loftrúmið
framvegis er danskt
málsøki eru tað danir, ið
koma at rinda kostnaðin,
men fólkatingið má játta
fíggingina, sum síðani
verður endurgoldin av
IKAO sum er altjóða
flogferðslumyndugleikin.
Summa summarum:
Mótsatt tí, ið tíðindini
løgdu upp til og byrjaðu
við, so gjalda danir ikki
eitt oyra. Teir játta fígging
til eitt øki, sum teir
tvíhalda um ábyrgdina av
og enntá hava lutað út til
eitt triðja land at umsita.
Men hvørt oyra, sum
útbyggingin kostar, fáa
teir endurrindað frá
alheims loftferðslumyndug
leikanum.
Kennir tú mynstrið aftur?
Júst sama mynstrið, sum
brúkt verður, tá teir
víðaribera føringum og
grønlendingum part av tí
peningi teir, føroyinga og
grønlendinga vegna, fáa frá
NATO meðan teir sjálvir
inntøkuføra sær sín
bróðurpart.
Genialt.
Kennir tú mynstrið aftur?
Viðv.
Rhodos,
gull og
pínligi
Høgni
Tað tykir mær løgið, at
tú skrivar eina heila
blaðsíðu um flagggøluna
– tað, at Merkið veittrar
undir Dannebrog.
Støðan í hesum landi
er nú einaferð so, at so
leingi avgerðir verða
tiknar á kálki og sandi,
lýsir tilburðururin
støðuna so einfalda, sum
hon er!
Tískil nyttar einki at
argast ella válka sær í
hesum.
PS. Tú brúkar eini 640
orð at gera viðmerkingar
til Høgna og eini 40 orð
at rósa ítróttafólkunum.
Eg fekk altíð í skúlanum
at vta, at ein skuldi
halda seg til evnið, sum
sipað varð til í
yvirskriftini!
Formaður Miðfloksins
JENIS
Av RANA
EILIF BRIMHEIM