týsdagur 10. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 130 - 10. juli 2007
Svenska ungdóms
stjørnan Amy
Diamond fer at
syngja á Summar
Festivalinum í august.
Hon hevur havt hitt
í fleiri londum og
er yngsti sangarin,
ið nakrantíð hevur
vunnið eina virðisløn
á Nordic Music Award
SummarfeStivalur
tíðindaskriv
Summar Festivalurin kunn
ger í dag, at seinasta út
lendska tónleikanavnið, ið
kemur á festivalin í ár, er
unga svenska songkvinnan
Amy Diamond.
15 ára gamla Amy Dia
mond gjørdist kend um øll
norðanlond við sanginum
What’s In It For Me, men
bæði áðrenn hendan sangin
– og serliga síðani – hevur
hon gjørt nógv við tónleikin.
Hon hevur sungið í sjón
varpssendingum, givið fløg
ur út og verið við á stórum
konsertum og festivalum.
Ein av stóru løtunum hjá
Amy var, tá ið hon í 2005
vann
Nordic
Music
Awards.
Gjøgnumbrot
og virðislønir
Amy
Diamond
hevur
svenska mammu og enskan
pápa, og fyrstu fýra árini av
lívi sínum búði hon í Ong
landi. Síðandi fluttu til Svø
ríkis at búgva.
Sum
smágenta
dugdi
Amy væl at standa á skoyt
um, og hon vann nógvar
kappingar. Hon gekk eisini
á dansi og sjónleikaskúla,
og alt hetta hevði við sær, at
unga Amy dugdi væl at
framføra fyri fólki. Tá ið
tónleikurin so bankaði á
dyrnar, var ein veruliga
barnastjørna fødd. Amy
Diamond sang í sjónvarps
sendingum í Svøríki, og
talentið var so stórt, at plátu
feløg fingu áhuga fyri
henni. Í 2005 fekk hon veru
liga gjøgnumbrotið hjá sær
við sanginum What’s In It
For Me, sum gjørdist eitt
hitt í fleiri londum.
Heima í Svøríki seldi
fyrsta útgávan hjá Amy Dia
mond óhoyrt væl, konsert
framførslurnar vóru sann
førandi, og tað endaði við
fleiri virðislønum til ungu
songkvinnuna hetta árið.
Millum annað var hon Nor
dic Music Awards fyri besta
norðurlendska hittið, og
hon er yngsti sangarin, ið
nakrantíð
hevur
vunnið
hesa virðisløn. Amy vann
eisini aðrar virðislønir fyri
sína fyrstu útgávu og sangin
What’s In It For Me, og
millum annað er hon yngsti
sangarin, ið nakrantíð er
tilnevndur til eina svenska
Grammy.
Til Føroya at syngja
Amy Diamond hevur úr at
gera, tí hon hevur eisini
gjørt avtalur við fyritøkur í
Svøríki um PRarbeiði, og
hon hevur millum annað
verið andlit hjá ítróttarketuni
Stadium í lýsingarátøkum.
Tónleikurin stendur tó
framvegis ovast á listanum
hjá Amy Diamond, og nú
kemur hon fyri fyrstu ferð
til Føroya at syngja. Amy
fer á konsertferð í summar,
og ein av framførslunum
verður á Summar Festivali
num í Klaksvík, har hon
verður serligur gestur til
barnashowið og Silvalandið
hjá Norðoya Sparikassa.
Amy Diamond arbeiðir í
løtuni við nýggjari útgávu,
sum skal koma út seinni í
hesum árinum.
Amy Diamond á
Summar Festivalin
TNASS – Hvala
teljingar nú eisini
í gongd kring
Føroyar
tíðindaSkriv
Sjøtul er nú settur á stóru altjóða hvalateljingina T
NASS tvørturum Norðuratlantshavið. Bæði skip og
flogfør eru nú í ferð við at eygleiða hvalir frá eystur
strondini á Kanada og heilt til Barentshavið allan juli
mánað.
Føroyar luttaka við einum skipi. Náttúrugripasavnið
hevur leigað M/V Thor Chaser í knappar fýra vikur.
Skipið er í hesum sambandi útgjørt við serligum palli
til eygleiðarar. Við eru fimm føroyskir og tríggjar
útlendskir eygleiðarar. Føroyska skipið siglir í føroysk
um, íslendskum, bretskum og altjóða sjógvi. Samlaði
teinurin hjá føroyska partinum av TNASS er umleið
2700 fjórðingar.
M/V Thor Chaser fór avstað sunnudagin 1. juli.
Sambært Bjarni Mikkelsen á Náttúrugripasavninum,
ið samskipar føroysku luttøku í TNASS 2007 og sum
er túrleiðarin umborð, vóru fyrstu dagarnir darvaðir
av nógvum mjørka, men í gjár var slætt og klárt, og
eygleiðararnir hava longu sæð bæði grind, nebbafisk
og døgling.
Undir skipateljingunum sita eygleiðararnir í tveim
um liðum og telja. Tað ovara liðið hyggur við kikarum
longur framman fyri skipið, meðan niðara liðið
eygleiðir út á 500 m frá skipinum.
Undir sigling verður ein hydrofon (200 m kaðal)
eisini sleipað eftir skipinum, ið upptekur ljóð frá hvali.
Hetta er fyrstu ferð, at slík útgerð verður brúkt undir
altjóða hvalateljing í Norðurhøvum. Umframt at hydro
fonin eyðmerkir ávís sløg av tannhvali, skal hon eisini
brúkast til at kanna títtleikan og meta um mongdina av
nísu, avgusti og nevhvali (t.d døglingi).
Tað er vísindanevndin hjá NAMMCO, (Norður
atlantiska nevndin fyri samstarv um havsúgdýr), ið
samskipar hvalateljingina, ið verður kallað TNASS
(Trans North Atlantic Sightings Survey). Føroyar sam
an við hinum NAMMCO limalondunum, Grønlandi,
Íslandi og Noreg luttaka í TNASS. Harumframt eru
Kanada og Russland eisini við í kanningarætlanini.
Aðrar teljingar verða eisini samstundis í amerikanskum
og evropeiskum sjógvi.
Slíkar teljingar hava verið gjørdar við regluligum
millumbilum síðan 1987, seinast í 2001. TNASS 2007
verður tó tann mest umfatandi, tí hetta er fyrsta ferð,
at Kanada og Russland eisini luttaka. Úrslitini av telj
ingunum kunnu m.a. geva grundarlag fyri at dagføra
stovnsmetingina av grindahvali á okkara leiðum.
Meira fæst eisini at vita um TNASS (á enskum) á
heimasíðuni hjá NAMMCO www.nammco.no
What’s In It for Me var veruliga gjøgnumbrotið hjá Amy Diamond, sum um fýra vikur fer at
syngja á Summarfestivalinum í Klaksvík