Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 130 - 10. juli 2007 Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, er júst afturkomin av oyggjaleikunum á Rhodos, og hann heldur, tað var eitt upplivilsi fyri lívið OYGGJALEIKIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú oyggjaleikirnir eru av, munnu flestu føroyingar lí­ta aftur á dagarnar við stoltleika. Alment hava vit neyvan heldur verið betri umboðað enn hesaferð, tí­ bæði løgmaður og menta­ málaráðharrin vóru til stað­ ar á leikunum á Rhodos. Jógvan á Lakjuni sigur, at hetta er fyrstu ferð, at hann er á einum oyggjaleik­ um. Og tað var ein uppliving fyri lí­við, heldur hann. ­ Eg havi sjálvandi uppliv­ að oyggjaleikir áður, men tað hevur verið gjøgnum fjølmiðlarnar, og tað er nú ikki heilt tað sama. Hetta hevur avgjørt verið eitt fan­ tastiskt upplivilsi, ikki min­ st tí­ tað gekk okkara í­trótta­ fólki so væl, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann sigur ví­ðari, at leik­ irnir hesaferð vóru langt burturi, og tað er sum kunn­ ugt dýrt at ferðast. Ivi var eisini fyrr í­ vár um, hvørt allar í­tróttagreinirnar høvdu ráð at fara ti leikirnar, og tað var tí­, at Mentamálaráðið játtaði ein eykastuðul til ÍSF, so øll sluppu avstað. ­ Og tað vóru pengar, sum vóru væl givnir, sigur Jógvan á Lakjuni, nú hálið gjørdist so óført av heiðurs­ merkjum. Pengar væl givnir Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, var við til einar oyggjaleikir fyri fyrstu ferð á Rhodos Tað hevur ljóðað, at útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum ikki góvu atgongd til víðari lestur, men soleiðis er ikki í prak­ sis ÚTBÚGVING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vit arbeiða í­ løtuni við ein­ ari nýggjari gymnasialari skipan, sum umfatar allar miðnámsútbúgvingar í­ land­ inum. Tað sigur Jógvan á Lakju­ ni, mentamálaráðharri. Tað hevur ljóðað, at tru­ pulleikar hava verið við at sloppi inn á hægri útbúgv­ ingar hjá teimum, sum hava gingið á Fiskivinnuskúlan­ um í­ Vestmanna. Men hetta er ikki heilt rætt, sigur Eyð­ bjørn Poulsen frá Menta­ málaráðnum. ­ Vit hava avtalur við danska undirví­singarmála­ ráðið. Trupulleikin er tekn­ iskur, tí­ upptøkukunngerðin liggur hjá Ministeriet for Videnskab og ikki hjá undir­ ví­singarmálaráðnum. Og í­ kunngerðini standa nakrar føroyskar útbúgvingar posi­ tivt nevndar, student, HF og HT. Tí­ mugu vit viðhvørt aktivt inn í­ málið, tá aðrar útbúgvingar skulu søkja inn á danskar skúlar, sigur Eyð­ bjørn Poulsen. Hetta er tó bert í­ heilt fáum førum, og í­ nøkrum serligum skúlum, sum ikki eru kunnaðir um avtaluna, sum Mentamálaráðið hevur við donsku skúlamyndug­ leikarnar. ­ Tað kemur fyri, at vit mugu senda eitt bræv til onkran serliga skúla og ví­sa á avtaluna, sum vit hava við danir, sigur Eyðbjørn Poul­ sen. Hann sigur ví­ðari, at teir hava fingið lovað, at hesi viðurskiftini skulu koma upp á pláss »í­ leypi av kom­ andi árinum«. Annars er tað Mentamálaráðið, sum góð­ kennir útbúgvingarnar, og ikki danskir myndugleikar. Eyðbjørn Poulsen sigur, at føroysku útbúgvingarnar eru fult á hædd við tær dons­ ku, men trupulleikin liggur sum nevnt í­, at upptøku­ kunngerðin liggur hjá Minis­ teriet for Videnskab og ikki hjá Uddannelsesstyrelsen. Men hetta verður sum sagt komið upp á pláss inn­ an árið er runnið. Bert ein tekniskur trupulleiki Útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna eru fult góðkendar hjá donskum myndugleikum, trupulleikin er bara, at upptøkukunngerðin liggur hjá skeivum ráði Prísurin á Playstation 3 minkaður Góð tí­ðindi eru at bera foreldrum, ið møguliga ætla at keypa børnunum vælumtókta Playstation. Tá ið nýggja útgávan, Playstation 3, kom út, mettu nógv at prí­surin var sera høgur. Eftir øllum at døma halda framleiðararnir tað sama, tí­ nú fyri aðru ferð verður prí­surin á teimum niðursettur. Í Danmark kostar ein slí­k boks nú 3278kr., og tað er ein prí­slækking á 550kr. Ikki er greitt, um prí­sirnir fáa ávirkan á prí­sin í­ Føroyum. Íverksetarahúsið skipað seg Hóskvøldið helt nevndin, sum varð vald av Klaksví­kar Býráð at stjórna í­verksetarahúsinum, sí­n fyrsta fund. Nevndin skipaði seg við Kitty Mai Ellefsen sum forkvinnu. Hinir limirnir í­ nevndini eru Eyðun Mørkøre, deildarleiðari hjá Eik, og Torben Hendriksen, stjóri í­ Birc Estate í­ Herning. Rani Nolsøe varð settur sum dagligur leiðari av Íverksetarahúsinum. Annars viðgjørdi nevndin á sí­num fyrsta fundi reglugerðina fyri 'Grunnin Íverksetarahúsið', sum var tikin til eftirtektar. Nevndin viðgjørdi eisini mál og ví­sjónir við Íverksetarahúsinum. Virksemið higartil, sí­ðani byrjanina í­ januar í­ ár, var eisini á skránni. Somuleiðis varð fí­ggjarætlan viðgjørd og góðkend.