Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 130 - 10. juli 2007 Seta seg upp aftur á og bíða eftir pengum úr Havn Ætlanin hjá Magna Laksáfoss, er ein sovipúta. Vit bíta okkum sjálvi og halan og tí kunnu vit ikki góðtaka tað, hann kemur við, sigur Heðin Mortensen Útjavning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Verður ætlanin hjá Magna Laksáfoss sett í verk, verð­ ur tað ein sovipúta hjá kom­ munum runt um í landi­ num, tí so fara tær bara at seta seg upp aftur á at bíða til pengarnir koma send­ andi úr Havn síðst í hvørj­ um mánað. Heðin Mortensen er for­ maður í Kommunusam­ skipan Føroya og borgar­ stjóri í Havn. Og hann sig­ ur, at hvørki Kommunu­ samskipanin ella Tórs­ havnar Kommuna fara at góðtaka ætlanina um eina kommunala útjavningar­ skipan, soleiðis sum lands­ stýrismaðurin í fíggjarmál­ um nú hevur skotið upp. Í hesum føri eru tey bæði kommunufeløgini alvorliga ósamd um, hvat er tað rætta, tí áður hevur Føroya Kommunufelag sagt seg taka undir við eini slíkari skipan. Men formaðurin í Kom­ munusamskipan Føroya sigur, at ein slík útjavn­ ingarskipan fer at drena kommunurnar fyri alt virk­ isfýsni, sum hevur eyðkent nógvar bygdir. – Hví skulu tær gera nakað sum helst, tá ið pengarnir kortini koma sendandi av sær sjálvum síðst í hvørjum mánað, spyr hann. Hann sigur, at hetta eru royndirnar, sum íslendingar og onnur hava av kom­ munalum útjavningarskip­ anum. – Hetta er eitt tað hætti­ sligasta við eini slíkari skipan. Kommunurnar, sum fáa pening, dovna burtur, tí tá ið pengarnir koma av sær sjálvum, er tað heldur ongin avbjóðing í at gera nakað. Ein snild roynd Tað, sum Magni Laksáfoss hevur skotið upp, er, at mvg­ endurgjaldið, sum kommu­ nurnar fáa frá landinum, skal skerjast. Í løtuni fáa kommunurnar 2/3 av mvg endurgoldið frá landinum, men tað skal nú skerjast niður í 1/3. – Sostatt missa kommun­ urnar einar 70 milliónir í inntøkum og taka vit av eini slíkar skipan, bíta vit okkum sjálvi í halan, sigur borgarstjórin í Havn og formaðurin í Kommunu­ samskipan Føroya. Hann heldur, at missa kommunurnar so nógv mvg endurgjald, fer tað eis­ ini at skerja møguleikarnar hjá teimum at byggja út og at menna tilboðini til borg­ aran. – Aðrastaðni er tað land­ ið, sum betalir eina útjavn­ ingarskipan, men her er ætlanin, at kommunurnar skulu betala alt sjálvar. Heðin Mortensen ávarar eisini ímóti eini slíkari skip­ an av heilt øðrum orsøk­ um. – Ongin kommuna skal billa sær inn, at tær fara at fáa pening úr eini útjavn­ ingarskipan, uttan at treytir fylgja við. Sostatt er ein útjavningarskipan ein snild roynd hjá landsstýrinum at taka ræðið á fíggjarligu við­ urskiftunum hjá kommu­ nunum, staðfestir hann. – Meiri, ið verður út­ javnað, størri verða treyt­ irnar til kommunurnar og sostatt verður støðið máað undan kommunala sjálv­ ræðinum og tað kunnu vit ikki góðtaka. Ógvuliga torført Hann saknar eisini nøkur ítøkilig boð upp á, hvussu tað skal bera til at fáa pening úr eini slíkari skip­ an. – Skal tað bera til hjá eini oyðslutari kommunu, at fáa aðrar kommunur at betala rentur og avdráttir fyri seg? Men er grundgevingin fyri eini slíkari skipan, at allir borgarar skulu hava sama tænastustøðið, stúrir Heðin Mortensen, at tað slagið er tapt framman­ undan. – Tað verður torført, heldur hann Í fyrsta lagið vísir hann á, at tað er nógv dýrari at búgva í miðstaðarøkinum, enn úti um landið. Her hugsar hann fyrst og fremst um prísin á húsum og íbúðum. Í øðrum lagið ásannar hann kortini, at tænasta­ stigið til borgaran er ymiskt í ymsum kommunum og skattaprosentið er ymiskt. Men hann vísir eisini á, at útreiðslurnar hjá ymsum kommunum eru ymiskar. Útreiðslurnar hjá Tórs­ havnar Kommunu eru nógvar ferðir størri enn aðrastaðni. – Men at vænta sær, at ein útjavningarskipan fer at broyta munandi uppá tænastustigið úti í smáu kommununum og fer at gera kommunurnar betri førar fyri at átaka sær fleiri uppgávur, er at vera ógvu­ liga góðtrúgvin, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at tað kann heldur ikki vera meiningin, at tað skal bara útjavnast eftir inntøkunum. – Tað skal eisini javnast út eftir útreiðslunum og veruleikin er, at Havnin hevur nógvar ferðir størri útreiðslur enn aðrar kom­ munur og tí má Tórshavnar Kommuna eisini koma upp í part til eina útjavning. Tí ivast hann stórliga í, hvussu nógv verur at javnað út, tá ið samanum kemur. Hann er eisini vísur í, at onkrar av miðalstóru kommununum í Føroya Kommunufelag, sum tekur undir við eini slíkari skip­ an, eisini noyðast at betala í eina slíka skipan. Hann sigur, at tað ein­ asta, sum kann tryggja eitt javnaðari tænastustig kring landið, er, at kommunur leggja saman í størri og sterkari eindir, so at tað ikki vera meiri enn einar sjey til níggju kommunur í landinum. – Sum støðan er nú, eru kommunurnar alt ov veikar til at átaka sær fleiri upp­ gávur og tí er neyðugt at leggja saman í størri kom­ munur, sigur Heðin Morten­ sen. Vit eiga at hjálpa hvørjum øðrum Heðin Mortensen heldur, at kommun­ urnar eiga at hjálpa hvørjari aðrari, tá ið bráðkomnar og óvæntaðar útreiðsl­ ur taka seg upp Útjavning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg havi onki ímóti, at kommunurnar hjálpa hvørjari aðrari, tá ið á stendur. Men tað skal ikki verða soleiðis, sum Magni Laksáfoss ætlar. Sum tað sæst aðrastaðni her á síðuni, er borgar­ stjórin í Havn og for­ maðurin í Kommunusam­ skipan Føroya rúkandi ósamd um ætlanina at gera eina kommunala út­ javningarskipan. Men Heðin Mortensen vísir kortini ikki heilt aftur tankanum um, at kommunurnar hjálpa hvørjari aðrari. – Eg havi onki ímóti, at vit stovna ein kommunalan grunn, sum vit betala inn í. Men hann skal bara brúkast til at stuðla kom­ munum, sum fáa bráð­ komnar og óvæntaðar út­ reiðslur. – Stingur onkur serligur trupulleiki seg upp, sum førir stórar óvæntaðar útreiðslur við sær, kunnu kommunur so søkja um stuðul úr grunninum. Hann nevnir, at eitt dømi kann vera, tað kann verða torført hjá eini minni kommunu at tryggj­ að einum fjølbrekaðum barni tey neyðugu menn­ ingartilboðini, tí tey eru ógvuliga dýr. – Í slíkum føri kundu vit havt ein kommunalan grunn, sum stuðlaði, tá ið á stendur sigur borgar­ stjórin í Havn og for­ maðurin í Kommunu­ samskipan Føroya. – Men tað verður ikki talingur um at gera ein kommunala útjavningar­ skipan, har summar kom­ munur skulu fáa stuðul til vanligan rakstur, leggur hann afturat. Hetta er ein snild roynd hjá Magna Laksáfoss at taka ræðið á kommununum, heldur Heðin Mortensen Barnastjørna á Summarfestivalin Svenska ungdómsstjørnan Amy Diamond fer at syngja á Summar Festivali­ num í august. Hon er yngsti sangarin, ið nakrantíð hevur vunnið eina virðisløn á Nordic Music Award Summar Festivalurin kunnger í dag, at seinasta útlendska tónleikanavnið, ið kemur á festivalin í ár, er unga svenska songkvinnan Amy Diamond. 15 ára gamla Amy Diamond gjørdist kend um øll norðanlond við sanginum What’s In It For Me, men bæði áðrenn hendan sangin – og serliga síðani – hevur hon gjørt nógv við tónleikin. Hon hevur sungið í sjónvarpssendingum, givið fløgur út og verið við á stórum konsertum og festivalum. Ein av stóru løtunum hjá Amy var, tá ið hon í 2005 vann Nordic Music Awards. Dollarin fellur Meðan øll onnur gjaldoyru standa í vøkstri, fellur amerikanski dollarin javnan. Hetta hevur millum annað ført við sær, at innflutningurin til Amerika er minkaður sera nógv. Og tað er lítið líkt til, at støðan gerst frægari. Serfrøðingar siga nevniliga, at dollarin fer at fella enn meir. Teir siga somuleiðis, at tað fer at ganga góð tíð, áðrenn dollarin aftur gerst støðugur.