Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 130 - 10. juli 2007 lýsingar Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Telefon 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo R E P R O Z Shell sóknast eftir skrivstovufólki Hugsar tú um eina betri framtíð? www.shell.fo Starvið Talan er um starv í umsitingini (bókhaldi og avgreiðslu) á Viðarnesi í Havn. Í løtuni er arbeiðsøkið í høvuðsheitum: • Vøruskráseting og tollavgreiðsla • Bókingar og avstemmingar • Kundaavgreiðsla, ordramóttøka o.a., serliga um telefon • Stovnan av nýggjum avtalum og kundum • Meirsøla av vørum og tænastum hjá Shell • Aðrar umsitingarligar uppgávur Føroya Shell er í ferð við at umskipa fyrisitingina. Lyklaorðini í hesum sambandi eru betri og sterkari kundatænasta og fyrisiting, har dentur verður lagdur á eitt mennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi og á førleikamenning. Í sambandi við umskipanina av fyrisitingini kunnu koma broytingar á arbeiðsøkjunum, og verður hetta tá gjørt við støði í førleikanum hjá tí einstaka. Talan er um fulltíðar- starv, men ávísir møguleikar eru at arbeiða niðursetta tíð. Tann, vit leita eftir Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur HH-prógv, studentsprógv ella annað samsvarandi, umframt skrivstovuútbúgving. Tú hevur royndir í skrivstovu- yrkinum, ert fyrikomandi, hevur lætt við at samskifta, hevur góð samstarvsevni og arbeiðir við nærlagni. Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir í kundaav- greiðslu og dugir at arbeiða við EDV. Vit kunnu bjóða Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við nógvum avbjóðingum og við møguleikum fyri persónligari og yrkisligari menning. Talan er eisini um góða løn við eftirlø- narskipan í samsvari við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meiri um hetta starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnni Poulsen, fíggjarleiðara, telefon 34 74 00. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til P/F Føroya Shell, att. Johnni Poulsen, Postboks 188, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til shell@shell.fo Umsóknin má vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin, 11. juli. TFRØ RØÐI VIST ÐI VISTFRØÐ VIST FRØÐI VISTFR STFRØÐI VISTFRØÐI VI RØÐI VIST FRØÐI VISTFRØÐ ØÐI VISTFRØÐI VISTFRØÐI VIST FRØÐI VIST FRØÐI VISTFR VISTFRØÐI VISTFRØ ØÐI VIST FRØÐI V STFRØÐI VI VIST F RØ Keypssamtøkan í Miðbýnum Vitan um rávøruna gevur borðgleði Hóskvøldið 12. juli kl. 20 fer Katrine Terkelsen at halda fyrilestur um vistmeti. Katrine er út­ búgvin á Suhrs Seminarium í Keypmannahavn sum bachelor í føðigóðsku og heilsu. Fyrilesturin, sum verður í Keypssamtøkuni í Dr. Jakobsensgøtu, byrjar klokkan 20 við, at luttak­ ararnir fáa vistfrøðiligt kaffi. Síðani sigur Katrine frá í uml ein tíma, til høvi verður at smakka óteljandi sløg av vistmeti. Høvi verður eisini at keypa vistfrøðiligar vørur heim við sær. Atgongumerki (avmarkað tal) fáast fyri kr 20,­ í breyðsøluni í FK Dr. Jakobsensgøtu. Føroya Keypssamtøka Dr. Jakobsengøtu Brúkarakvøld um Vistmeti