týsdagur 10. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 130 - 10. juli 2007
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ávikavist 10. juli og 13.
juli fylla hjúnini Hildigunn
og Mortan Johannesen 70
ár. Hildigunn er úr Skálavík
og er dóttir Helenu og Niels
Holm Nicodemussen. Pápi
hennara varð ofta nevndur
Niels á Hamri. Mortan búði
síni barnaár nakað í Havn
og nakað í Klaksvík, og
hann er sonur Alexandru og
Kaj Johannesen. Pápi han
sara var tann elsti av hvanna
sundsbrøðrunum.
Nakað av jørð hoyrdi til
barnaheimið hjá Hildigunn.
Nógv arbeiði var at gera
har, so sum at hoyggja, røk
ta neyt, húsligt arbeiði o.s.
fr., og her lá parturin hjá
Hildigunn ikki eftir. Seinni
fór hon burtur at arbeiða.
Hon var m.a. í húsplássi í
Vági, í Íslandi, arbeiddi á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, í
fiskaarbeiði og í handli í
Havn. Seinni, í 1982, tók
hon handilsskúlaprógv.
Mortan fór sum heilt ung
ur til skips við trolara. Hann
sigldi mest saman við pápa
sínum, sum var ein tiltikin
trolaraskipari. Tað, sum
hann lærdi har umborð av
sjómansskapi og um trolara
fiskiskap, kom at verða ein
ómetaliga góð barlast fyri
tað lívsstarv, sum hann kom
at hava, bæði sum skipari
og reiðari.
Síðst í 1950´unum fór
Mortan á navigatiónsskúla
í Havn og tók stýrimans
prógv í 1960. Aftan á at
hava siglt eitt sindur fór
hann aftur á navigatiónsskú
la og tók skipsføraraprógv í
1963. Síðani fór hann at sig
la við trolarum hjá Kjølbro
í Klaksvík, fyrst sum stýri
maður og so sum skipari.
Hetta gjørdi hann til 1978,
tá ið hann keypti sær sítt
egna skip og hevur verið
reiðari síðan tá. Hann kom
tó at sigla sum skipari á egn
um skipi í mong ár aftan á
tað. Tað hevur gingið sera
væl hjá Mortani við øllum
hesum. Tað eru mangar full
ar skipslastir av fiski, sum
hann hevur ført til lands, og
mangir eru teir, sum hava
havt góða inntøku av at sig
la við teimum skipum, sum
hann hevur ført og átt.
Tað var, ímeðan tey bæði
vóru
í
Havn
síðst
í
1950´unum, at tey komu at
kennast og fóru at ganga
saman. Í 1960 giftust tey,
búsettust í Havn og fingu
børnini Kaj, Niels og Hele
nu. Barnabørnini eru 10 í
tali.
Mortan var nógv burtur
við skipi, ímeðan børnini
vóru smá. Hildigunn var
heimagangandi og ansaði
eftir húsi og børnum. Ikki
er altíð lætt at vera einsa
møll kona og mamma, tá ið
maðurin er leingi burtur.
Men hesa uppgávu gjørdi
hon sær nógvan ómak við
og kláraði tað væl. Tá ið
Mortan keypti sær sítt egna
skip fór hon beinanvegin at
hjálpa honum við umsiting
ini av hesum virksemi og
hevur gjørt tað síðani.
Hildigunn
og
Mortan
komu sum ung til persónliga
trúgv á Harran Jesus, og
hava havt sítt andaliga heim
í Ebenezer.
Góðu tit bæði, hjartaliga
tillukku.
N
Ein heilsan til
Hildigunn og Mortan
Johannesen
á 70 ára døgunum
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum teimum, sum við gávum,
fjarritum, blómum og heilsanum á Rás 2 og við
vitjan gleddu meg á 85 ára degnum.
Ein serstøk tøkk til børn míni, ið gjørdu hesa
veitslu møguliga, og til onnur, ið hjálptu til.
Harrin signi tykkum øll.
Bestu heilsanir
Oleva
Dagurin
11. juli. Josva. Dagurin
halgaður minninum um
Josva Nuns son, sum
var eftirmaður Mósesar
og leiddi Ísraels fólk
inn í hitt fyrijáttaða
landið. Sama navnið
sum Jesus, Guð frelsir.
Jastrid Olsen, vanli
ga nevnd Jastrid á
Toft, ættað úr Dali,
búsitandi á Born
holm, andaðist í
heiminum sunnudag
in 8. juli 83 ára
gomul.
Andlát og
jarðarferðir
Fløgan við sangum
hjá Hermanni, sum
Útvarpið hevur latið
framleitt, gongur sum
heitt breyð
FLØGUÚTGÁVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Øll, sum eru so frægt til ald
urs,
minnast
Hermann
Jacobsen. Ikki minst sangir
hansara, sum rungaðu í
hvørjari stovu hvørt leygar
kvøld, tá V4 var á skránni.
Tá varð ferðast runt land
ið við hesi vælumtóktu
sending, sum umframt sjálv
an V4dráttin eisini innihelt
skemt og spurnarkapping.
Stórur partur av hesum
skemti vóru sangirnir, sum
millum
aðrar
Hermann
Jacobsen sang.
Hvør minnist ikki Fossa
dun og Palleba ímyndaðir
av Oliver Næss og Oskar
Hermansen? Og hvør minn
ist ikki sangir sum »Per fór
til Havnar« og »Tað sum
vendir niður vendir upp«?
Fløgan inniheldur heilar
25 sangir, áleið helvtin av
hesum frá teirri tíðini, tá
Tónleikarfelagið var virkið
seinast í 1950árunum. Har
eru gamlir slagarar sum Nic
las hjá Pena, Sildavalsurin
og Eg farvæl tær heilsi.
Tveir epistlar hjá Fredman
eru eisini á fløguni umframt
onkur kabarettsangur, eitt
nú Miðal hampa maður.
Eisini eru fýra barnasangir
slopnir við.
Tað er Útvarpið, sum á
henda hátt hevur sýnt Her
manni, sála, heiður á hansa
ra 65 ára degi við at geva
hesa fløguna út. Bróðursonur
Hermans, Tórður Jóannesar
son, hevur savnað sangirnar
úr goymslum í Útvarpinum
og Jóannes Jakobsen hevur
framleitt.
Fløgan selur ógvuliga
væl, skilst á lagnum.
V4 nostalgi
25 sangir frá Hermanni Jacobsen eru á hesari serligu
minnisfløguni
Sosialur
ðindi
ttur
Viðmerkingar
Nøvn
Sk
Tiltøk
osialurin
Lýsing
Bilar
rið
Lesið
Sosialin