Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2007 17 - Eg havi eyguni við mær allastaðni har eg ferðist, og so lýsi eg bara stemningin. - Ja, eg skrivi stutt sagt um alt, sigur íslendski rithøvundurin, Ármann Reynisson Bøkur Snorri Brend Havn: - Her í Føroyum finst eisini hópur av tilfari, greiðir hann frá eftir at hava steðgað her nakrar dagar. Undir vitjan síni í apríl mánaði fór hann tann eina dagin út á Tinganes bert við einum í huga: At hyggja seg um og leggja til merkis tað, sum fór fram hesa løt- una. - Her var ein ótrúligur stemningur at merkja. Og henda stemningin ætli eg mær eisini at lýsa í bókini um Føroyar, sigur Ármann. Her er ikki talan um tær vanligu ferðafrásagnirnar, men heldur ein lýsing av tí, sum fer fram í nánd av høv- undinum. Júst hesin hátturin at lýsa umheimin er veruliga eitt, sum fólki tykist dáma. Bæði úr USA, Noregi og Onglandi hevur hann fingið góð ummæli fyri bøkur sínar. 20 søgur úr Føroyum 56 ára gamli Ármann hevur ferðast víða kring heimin, og fyrr í ár var hann eisini á stuttari vitjan í Føroyum. Á hesum vitjanum hevur hann vitjað mong ymisk støð og persónar. Hann byrjaði at skriva hesa bókarøðina í 2001 og hevur hann higartil skrivað seks slíkar. Tann næsta kem- ur út í heyst, og tann áttanda við hugmyndum úr Føroy- um eitt ár seinni. Tað serstaka við øllum hesum bókunum hjá Ármanni er, at tær eru tví- mæltar – á íslendskum og á donskum ella enskum máli. Íalt hevur hann skrivað fleiri enn 300 slíkar hugleið- ingar, og bera tær allar sama heitið: Vignettir og síðani kemur nummarrøðin. Tað fer áttanda bók hansara eisini at gera, tá hon kemur út á heysti komandi ár. Í hesi bókini fer hann at hugleiða um nakað av tí, hann upplivdi í Føroyum. Her vitjaði Ármann mill- um annað fleiri kend lista- fólk, rithøvundar og støð, og fekk eisini møguleika at seta seg inn í tann føroyska gerandisdagin. - Eg vænti, at tað verða millum 10 og 20 søgur í bókini, sigur Ármann. Í sambandi við vitjan hansara í Føroyum handaði hann Landsbókasavninum eitt eintak av øllum teimum seks undanfarnu bókum sín- um. Munnu tey ikki eisini fáa ta áttandu bókina?! Skrivi um tað sum eg síggi K R E A . F O . TEL 47 80 80 Frá mánadegi 13. august verður opið aftur sum vanligt allar yrkadagar frá kl. 9 til kl. 15. Sí annars www.almannastovan.fo www.almannastovan.fo Avgreiðslutíðir í summar Frá 16. juli til 12. august eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Móttøkurnar hava opið og telefonirnar verða tiknar: Mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl. 12 > Telefonráðgeving > Anonymitet > Tagnarskyldu > Stundir at lurta K R E A . F O . TEL 47 80 80 www.blakross.fo Ármann Reynisson hevur fingið sær sum sergrein at skriva sonevndar Vignettir. Íalt hevur hann latið seks bøkur úr hondum við omanfyri 300 slíkum lýsingum í. Komandi ár kemur ein nýggj bók út við lýsing av Føroyum