týsdagur 10. juli 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 130 - 10. juli 2007
tíðindi
Hvørt einasta ár
seta í hópatali av
føroyingum og
útlendingum kós
móti Hotel Norð á
Viðareiði.
- Ja, her koma fólk úr
øllum heiminum. So
hetta er eitt rættiliga
fjølbroytt umhvørvi
at arbeiða í, sigur 22
ára gamla servitrisan,
Ragna Fløhamar
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði: Tað er mikudagur
og uttanfyri skínur sólin
bæði oman og niðan. Í dag
hevði annars verið veður at
etið uttandura.
Í teirri stóru og ljósu mat
stovuni við tí rámandi
navninum »Urðin« er einki
fólk hesa løtuna.
Teir seinastu gestirnir eru
júst farnir frá borðinum
eftir eina góða máltíð, sum
Ragna hevur sett á borðið
fyri tey.
Eins og vanligt eru ymisk
ir rættir í at velja hjá gest
unum. Áður var lundi har
aftrat á matarskránni, men
tað er hann ikki longur.
Tey flestu sum koma
higar á hotellið eru norður
lendingar. Teimum dámar
so væl at síggja ta vøkru
náttúruna og fjøllini her á
Viðareiði, greiðir Ragna
frá.
Hittir nógv fólk
Ragna byrjaði í fjør at
arbeiða sum servitrisa á
hotellinum. Og hetta hevur
hon gjørt so hugagóð tað
seinasta árið.
Ja, mær dámar hetta
arbeiðið sera væl. Ein hittir
nógv fólk – og tja, her er
altíð ivaleyst at gera, sigur
hon við einum brosi.
Vanliga møtir hon til
arbeiðis kl. 11 og byrjar
beinanvegin at rigga til døg
urðan, sum skal verða
klárur kl. 12.
Eftir ein strævnan dag
kann hon leggja hotellbún
an frá sær og fara til hús, tá
klokkan er vorðin 5.
Onkutíð møti eg kl. 5,
og arbeiði so til hotellið
letur aftur um kvøldið, sig
ur hon.
Sum tað eigur
Arbeiðsdagur og arbeiðs
rútma hennara er rættiliga
eins dag frá degi, men tó
eru frávik sjálvandi.
Tá hon møtir fyrrapartin
byrjar hon beinanvegin at
gera klárt til døgverðan inni
í matstovuni.
Eg taki dustsúgvarin
fram og seti síðani á borðini,
um tað manglar í. Og so
hyggi eg bara eftir, at alt er
sum tað eigur, sigur Ragna.
Døgurði verður vanliga
borðreiddur millum kl. 12
og 14, men sunnudag er
heldur longur opið.
Fjølbroytt arbeiði
Henda mikudagin vit vitj
aðu á hotellinum, var Ragna
sum vanligt farin til arbeiðis
kl. 11 um morgunin.
Umframt tað fasta á
skránni, hevði hon hjálpt
kokkinum við ymiskum,
millum annað við at skera
leykin.
Um middagsleitið komu
fyrstu gestirnir til døgurða,
og fyri teimum serveraði
Ragna so tað, tey ynsktu
sær til matna.
Um tveytíðina kundi
hon staðfesta, at fleiri fólk
høvdu verið til døgurða, og
at alt hevði gingið sum tað
skuldi.
Nú, tá tit eru lidnir at
eta, taki eg av borðinum, og
fari so at gera klárt til tey
sum ynskja at fáa sær ein
kaffimunn
seinnapartin,
greiðir hon frá.
Eitt altjóða arbeiðs
Eitt stað fyri
alla familjuna
Hotel Norð er væl útgjørt og hevur teir hentleikar,
sum ferðafólkini ynskja í dag.
Í dag verður lagdur dentur á, at gera hotellið til
eitt stað, har øll familjan kann fara og njóta nakrar
dagar saman.
Eitt av rúmunum er innrættað sum eitt serligt
barnarúm, har hesi kunnu stuttleika sær millum
annað við hoppiborg og leikum.
Matin roynda tey eisini at laga til viðskiftafólkini,
og tí er eisini møguleiki at fáa rættir, sum børnunum
dáma væl.
Umframt alt hetta er bygdin og umhvørvið at meta
sum eitt stórt spælipláss fyri børnini.
Á Hotel Norð eru annars 15 dupultkømur við
møguleika fyri eyka uppreiðing og ein matstova,
sum kann rúma eini 250 fólkum.
Tað er ikki
altíð at tað
ber til at
hava lunda á
matarskránni
Nógv er gjørt fyri at fríðka um hotellið,
bæði uttan og innan. Tær báðar, Elin og
Ragna hava úr at gera
Mynd: Høgni Thomsen