Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2007 19 tíðindi pláss á Viðareiði Sum lundi á Viðareiði Á einum hotelli sum hesum á Viðareiði er altíð ójavnt, hvussu nógv fólk vitja inn á gólvið ein slíkan mikudag. Tað er háárstíð fyri ferðafólk, og hetta uppliva tey sjálvandi eisini við teimum gestunum og vitjandi sum dag og dagliga støkka inn á gólvið. Talan kann bæði verða um einstaklingar, pør og heilar familjur sum ynskja at steðga nakrar dagar í hesi náttúruvøkru bygdini norðast í Føroyum. Nógv av hesum ferðafólkunum – eisini føroyingar – hava frætt, at møguleiki er at fáa lunda til døgurða her. Hetta er kortini ein sannleiki við ávísum modifikasjónum, tí lítið av lunda hevur verið at fingið tey seinastu árini: - Her mugu vit tíverri siga teimum, at tað er ikki altíð at tað ber til at hava lunda á matarskránni. - Summi eru heppin, og tey lata sera væl at smakkinum, sigur Ragna. Mær dámar hetta arbeiðið sera væl. Ein hittir nógv fólk – og tja, her er altíð ivaleyst at gera Elin Heinesen er hjálparkokkur á hotellinum Mynd: Høgni Thomsen - Her er altíð nóg mikið at gera, sigur 22 ára gamla servitrisan, Ragna Fløhamar, upprunaliga ættað úr Fuglafirði Mynd: Høgni Thomsen