týsdagur 10. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 130 - 10. juli 2007 ]
Sjálvt um tveir av
róðrunum blivu
skotnir av, so gekk
bæði skjótt og væl hjá
fyrireikarunum at
avgreiða kappróðurin
á Fjarðastevnuni
á Strondum
leygardagin
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Veðrið var av tí allarbesta,
tá kappróðurin á ársins
Fjarðastevnu á Strondum
bleiv skotin í gongd líka
yvir kl. 15.00 leygardagin.
42 bátsmanningar høvdu
boðað frá luttøku á Fjarða
stevnuni, men hjá 10
mannaførunum vóru aftur
bert tveir bátar við, av tí at
Havnarbáturin valdi ikki at
vera við á hesi stevnuni.
Sum skilst, so verður hann
tó við aftur á Vestanstevnu
komandi vikuskiftið.
Annars er at siga, at
greiðir favorittar vóru hjá
flestu bátaflokkunum undan
róðrinum, og flestu av hes
um favorittunum megnaðu
eisini at vinna sín róður.
Eitt undantak var tó, tí í
fyrsta róðrinum hjá 5
mannaførunum við dreingj
um megnaði Sílið at steðga
sigursrøðini hjá Havfrúnni.
Sjálvt um umróður mátti
til í tveimum av róðrunum,
so gekk bæði skjótt og væl
at avgreiða róðrarnar. Her
kemur ein samandráttur av
teimum sjey FMróðrunum,
sum vóru á skránni.
Sílið steðgaði
Havfrúnni
Róðurin hjá 5mannaførum
við dreingjum bleiv í fyrstu
atløgu avblástur, tí Blikur
hevði tjóvstarta. Næstu ferð
riggaði tó betur, tí tá komu
allir bátarnar avstað til tíð
ina, og tað var Sílið, sum
legði seg á odda mest sum
alt fyri eitt. Havfrúgvin,
sum hevur vunnið síðstu
tríggjar róðrarnar, og sum
liggur á odda í FM
stríðnum, royndi at fylgja
við, men sum leið inn eftir
fjørðinum gjørdist greitt, at
her var Sílið sterkari. Teir
endaðu eisini á fyrsta plássi
framman fyri Havfrúnna.
Annars er vert at leggja
til merkis, at í tveimum av
róðrunum í ár hava bátarnir
róð ímóti ættini, og í báðum
førunum hevur Sílið vunnið
á Havfrúnni.
Jarnbardur
vann aftur
Hjá 6mannaførunum við
kvinnum letur Jarnbardur
ongan sum helst iva vera
um, hvør er sterkasta mann
ingin í landinum. Undan
róðrinum á Fjarðastevnuni
á Strondum høvdu tær
vunnið allar róðrarnar trygt,
og tað gjørdu tær aftur hesa
ferð.
Tær løgdu seg á odda
beinanvegin, og munurin
gjørdist bara størri og størri
inn eftir fjørðinum. Kapping
in í hesum róðrinum var als
ikki um fyrsta plássið, men
heldur um annað plássið,
sum Kollfirðingur og Lóm
ur stríddust um.
Á málinum var Jarnbardur
langt fremst, meðan Lómur
vann kappingini um annað
plássið framman fyri Koll
firðing.
Hvassi vann
harðan róður
Hvassi vísti enn einaferð
tenn hjá 5mannaførum við
gentum. Tær løgdu seg eina
hálva bátslongd fram um
hinar bátarnar tíðliga í róðri
num, og tí var líkt til, at
Hvassi enn einaferð fór at
vinna ein tryggan sigur,
men soleiðis bleiv ikki.
Drekin tók kappingina
upp inn eftir fjørðinum, og
í fleiri førum vóru genturnar
umborð á Drekanum nær
við at fara fram við Hvassa.
Í endaspurtinum megnaði
Hvassi tó at halda seg
framman fyri drekastevni,
og sostatt vunnu tær í harð
ari kapping við Drekan
fjórða róðurin av fimm
møguligum í ár.
Sílið í stórum stíli
Kappingin hjá 5mannafør
um við kvinnum hevur ver
ið sera spennandi í ár, og
fleiri bátar hava verið við í
oddinum í teimum ymsu
róðrunum, sum hava verið
kring landið. Nú er tó líkt
til, at Sílið er við at fara frá
hinum bátunum, tí annan
róðurin á rað megnaði tær
at vinna rættiliga trygt.
Sílið legði bragdliga fyri
í róðrinum og var á odda
frá byrjan av. Inn eftir fjørð
inum bara øktu tær um mun
in niður til næstu bátarnar,
og eitt skifti var Sílið hálva
aðru bátslongd framman
fyri Fípuna Føgru á øðrum
plássi. Í endaspurtinum tók
Fípan tó rættiliga inn á Síl
ið, soleiðis at munurin bert
gjørdist á leið ein bátslongd,
tá bátarnir komu á mál.
Sundabáturin
á FM-kós
Hjá
6mannaførum
við
monnum tóktist kappingin
vera rættiliga jøvn fyrstu
róðrarnar, men nú er líkt til,
at Sundabáturin hevur sett
endaspurtin inn í FMstríð
num.
Síðsta vikuskiftið vann
Sundabáturin tryggan sigur
á Varmakeldu, og aftur í
dag eydnaðist Sundabáturin
at vinna í stórum stíli heilar
tvær bátslongdir framman
fyri
Tvørabátin,
meðan
Tvørabáturin var uppaftur
tríggjar bátslongdir framm
an fyri Stráluna á triðja
plássi.
Við sigrinum er nú nógv
sum bendir á, at Sundabát
urin fer at vinna FMheitið,
tí nú eru heili átta stig á
muni millum Sundabátin
og Tvørabátin í kappingini
um meistaraheitið.
Fimti sigurin til
Heiðabátin
Heiðabáturin hevur vunnið
allar róðrarnar hjá 8manna
førunum í ár í stórum stíli,
og aftur á Fjarðastevnuni
megnaði teir at vinna róð
urin. Teir vóru tó leingi í
harðari kapping við Árn
firðing um oddasessin.
Tað var annars Ørvur,
sum fekk bestu byrjanina
upp á róðurin, men ikki
gekk long tíð, fyrrenn bæði
Heiðabáturin, Árnfirðingur
og Argjabáturin høvdu lagt
Ørv aftur um seg.
Serliga Heiðabáturin og
Árnfirðingur gingu væl
henda dagin, og kappingin
teirra millum var rættiliga
hørð. Tá á leið 400 metrar
vóru eftir avgjørdi Heiða
báturin tó róðurin. Tá megn
aði Árnfirðingur ikki at
fylgja við meir, og á máli
num var ein góð bátslongd
á muni millum teir báðar
fremstu bátarnar. Argjabát
urin kom inn á triðja
plássi.
Eysturoyingur vann
á Vestmenningi
Hjá
10mannaførunum
vóru bara Eysturoyingur og
Vestmenningur møttir til
start, men tað var bert í byrj
unarspurtinum,
at Vest
menningur kláraði at fylgja
við. Tá vóru teir helst nakað
framman fyri Eysturoyingin,
men leiðslan vardi ikki
leingi. Lítla løtu seinni
hevði Eysturoyingur fingið
Vestmenningin aftur, og
eftir hetta hugdu teir um
borð á Eysturoyingi seg
ikki aftur um bak.
Støðugt øktu teir um
leiðsluna inn eftir fjørði
num, og at enda vóru einar
seks ella sjey bátslongdir á
muni millum bátarnar.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Málið hjá okkum er at vinna FM. Tað hevur tað alla tíðina verið. Hetta
verður tó ringt, tí vit eru fýra stig aftan fyri Havfrúnna í FM-stríðnum.
Róar Dalsgaard, bátsformaður á Sílinum.
Gekk skjótt í góðveðrinum
Í flestu av róðrunum á Fjarðastevnuni megnaðu favorittarnir at vinna sínar róðrar, men hjá 5-mannaførum við dreingjum kom einasta óvæntaða úrslitið. Har
megnaði Sílið fyri aðru ferð í ár at steðga Havfrúnni.
Mynd: www.rogving.fo