týsdagur 10. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 130 - 10. juli 2007 ]
Laudrup venja Getafe
Slaturin hevur leingi gingið um, at Michael Laudrup
skuldi gerast nýggjur venjari í lítla spanska
høvuðsstaðarfelagnum, Getafe, og nú er hetta skiftið
endaliga komið uppá pláss. Eftir at Real Madrid beint fyri
døgurða í gjár kunngjørdi, at teir høvdu sett Bernd
Schuster, nú fyrrverandi Getafe-venjara, sum venjara í
stórfelagnum, gingu bert fáir minuttir, áðrenn Getafe
kunngjørdi teirra nýggja venjara. Ikki so óvæntað var
talan um danan, Michael Laudrup, sum sostatt vendir
aftur til Spania, har hann hevði sínar bestu dagar sum
yrkisleiakri í stórfeløgunum Barcelona og Real Madrid.
Heimsmeistari til Lyon
Franska meistaraliðið, Lyon, hevur júst gjørt avtalu við
ein av leikarunum, sum fyri einum ári síðani var við til at
tryggja Italiu heimsmeistaraheitið. Talan er um vinstra
bakkin Fabio Grosso, sum hevur skrivað undir fýra ára
sáttmála við Lyon. Grosso kemur til Lyon frá italska
Inter, og hann hevur leikt 25 landsdystir fyri Italia.
Fjarðastevnan gjørd
ist sera góð hjá
Sílinum, sum vann
róðurin hjá bæði
5mannaførum við
dreingjum og 5
mannaførum við
kvinnum. Hjá kvin
nunum er Sílið bert
fimm stig frá meistara
heitinum
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eitt av 5-mannaførunum
hjá Havnar Rórðarfelag, Síl-
ið, fekk eina dreyma byrjan
uppá róðrarkappingarárið,
tá bæði dreingirnir og kvin-
nurnar umborð megnaðu at
vinna sín róður á fyrstu
stevnuni á árinum, Norðoya-
stevnu. Við hesum var
grundin løgd fyri einum
góðum kappingarári hjá
bæði dreingjunum og kvinn-
unum umborð á Sílinum.
Komandi róðrarnir mis-
eydnaðust tó eitt sindur hjá
Sílinum. Hjá dreingjunum
var tað brádliga Havfrúgvin
sum setti dagsskránna við
sigrum í trimum teimum
næstu róðrunum, meðan
kvinnurnar hvørki megnaðu
at vinna á Sundalagsstevnu
ei heldur á Jóansøku.
Við hesum var brádliga
stórur munur í FM-kapping-
ini hjá dreingjunum, har
Havfrúgvin nú var væl
framman fyri Sílið, meðan
kappingin hjá 5-mannafør-
um við kvinnum tóktist
púra opin. Sílið var enn á
odda undan fjórða róðri-
num, men bæði Ørnin,
Frúgvin og Fípan Fagra
vóru beint í hølunum á teim-
um.
Vend kom í á
Varmakeldu
Fjórða róðurin á árinum,
sum var á Varmakeldu í
Fuglafirði, kom tó vend í
hjá kvinnunum. Nú bragd-
aði aftur hjá Sílinum, og
tær lótu ongan iva vera um,
hvør var sterkasti báturin
henda dagin. Tær endaðu
meir enn eina bátslongd
framman fyri Ørnina, með-
an Fípan Fagra og Frúgvin
endaðu á næstu plássunum.
Hjá dreingjunum gekst tó
enn niður á bakka. Eftir
sigurin á Norðoyastevnu
vóru teir blivnir nummar
tvey bæði á Sundalagsstevnu
og á Jóansøku aftanfyri
Havfrúnna, men á Varme-
kelda megnaði Junkarin
eisini at fara fram við Síli-
num, so hesa ferð máttu teir
taka til takkar við bronsu
heiðursmerkjunum.
Um tað er sigurin hjá
kvinnunum,
sum
eisini
hevði fingið gongd á dreing-
irnar til komandi stevnuna,
sum var Fjarðastevnan á
Strondum farna leygardag,
skal vera ósagt. Tað er tó
ein sannroynd, at úrslitini
hjá Sílinum gjørdust enn
betri á Fjarðastevnuni. Her
løgdu dreingirnar lunnar
undir ein fantastiskan dag,
tá teir vunnu allar fyrsta
róðurin heilar tvær báts-
longdir framman fyri Hav-
frúnna.
Løtu seinni fylgdu kvinn-
urnar í teirra fótafetum við
enn einum tryggum sigri
framman
fyri
Fípuna
Føgru,
og
sostatt
var
leygardagurin hjá Sílinum
at kalla fullkomin inni á
Strondum. Tveir sigrar í
tveimum róðrum.
Gera eina roynd
at vinna FM
Bátsformaðurin hjá dreing-
junum umborð á Sílinum,
Róar Dalsgaard, gleddist
sum vera man um sigurin á
Fjarðastevnu.
- Hetta følist rættiliga
gott. Tað er deiligt at vinna
aftur. Vit taka tó einki fyri
givið komandi róðrarnar, tí
vit hava respekt fyri Hav-
frúnni til næstu stevnu. Teir
hava eina góða manning og
hava fingið góð úrslit, men
vit fara at gera alt fyri eisini
at vinna komandi leygardag,
sigur Róar.
Hann dylur heldur ikki
fyri, hvat málið hjá dreing-
junum umborð á Sílinum
er.
- Málið hjá okkum er at
vinna FM. Tað hevur tað
alla tíðina verið. Hetta verð-
ur tó ringt, tí vit eru fýra
stig aftan fyri Havfrúnna í
FM-stríðnum, og teir hava
eina góða manning. Vit
mugu tó vinna síðstu tveir
róðrarnar. Gera vit hetta, so
vinna vit eisini meistaraheit-
ið, sigur ungi bátsformaðurin
á Sílinum.
Luktar av gulli
Aftan á tveir heldur keðilig-
ar róðrar, har tað ikki gekk
heilt eftir vild hjá kvinnun-
um umborð á Sílinum, hev-
ur tó gingið nógv betur síðs-
tu tveir róðrarnar. Bátsfor-
maðurin hjá teimum, Anna
Høgnesen, heldur tó ikki, at
tær hava broytt nakað ser-
ligt.
- Vit hava ikki endiliga
broytt nakað eftir róðrarnar
á Sundalagsstevnu og Jóan-
søku, og vit hava heldur
ikki gjørt nakað øðrvísi.
Tað hevur gingið væl hjá
okkum í venjing, og vit
hava vant hart alt árið, og
hetta haldi eg hevur givið
úrslit, sigur Anna.
Gongdin hjá Sílinum hev-
ur eisini gjørt tað, at tær nú
liggja sera væl fyri í FM-
stríðnum, og Anna dylur
ikki fyri, at tær ætla at avge-
ra meistaraheitið á Vestan-
stevnu.
- Tað byrjar heilt víst at
lukta av gulli. Tað er ikki
komið í hús enn, men vit
ætla at avgera meistaraheitið
Óli Svein Hansen,
formaður í Havnar
Róðrarfelag, fegnast
um úrslitini hjá
dreingjunum og
kvinnunum umborð á
Sílinum. – Tað er gott,
at tey ungu vísa vegin,
sigur hann
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Farna leygardag var fimti
FM-róðurin á skránni, tá 42
bátsmanningur
tókust
á
Fjarðastevnuni á Strondum.
Hjá bæði 5-mannaførum
við dreingum og 5-manna-
førum við kvinnum megn-
aði Sílið úr Havnar Róðrar-
felag at vinna.
Formaðurin í Havnar Róð-
rarfelag, Óli Svein Hansen,
var sera fegin um úrslitið
hjá
teimum
báðum
5-
mannaførunum.
- Ja, eg eri ótrúliga væl
nøgdur við avrikini hjá Síl-
inum á Fjarðastevnuni. Eg
eri serliga yvirraskaður av
dreingjunum. Teir eru mest
sum eitt óskrivað blað og
hava ikki so nógvar royndir.
Tí vistu vit ikki heilt, hvat
vit skuldu vænta av teimum.
Men eg má siga, at eg eri
gleðiliga
yvirraskaður,
sigur Óli Svein.
Tá vit spyrja um úrslitini
hjá kvinnunum umborð á
Sílinum, er Óli Svein tó
meira avgjørdur í sínum
svari.
- Kvinnurnar hava eina
meir royndu manning enn
dreingirnir, og tað skal ikki
vera nøkur loyna, at vit
høvdu sera góðar vónir til
tær. Vit bæði væntaðu og
vónaðu, at tær fóru at vinna
meistaraheitið í ár, og tað
sær jú eisini gott út nú,
sigur hann.
- Gott at tey ungu
vísa vegin
Óli Svein heldur eisini, at
úrslitini hjá teimum báðum
ungu manningunum hjá
Havnar Róðrarfelag hava
sera stóran týdning fyri
felagið.
- Man kann ikki blíva við
at draga teir eldru rógvara-
rnar inn aftur í kappróður-
in, og tí er gott, at tey ungu
vísa vegin, sum báðar
Formaðurin gleðist um sigrarnar
Góður dagur hjá Síl