Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 130 - 10. juli 2007 ] Fleiri av bátsmanningunum kunnu tryggjað sær meistaraheitið, tá vestanstevnuróðurin verður á skránni komandi vikuskiftið KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Nú vit eru komin út í hálvan juli mánað, eru fimm av teimum sjey kappróðrunum farnir aftur um bak. Og eingin ivi er um, at kapp­ róðraráhugaði langt síðani hava gjørt sær eina mynd um, hvørjir bátar fara at vin­ na meistaraheitið. Komandi vikuskiftið stendur so sætti róðurin fyri framman á vestanstevnu í Sørvági, og longu nú kann meistaraheitið avgerast í flestu av róðrunum. Tveir skulu bara fullføra Í tveimum av bátaflokkunum verður bert neyðugt hjá fremstu bátunum í FM­ kappingini at fullføra róð­ urin á vestanstevnu fyri at tryggja sær meistaraheitið. Hjá 10­mannaførunum hevur Eysturoyingur vunnið allar róðrarnar í ár framman fyri Vestmenning, og sostatt eru teir 10 stig fremst í FM­ kappingini. Av tí at tað bert hava verið tríggir bátar við í kappingini hjá 10­manna­ førunum í ár, so er heilt víst, at Eysturoyingur í minsta lagi fær átta stig afturat, og tí skulu teir bara fullføra róðrarnar á vestan­ stevnu og ólavsøku fyri at tryggja sær meistaraheitið. Tað sama er galdandi fyri Jarnbard í kappingini hjá 6­ mannaførum við kvinnum. Tær eru í løtuni 11 stig framman fyri Kollfirðing í FM­kappingini, og eisini hjá teimum hava bert tríggir bátar verið við síðstu róðrar­ nar. So um tær koma á mál í Sørvági og á ólavsøku, so kunnu tær rópa seg føroya­ meistarar. Fýra aðrir kunnu avgera Tað eru tó heili fýra báts­ manningar afturat Eysturoy­ ingi og Jarnbardi, sum kun­ nu tryggja sær meistaraheit­ ið í Sørvági. Hjá 5­mannaførum við gentum er Hvassi í løtuni níggju stig framman fyri Drekan, og tí kunnu gentur­ nar úr Sundalagnum við ein­ um sigri á vestanstevnu vera vísar í gullheiðurs­ merkjunum í FM­kapping­ ini. Eisini kvinnurnar umborð á Sílinum kunnu vinna meis­ taraheitið í Sørvági. Tær eru nevniliga eisini níggju stig framman fyri Ørnina og Fípuna Føgru, so ein sigur gevur eisini teimum fyrsta plássið í FM­stríð­ num. Hjá 6­mannaførum við monnum var kappingin jøvn og góð fyrstu róðrarn­ ar, men síðstu tríggjar róðr­ arnar er Sundabáturin bara blivin sterkari og sterkari. Í løtuni er hann átta stig framman fyri Tvørabátin í FM­kappingini, og tí kann eisini hann tryggja sær meistaraheitið á vestanstev­ nu við einum sigri. Tað sama er galdandi fyri 8­mannafarið Heiðabátin, sum er 11 stig framman fyri Argjabátin á øðrum plássi. Teir hava í roynd og veru bert brúk fyri einum triðja plássi á vestanstevnu fyri at vera vísir í meistaraheitin­ um. Hørð kapping hjá dreingjunum So samanumtikið er tað bert í einum bátaflokki, at tað er stríð um meistaraheit­ ið. Hetta er hjá 5­mannafør­ um við dreingjum, har Hav­ frúgvin í løtuni er fýra stig framman fyri Sílið. So ein sigur til Havfrúnna á vestan­ stevnu setur teir í eina sera góða støðu, meðan Sílið tó eisini kann avgera meistara­ heitið til egnan fyrimun, um teir vinna róðrarnar á bæði vestanstevnu og á ólav­ søku. Fleiri kunnu vinna FM inum manningarnar á Sílinum hava gjørt í ár. Góðu úrslitini hjá hesum báðum manningunum kunnu vón­ andi gera, at áhugin fyri kappróðri gerst størri mill­ um tey ungu, og tí hevur het­ ta eisini stóran týdning fyri felagið, sigur formaðurin í Havnar Róðrarfelag. á Vestanstevnu, sigur báts­ formaðurin á Sílinum. Møguleikin hjá kvinnun­ um umborð á Sílinum at tryggja sær meistaraheitið á Vestanstevnu er eisini rætti­ liga góður. Eitt annað pláss ger, at eingin annars bátur kann fanga tær aftur. Vit spurdu eisini Annu, hvønn týdning ólavsøkan hevur í einum kappróðrar­ ári. ­ Nú hyggja vit fyrst og fremst fram ímóti Vestan­ stevnuni, har meistaraheitið skal avgerast. Tað er tó heilt víst, at vit gleða okkum til ólavsøkuna. Hon skal sjálv­ andi eisini vinnast, tí at vin­ na á ólavsøku er sum at vin­ na meistaraheitið, sigur Anna at enda. Annan róðurin á rað megnaðu kvinnurnar umborð á Sílinum at vinna, og nú sær sera gott út hjá teimum í stríðnum um meistaraheitið. Fáa tær eitt annað pláss á Vestanstevnu, so eru tær heilt vísar í at vinna meistaraheitið. Mynd: Jens Kr. Vang Kvinnurnar umborð á Sílinum eru ein av seks manningum, sum kunnu tryggja sær meistaraheitið á vestanstevnu í Sørvági komandi leygardag. Mynd: Jens Kr. Vang Steegmans vann í Belgia Onnur etapa í heimsins størstu súkklukapping Tour de France hevði mál í Belgia, og hetta gjødi, at fleiri av belgiumonnunum í feltinum høvdu hug at vísa seg. Og tað gjørdist eisini ein belgiumaður, sum vann hesa etapu. Móti endanum sluppu nakrir heilt fáir súkklarar leysir frá feltinum, tá fleiri av fresmtu súkklarunum duttu, og tí skuldi 2. etapa avgerast millum teir heilt fáu, sum sluppu undan stóra fallinum. Her endaðu tveir av belgiumonnum á belgiska súkkluliðnum, Quick Step, fremst. Vinnarin gjørdist Gert Steegmans, meðan Tom Boonen endaði á øðrum plássi. Fleiri endaðu á sjúkrahúsinum Eitt stórt óhapp móti endanum av aðru etapu av Tour de France gjørdi, at fleiri av súkklarunum máttu ein túr niður á vegin at smakka asfalti. Óhappið sá so álvarsamt út, at vandi var fyri, at fleiri av súkklarunum máttu gevast í Tour de France. Millum teir, sum vóru við í óhappinum, var eisini førarin í kappingini, Fabian Cancellara, sum súkklar fyri danska, Team CSC­liðið. Tá ið súkklararnir komu á mál vísti tað seg tó, at teir flestu hævdu verið hepnir í óhappinum, men ein súkklari mátti tó gevast við einum brotnum tummilfingri. Tað var Tomas Vaitkus frá Team Discovery Channel.