Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 131 - 11. juli 2007 Útlendingar í Føroyum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit orka ikki meiri. So nú rýma vit. Tað eru nú níggju ár síð­ ani, at kendi fótbóltsspæl­ arin, Robert Cieslewicz, kom úr heimlandinum Pól­ landi til Føroyar við øllum húski sínum. Men fríggjadagin stungu tey í sekkin og rýmdu av aftur landinum. Og um tey nakrantíð koma aftur, er ein opin spurningur. – Eg vænti tað ikki. Men ein skal aldrin siga aldrin, leggur hann afturat. Robert Cieslewicz kom til Føroya í 1999, tá ið hann fór at sparka við ÍF. Men árið eftir vóru boð eftir honum úr Vági og tað hepnaðist væl, tí hann var ein av berandi kreftunum á VB liðnum, sum longu sama árið vann sítt fyrsta FM heitið í søguni. Síðani hevur Robert eis­ ini eitt stutt skifti verið venj­ ari í Sumba, men nú eru nøkur ár síðani, at hann setti gaggurnar. Alla tíðina ímeðan hann hevur verið her, hevur hann eisini arbeitt afturat tí, at hann hevur sparkað og hesi síðsti árini hevur hann arbeitt burturav. Seigpína fólk av landinum Nú hann rýmir, viðgongur hann gleðiliga, at hann følir seg sum idiot. Tað ger hann, tí hann føl­ ir seg so illa viðfarnan av myndugleikunum at hann rætt og slætt onki skilir av nøkrum. Nú sigur Robert t Hann følir seg sum idiot, men nú orkar hann ikki meir og tí rýmir hann nú úr Føroyum við allari familjuni Viðhvørt haldi eg, at tað einasta, myndugleikarnir eru úti eftir, er at seigpína fólk av landinum, sigur Robert Cieslewicz. Hann hevur búð í Føroyum í níggju ár, men nú fekk hann nokk Dýrari at ættleiða børn Amerikanarar við nógvum dollarum trýsta prísin uppeftir. Síðani 1. juli er tað vorðið dýrari at ættleiða børn. Eitt nú kostaði eitt barn úr Korea 93.000 krónur fyrr, men í dag er prísurin farin upp á 134.000 krónur, sigur danska útvarpið. Sambært teimum, sum skipa fyri ættleiðingum, er tað serliga USA, sum trýstir prísin uppeftir. Eitt er, at USA hevur ikki skyldu til at halda somu reglur sum t. d. Danmark, og harafturat eru tað ofta amerikanarar við nógvum dollarum, sum vilja ættleiða børn. Bill Gates ikki ríkasti longur Navnið Bill Gates hevur leingi verið kent millum manna, av tí at hetta er maðurin, ið er ríkastur í heiminum. Soleiðis er tó ikki longur. Ríkasti maður eitur nú Carlos Slim. Carlos Slim eigur størstu telefyritøku í Latínamerika, og er tað har, ið hann er vorðin so ríkur. Slim situr inni við 372 mia. kr, meðan Bill Gates eigur 325 mia. kr. Carlos Slim