mikudagur 11. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 131 - 11. juli 2007
Tað, sum hann er allar
mest illur um, er tað, sum
hann uppfatar sum reina og
skæra líkasælu frá myndug
leikunum mótvegis teimum
menniskjum, tey hava við
at gera.
– Tað eru nú meiri enn
trý ár síðani, at eg søkti um
arbeiðsloyvi í Føroyum,
men eg havi enn ikki fingið
svar.
Hann sigur, at alla hesa
tíðina hevur hann ringt frá
Heródusi til Pilatus fyri at
vita, hvussu málið hjá hon
um liggur, men hann fær
ikki svar.
– Sum oftast er ongin at
hitta, tí antin eru tey burtur
stødd ella eru tey á fundi og
tað kemur næstan ikki fyri,
at nakar hirðir at ringja aft
ur, sjálvt um tey hava lovað
at ringja.
Fái eg fatur í onkrum, er
tað einasta, eg fái at vita, at
eg skal bíða og bíða og
bíða. Men nú havi eg bíðað
í trý ár, so nú er nokk bíð
að.
– Eg fái heldur ikki so
mikið sum eitt lítið bræv
við nøkrum fáum reglum
um, at tey framvegis vita, at
eg eri á lívi og at gongd er í
málinum. Fyri tey er tað
sum um at eg ikki eri til,
leggur hann afturat.
Hann heldur, at hetta er
tekin um eina líkasælu og
eina menniskjavanvirðing,
sum hann ikki hevði væntað
sær av myndugleikunum í
einum framkomnum sam
felagi.
– Eg veit ikki, hvat eg
skal halda. Viðhvørt ivist
eg í, um myndugleikarnir
bara eru úti eftir at seigpína
fólk av landinum.
Hann sigur, at tað var
nógv betri, at hann fekk eitt
noktandi svar, tí tað var í
øllum førum ein greið støða
og so visti hann, hvat hann
hevði at halda seg til.
– Noktaðu tey mær ar
beiðs og uppihaldsloyvi,
var støðan greið og so fóru
vit bara heimaftur. Men
hendan seigpíningin við
ongum svari í fleiri ár,
hoyrir ongastaðni heima.
Hann sigur, at tekur tað
langa tíð at avgreiða slíkar
umsóknir, kundi ein loysn
verið at latið eitt fyribils
loyvi, til umsóknin var
avgreitt.
– Er vilji til tað, eru nógv
ir møguleikar so at fólk ikki
skulu sita í áravís og føla at
tað er sum um at tey als
ikki vóru til.
– Eg skilji væl, at mynd
ugleikarnir eru varnir tað
fyrstu tíðina og vilja síggja
fremmand fólk ann í fyrst
uni. Men eg havi nú verið
her í níggju ár og myndug
leikarnir vita, at eg hvørki
stjali ella eri lógbrótari av
nøkrum sum helst slag. Tí
átti tað at borið til at avgreitt
umsóknirnar skjótari.
Men hann staðfestir eis
ini, at tað er síðani hendan
samgongan tók við, at tað
er henda heilt galið.
– Øll tey fyrstu árini tók
tað tveir, tríggjar mánaðir
at fáa arbeiðsog uppihalds
loyvi. Men tá ið hendan
samgongan tók við, kom
fullkomiliga stígur í, tí síð
ani hevur onki borið til og
vit fáa ikki so frægt sum
eitt svar longur.
Stuldur
Samstundis sum tey hava
sveimað í ongamannalandi
í alla hesa tíðina, sigur
hann, at tey ongi rættindi
hava havt.
– Vit hava verið noydd at
rinda til ALS, men tá ið vit
hava havt brúk fyri tí, hava
vit onki kunnað fingið úr
ALS, av tí at umsóknin um
arbeiðsloyvið
ikki
er
avgreidd og viðurskiftini
sostatt eru ógreið.
– ALS er ikki frægari
trygging enn so og eg havi
hug at kalla tað stuldur,
leggur hann afturat.
Púra sjúkt
Hann sigur, at hann hevur
eisini søkt um varandi uppi
haldsloyvi.
Men í tí sambandinum
fekk hann at vita, at fekk
hann varandi uppihalds
loyvi, skuldi hann eisini
verða verandi í Føroyum.
– Eg fekk at vita, at fái eg
varandi
uppihaldsloyvi,
skal eg vera minst 75% av
tíðini í Føroyum, annars
kann eg missa loyvið.
Hann heldur, at hetta ljóð
ar púra sjúkt.
– Fært tú varandi uppi
haldsloyvi, átti tað at verið
varandi. Tí skilji eg ikki, at
eg ikki kann fara til Póllands
í eitt hálvt ár og koma aftur.
Hetta er heilt hol í høvdið,
tí hetta er at skerja persón
liga frælsið og tað er óskilj
andi, sigur Robert Ciesle
wicz.
Hann sigur, at tað var
akkurát hetta, sum fekk
bikarið at flóta yvir.
– Hetta tímdi eg ikki
meir, so eg fór beint heim
at pakka og at rigga av í
Vági
Um hann nakrantíð kem
ur aftur til Føroya, er ein
heilt opin spurningur
– Ein skal aldrin siga
aldrin og tað er ikki lætt at
siga, hvat framtíðin kann
føra við sær.
Men samstundis staðfestir
hann at skulu tey yvirhøvur
hugsa um at koma aftur,
skulu nógv viðurskifti fáast
í rættlag fyrst.
Í fyrstu atløgu er tað ein
fortreyt fyri at koma aftur,
at umsóknin um varandi
uppihaldsloyvi verður ging
in á møti.
Hevði oyðilagt
synirnar
Hann sigur, at onkur kundi
spurt, hví tey ikki langt síð
ani eru farin, tá ið alt er so
torført
Men hann sigur eisini, at
svarið til tað er einfalt.
– Eg havi havt børn í skúl
anum og tað hevði oyðilagt
nógv av teirra lívi at tikið
teir úr skúlanum. Skúla
skipanin í Póllandi er heilt
øðrvísi enn í Føroyum og
skuldu teir fari í ein polskan
skúla, hevði tað sett tey
fleiri ár aftur í tíðina, tí so
høvdu teir verið noyddur at
gingið fleiri ár umaftur.
– Og tað kundi eg ikki
bjóða teimum og tað kundi
ongin krevja av mær, at eg
skuldi gera, tí skúlagongd
og útbúgving hava so av
gerandi týdning í lívinum
– Vóru tað bara vit bæði
gomlu, var ongin trupulleiki
at fari. Men tað var eina og
aleina skúlagongdin hjá
børnunum, sum forðaði
okkum í at fara.
Nú eru báðir drongirnir
farnir úr skúlanum, so nú er
onki sum bindur tey til Før
oya í so máta.
So nú tíma vit ikki hetta
longur og fara heimaftur.
Tey arbeiðsloyvi hann
hevur havt, hava verið til
Palm Seafood í Vági. Men
tað merkir, at hann hevur
bara kunnað arbeitt har og
onga aðrasaðni.
Hann skilir heldur onki
av, at arbeiðsloyvið skal
vera avmarkað til eitt ein
stakt virki.
– Har hevur verið óstøð
ugt arbeiði í seinastuni og tí
havi eg gingið ein part av
tíðini fyri onki.
Men eitt lítið hanagleiv
frá Palm Seafood stendur
flakavirkið hjá Fiskavirking
og har hava tey alment boð
að frá, at tey mangla eini 30
fólk.
Men har hevur Robert
ikki loyvi at arbeiða, tí
arbeiðsloyvið er avmarkað
til Palm Seafood og onki
annað.
– Hetta er ein fullkomiliga
tápulig regla, sum eg púrt
onki skilji av, sigur hann.
Hetta er eisini ógvuliga
harmiligt, tí eg havi onki
ímóti at arbeiða, men eg
sleppi bara ikki.
Slítandi
Hann ásannar, at umstøður
nar, sum tey hava livað und
ir, hava verið ógvuliga slít
andi.
– Vit hava livað í støðugari
strongd alla hesa tíðina, og
tað hava vit ikki kreftir til
longur.
Hann sigur, at tað hevur
verið ómetaliga ørkymlandi
at liva undir so óstøðugum
viðurskiftum, tí í trý ár hava
tey ikki vitað, hvar tey hava
flótað.
– Av tí at vit ikki hava
fingið ALS, er tað viðhvørt
tungt at fáa endarnar at
røkka saman, tí arbeiðið er
óstøðugt. Av tí sama er vón
leyst at leggja nakað til síð
is og tað ger tað serliga
strævið, tí rokningarnar
skulu gjaldast.
Nú tey fara aftur til Pól
lands, er hann innanfyri ES
mark og kann tískil ferðast
um alt Evropa at arbeiða.
Hann heldur eisini, at
sum partur í danska ríki
num, átti arbeiðsmarknað
urin í Føroyum eisini at
verið opin fyri ESborgar
um, eins og føroyingar
kunna fara alla møguliga
staðir at arbeiða.
– Í øllum førum átti tað at
tikið munandi styttri tíð at
viðgjørt umsóknir frá borg
arum í ES londunum, held
ur Robert Cieslewicz.
akk og farvæl
- Ístaðin fyri at koma við einum greiðum svari, hava
myndugleikarnir fryst meg úti, tí teir lata sum um at eg slett
ikki eri til. So var tað nógv betri, at eg bara varð sparkaður
av landinum, tí tað hevði verið ein erlig støða, heldur Robert
Cieslewicz, sum nú takkar fyri seg eftir níggju ár í Føroyum
Viðhvørt ivist eg í, um
myndugleikarnir bara eru úti eftir
at seigpína fólk av landinum
Tað var eina og aleina
skúlagongdin hjá børnunum, sum
forðaði okkum í at fara
Drúgvar kanningar
fyri framman
Brenda skipið Athena, sum nú liggur 12 fjórðingar úr Kili, hevur eftir øllum at
døma drúgvar kanningar fyri framman. Stóra fiskiskipið Athena, sum føroyska
Ocean Group Faroes í Hósvík eigur, liggur í løtuni í altjóða sjógvi vestanfyri
Kili. Øll manningin er komin óskadd frá hendingini, men skipið hevur fingið
stóran skaða. Í kilenska býnum Concepcion arbeiðir føroyska løgreglan og
skipaeftirlitið við málinum, sum væntast at gerast drúgt. Hetta kemur millum
annað av tí, at manningin umborð á skipinum skal til avhoyringar.Enn ber ikki til
at siga nakað um orsøkina til eldsbrunan, sum kyknaði fyri júst einari viku síðan.
Wikipedia í
stórum vøkstri
Risa stóra hjálparheimasíðan wikipedia.org
er tvífaldað í vitjanum síðan síðsta ár.
Síðan hevur nú heili 50mió. vitjanir um
mánaðin, og hetta ger síðuna til størstu
hjálparsíðu á alnótini. Wikipedia er tiltikin
fyri at hava sera nógvar upplýsingar á, og
millum annað kunnu nógvar teirra lesast á
føroyskum.