Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 131 - 11. juli 2007 tíðindi Musikklærarar í Gerðarrættin Ósemjan millum Musikklærarafelagið og Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið um koyripening til musikklærarar endar nú í Fasta Gerðarrættinum. Partarnir vóru á einum seinasta fundi í mánadagin, men har var eingin loysn funnin. Við Útvarpið segði formaðurin í Musikklærarafelagnum, Sunleif Rasmussen, at tað er láturligt at eitt mál um bara 200.000 krónur skal koma so vítt. Í tvey ár hava musikkskúlalærararnir ikki fingið endurgjald fyri tíðina, tey brúka til ferðing. Tað hevur gjørt, at fleiri lærarar hava søkt starv á teimum stóru plássunum, so tey sleppa undan at ferðast, og tískil eru færri lærarar eftir úti á bygd. Vilja loyva polygami Limir í Radikal Ungdom og Venstres Ungdom í Danmark skjóta upp, at polygami, ella fleirgifta sum tað eisini eitur, verður lógligt. Tey ynskja, at ein giftur maður skal hava møguleika fyri at hava fleiri konur, á sama hátt sum giftar kvinnur eiga at kunna gifta seg við fleiri monnum. Sambært ungdómspolitikkarunum er tað ikki heilt uttan krøv, at fleirgiftan skal loyvast. Tí ein giftur maður skal ikki uttan víðari kunna fáa sær eina konu aftrat. Tað skal konan, hann upprunaliga er giftur við loyva honum, og umvent. Harumframt skulu serlig atlit takast til børn. Høgni Rei­ strup við fløgu Í dag kemur fyrsta solo­ fløgan hjá Høgna Reistr­ up út. Á fløguni, ið ber heitið “Hugafar á ferð”, eru tíggju sangir, ið Høg­ ni sjálvur hevur smíðað orð og lag til. Tað er plátufelagið Tutl, ið gev­ ur fløguna út. Upptøkur­ nar eru gjørdar í upptøku­ hølinum hjá Terja Ras­ mussen í Nólsoy, og Finn­ ur Hansen hevur ljóð­ blandað. Tónleikararnir á fløguni eru í stóran mun teir somu, sum mannaðu vælumtókta prix­bólkin Lawetz. Har­ afturat eru fleiri gestatón­ leikarar við á fløguni, harímillum ein strúki trio. Vakra fløguúsan hev­ ur evnaríki listamaðurin Heiðrikur á Heygum evn­ að til. Útgávukonsertin verð­ ur í Meiarínum mikudag­ in 18. juli. Síðsta upp­ tøkan hjá Karl Anton Á MySpace síðuni hjá Kaj Klein liggur síðsta upptøkan hjá Plastnoist, meðan Karl Anton Klein, sáli, var við. Søguliga upptøkan varð gjørd í Keypmannahavn tann 12. januar 2001. Kaj greiðir frá: ­ Upptøkan er tikin við einari lítlari mikrofon og ein minidisk­upptakara á einum staðið, ið kallaðist Kronsj og lá við Øre­ sundsvej á Amager. ­ Sjálvt um sangurin er skrivaður heilt afturi í ’77, so fekk hann alla tíð­ ina loyvi at útvikla seg. Bróðir, Karl Anton, syng­ ur og spælir gittara, og hetta var eisini síðsta upp­ tøkan hjá Plastnoist, með­ an hann var við. -háberg Nýggja forlagið Eksil hevur nú útgivið føroysku týðingina »Um­skap­anin«, ið er kend­asta verkið eftir Franz Kafka BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Agnar Jógvansson stendur fyri føroysku týðingini av »Die Verwandlung« sum hon eitur á týskum, og nú er komin í bókhandlarnar kring alt landið. Hendan langa stuttsøgan er eitt tað kendasta modern­ istiska prosaverkið í 20. øld – hon er ein mynd av frem­ mandagerðingini, sum modernisman hevði við sær, og er eitt av kendastu verkunum innan heimsbók­ mentir úr 20. øld. Listamaðurin Jóannes Lamhauge hevur prýtt perm­ una og sniðgivið bókina, sum er prentað í offsetprenti í Keypmannahavn. Leingi ávegis Bókin hevur verið ávegis leingi, og bæði málkøn í týskum og í føroyskum hava gjøgnumgingið bók­ ina. – Tað hevur verið sera hart arbeiði við hesari týð­ ingini, harðari og drúgvari enn vanligt, men harafturí­ móti er manningin eyka vælnøgd við úrslitið. Eg veit ikki, hví hesin klassi­ karin, sum einki mál kann vera fyriuttan, ikki langt í verðini síðan er útkomin í føroyskari týðing, sigur týð­ arin Agnar Jógvanson, sum er BA í bókmentum úr Ong­ landi. Vælegnað til skúlabrúks Forlagið v/ Kim Simonsen metir, at slíkar bøkur sum Umskapanin kunnu hækka støðið á føroyskum bókmen­ tum, og eisini gera tað møguligt at fylgja við í bók­ mentaligum heimsrákum innan bókmentir á føroysk­ um máli. Forlagið upplýsir, at bók­ in eisini inniheldur ein stutt­ an inngang; eisini er ein útgangur eftir týðaran. Het­ ta ger bókina egnaða sum undirvísingartifar til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum, næmingar í miðnámsskúlu­ num og á lærdum skúlum, har bókin kann brúkast í mál og bókmentagreinum. Agnar Jógvansson er BA í evropeiskum heimspeki og bókmentum úr ARU í Onglandi, og virkin týðari og høvundur. Hansara fikti­ vu ferðafrásagnir eru væl­ umtóktar millum føroyingar, av tí at tær eru bersøgnar og ráar ­ tó dyrkar hann eisini tað surrealistiska stuttsøgu­ tekstaslagið, eins væl og aforismurnar. Umskapanin er hansara onnur útgáva. Agnar arbeiðir við at týða fleiri norðurlendskar skald­ søgur. Poul Clem­entsen, Høgni H. Jacobsen, Ed­ith Dahl Jensen og Tórður Patursson eiga nú Team­ 85 alt sum­ tað er HANDIL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í 2005 keyptu tey fýra starvsfólkini í Team 85, Poul Clementsen, Høgni H. Jacobsen, Edith Dahl Jen­ sen og Tórður Patursson, helvtina av fyritøkuni frá Dimmalætting. Mánadagin varð keypið av hinari helvt­ ini endaliga avgreitt, soleið­ is at tey nú eiga øll parta­ brøvini í Team 85. Hetta merkir, at Hjalgrim L. Sam­ uelsen og Lisbeth L. Peter­ sen úr nevndini, og í teirra stað koma Tórður Patursson og Høgni Heinesen Jacob­ sen. – Vit høvdu eina optión upp á at keypa restina. Hen­ da var galdandi til 2009, og hana valdu vit so at brúka nú, sigur Poul Clementsen, stjóri í Team 85. Hann legg­ ur dent á, at keypið varð gjørt í sátt og semju við Dimmalætting, og at einki ilt er millum fyritøkurnar báðar. – Og tað lá eisini í kortun­ um, at hetta fór at henda, sigur hann. Handilin kom upp á pláss fyri tíð síðani, men varð ikki endaliga skrásettur fyrr enn fyri tveimum døgum síðani. Sambært stjóranum í Team 85, so vera tað ikki tær stóru broytingarnar í fyritøkuni beinanvegin, hóast tað nú eru fýra starvs­ fólk og ikki longur Dimma­ lætting, sum eigur lýsingar­ fyritøkuna. 14 fólk starvast hjá hjá Team 85. Heims klassikari loksins á føroyskum Starvsfólkini keypt Team 85 Poul Clementsen hevur sam- an við trimum starvsfeløgum keypt restina av partabrøvun- um í Team 85 savnsmynd Jóannes Lamhauge hevur gjørt permumyndina, sum Agnar Jógvansson hevur týtt