mikudagur 11. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 131 - 11. juli 2007
Hundaframsýning á Nabb
Nógv umrødda framsýningin av rasuhundum verður leygardagin 14. juli
í høllini á Nabb. Áhugin er stórur, og yvir 60 hundar eru tilmeldaðir.
Dagurin byrjar kl. 10.00 við sýning av hvølpum og rasuhundum. Kl.
13.00 verður framsýningin sett. Síðani byrjar framsýningin við tónleiki,
og eftir tað verður mótasýning. Jens Marni Hansen spælir lættir tónar og
Beinta Vilhelmsen vísir creatiónir til hund og eigara. So byrjar
framsýningin av rasuhundum við Dansk Kennel Klub ættartalvu. Fleiri
hundar, sum eru sýndir fyrrapartin, hava fingið ættartalvu og verða
eisini við á framsýningini seinnapartin. Serkønir hundaserfrøðingar og
dómarar úr Danmark og Svøríki eru við á framsýningini.
Vorðið sum fongur
Ein íslendskur útróðrarmaður fekk í gjár ein kalva,
sum vigaði 400 pund. Bragi Steingrímsson, sum er
útróðrarmaður í Vestmannaoyggjunum, mátti fáa hjálp
til at fáa kalvan inn í bátin, skrivar Morgunblaðið.
Kalvin var um hálvan triðja metur til longdar, og hann
vigaði 396 pund. Sambært Morgunblaðnum er hetta
ikki fyrstu ferð, at Bragi Steingrímsson hevur fingið
stóran kalva, men hesin er tó tann størsti.
Frá komandi skúlaári,
2007/08, verður
tað ókeypis hjá
føroyingum at lesa í
Skotlandi. Tað váttar
mentamálaráðharrin,
Jógvan á Lakjuni
ÚTBÚGVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var ein stórur lætti hjá
teimum føroyingum, sum
lesa í Onglandi, tá tað her
fyri bleiv gjørt av, at føroy
ingar hereftir skulu roknast
javnbjóðis borgarum í EU
londunum.
Heilt nágrgeiniligt merkir
hetta, at kostnaðurin fyri at
lesa á hægru skúlum í Ong
landi fer úr áleið 80.000
krónum niður í áleið 30.000
krónur um árið. Hetta er
júst tað sama, sum onglend
ingar sjálvir og aðrir EU
borgarar gjalda fyri sín
lesnað.
Nú frættast uppaftur betri
tíðindi úr Skotlandi. Av tí at
Skotland og Ongland eru
saman í sonevnda Common
welth, varð roknað við, at
lækkaða gjaldið eisini fór
at verða galdandi fyri les
andi føroyingar í Skotlandi,
men nú vísir tað seg, at tað
fer at gerast púra ókeypis at
lesa í norðurpartinum av
Bretlandi.
Tað er Aberdeen Universi
ty sum hevur boðað frá hes
um, og Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri, váttar,
at so er.
Ymsu
sjálvstýrandi
økini í Bretlandi gera sjálvi
av, hvussu tey skipa sína
útbúgving. Nýggja skotska
stjórnin hevur so gjørt av,
heilt at strika skúlagjaldið,
tað hava vit fingið váttað.
Hvussu verður í Wales og
Norðurírlandi er ikki heilt
greitt enn, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Landið sparir
Føroyar verða í hesum sam
bandi mettar sum »Overseas
Territory«, tað vil siga sum
eitt »hjáland« hjá í okkara
føri Danmark. Danir eru
limir í EU, og tí verða føroy
ingar eisini roknaðir sum
slíkir.
Hetta merkir so aftur, at
føroyingar
verða
mettir
javnbjóðis
EUborgarum,
og tá Skotland er í somu
støðu sum Føroyar, tað vil
siga EUlimir saman við
Onglandi, so merkir tað, at
tá tað gerst ókeypir at lesa í
Skotlandi fyri skotar og
EUborgarar,
gerst
tað
somuleiðis ókeypis hjá før
oyingum.
Hetta fer kortini ikki at
merkjast hjá teimum les
andi, tí seinastu átta árini er
tað landið, sum hevur
goldið skúlagjaldið. So tá
hetta gjaldið fellur burtur,
so verður tað við øðrum
orðum landið, sum fer at
spara lutfalsliga nógvan
pening, sigur Jógvan á Lakj
uni.
Tað er sonevndi ÚSUN
játtanin (ÚtbúgvingarStuð
ul Uttanfyri Norðurlond),
sum hevur rinda peningin,
og saman við lækkaða gjald
inum fyri lesnað í Onglandi
roknar Jógvan á Lakjuni
við, at bara fyri lesandi í
Bretlandi merkir hetta eina
sparing fyri landskassan
upp á seks til sjey milli
ónir.
ÚSUN var játtað fyri at
eggja
ungum
at
søkja
útbúgving aðrastaðni enn í
Danmark, og Mentamála
ráðnum er heimilað at
gjalda upp til 120.000 krón
ur fyri hvønn næming um
árið. Í meðal kostar hvør
næmingur landinum einar
80.000 krónur árliga, metir
landsstýrismaðurin í skúla
málum.
Endaliga próvtøkan hevur
kostað tritúsund pund, og
møguliga verður hetta gjald
ið eisini avtikið. Tað er tó
ikki heilt greitt enn.
Fiskimenn
skulu
læra hvør
av øðrum
Norðurlond:
Í
heyst
verður ein nýggjur norð
urlendskur felagsskapur
fyri fiskimenn settur á
stovn. Endamálið er at
fiskimenn skulu arbeiða
tættari saman.
Í farnu viku var fundur
hildin millum fiskimála
ráðharrarnar í Norður
londum í finska býnum
Pori, og her varð hetta
evnið tikið fram.
Á
fundinum
vóru
umboð fyri fiskivinnuna
í Íslandi, Noregi og Før
oyum, eins og úr Dan
mark sum luttók á fyrsta
sinni. Einki umboð var
úr Svøríki, men haðani
eru vissa fingin fyri
stuðli til ætlanina.
Sama mál
Høvuðsmaður aftanfyri
ætlanina er Petur Bjarna
son frá Fiskifelag Ís
lands.
– Hesin nýggi felags
skapurin skal ikki koma
ístaðin fyri nakran annan
felagsskap,
men
skal
vera ein pallur fyri einum
tættari samstarvi innan
fiskivinnuna í Norður
høvum, sigur hann við
blaðið Fiskaren.
Hann vísir haraftrat á,
at tey seinnu árini hevur
verið trupult at fáa eitt
samskifti um fiskivinn
una í Norðurlondum. Nú
verður hinvegin góður
møguleiki fyri hesum.
Tað hevur verið gjørt
alt ov lítið við at arbeiða
tvørtur um mørkini innan
norðurlendska fiskiveiði.
Orsøkin til hetta er mill
um annað hon, at summi
lond eru við í ES og onn
ur ikki, men fyri Petur
Bjarnason er hetta ikki
nøkur forðing sum so.
Vit hava øll ymisk
sjónarmið,
og
kunnu
læra hvør av øðrum, slær
hann fast.
sb.
Fyrstu grundstykkini
í stóru útstykkingini
í Nólsoy verða klár
um nakrar fáar
mánaðir, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
ÚTSTYKKING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stóra útstykkingin í Nólsoy
verður framd í tveimum.
Fýra til seks grundstykkir
verða klár um fáar mánaðir,
hin parturin, sum umfatar
randarhús, skal fyrst leggj
ast inn í eina broytta býar
ætlan, og slíkt tekur sum
kunnugt tíð.
Men støðan við teimum
fyrru grundstykkjunum er
so, at vegurin til útstykk
ingina skal gerast liðugur,
og síðani skal kloakk, vatn
veiting og el leggjast til.
Arbeiðið upp á vegin er
boðið út, so Heðin Morten
sen kann ikki ímynda sær,
at tað fer at ganga long tíð,
áðrenn tey fyrstu grund
stykkini eru klár.
Vit tosa um fáar mánað
ir, sigur borgarstjórin í Tórs
havnar Kmmunu.
Við restini av útstykking
ini er støðan eitt sindur øðr
vísi. Ein broytt býarætlan
skal leggjast alment fram,
og so hava fólk tríggjar mán
aðir at gera sínar viðmerk
ingar. Eftir hetta skal ætl
anin – sjálvandi treytað av,
at eingin mótmælir henni –
leggjast fyri landsstýrið til
endaliga góðkenning.
Fleiri ung hava áhuga í at
seta búgv í Nólsoy, og sam
bært
Heðini
Mortensen
gongur ikki long tíð, áðrenn
hesi kunnu fara undir arbeið
ið, at seta føtur undir egið
borð.
Ókeypis at lesa í Skotlandi
Klárt um fáar mánaðar
Jógvan á Lakjuni metir, at lækkaði lestrarkostnaðurin í Onglandi og avtikna gjaldið í Skotlandi
merkja eina sparing hjá landinum upp á um seks til sjey milliónir krónur um árið
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrstu grundstykkini í Nólsoy verða klár um
fáar mánaðir, sigur Heðin Mortensen