hósdagur 5. apríl 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 5. apríl 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 67 - 5. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Fólk, ið fáa stuðul til
keyp av heilivági frá
almannastovuni, hava
funnið ein møguleika
at misnýta henda
stuðulin. Pensiónist-
arnir rinda tær fyrstu
400 krónurnar av
kostnaðinum í hvørj-
um ársfjórðingi, með-
an Almannastovan
rindar alt omanfyri.
Snildin liggur í at
keypa heilivág til
fleiri ársfjórðingar í
senn, og soleiðis
kunnu pensiónistar
spara 400 krónur
hvønn ársfjórðing
STUÐUL
Stefan í Skorini
Tjaldurs Apotek hevur altíð
úr at gera, tá ársfjórðingur-
in er um at halla. Orsøkin
er lógin um stuðul til
heilivág, sum ikki leggur
upp fyri, at fólk kunnu
misnýta hana. Hetta úrslitar
í, at fólk leggja heilivág
undir seg við endan á
hvørjum ársfjórðingi, so
tey sleppa undan at gjalda
sín part næsta ársfjórðing.
Hetta er ikki ólógligt,
men stríðir hinvegin ímóti
andanum í lógini, sum
Kristian Magnussen kunn-
gjørdi 24. november í 1997,
tá hann var landsstýris-
maður við almanna- og
heilsumálum. Kunngerðin
kom í gildi tann 1. januar
1998.
Í lógini stendur at »stuðul
kann einans veitast til út-
reiðslur
omanfyri
400
krónur um ársfjórðingin«.
Fólkapensiónistar og av-
lamispensiónistar
kunnu
søkja almannastovuna um
stuðul til heilivág. Al-
mannastovan veitir síðani
umsøkjarum
stuðul
til
heilivágin. Pensiónisturin
hevur tó eitt egingjald, sum
verður inntøkuregulerað.
– Vit merkja tað týðiliga
á arbeiðsbyrðini, tá árs-
fjórðingurin tekur at halla.
Fólk koma inn at fylla
goymslurnar. Fólk kunnu
bunkra heilivág til eitt hálvt
ár og soleiðis leypa tveir
ársfjórðingar um, sigur
Petur
Oluf
Joensen,
apotekari í Havn.
Tá fólk leggja undir seg
til hálvt ára nýtslu, sleppa
tey undan at keypa heilivág
í tveir ársfjórðingar. So-
leiðis sleppa tey eisini und-
an at gjalda tær 400 krón-
urnar, sum tey av røttum
eiga at gjalda hvønn árs-
fjórðing.
Hesa snildi hava fólk, ið
hava tørv á nógvum heili-
vági, fyri langari tíð síðani
funnið útav at nýta til
egnan fyrimun.
Kunnu spara nógv
Eitt grefligt dømi er pens-
iónistur, ið hevur eina
nýtslu, sum liggur í fastari
legu. Hann kann tí rokna út,
hvussu nógv hann skal
hava tað næsta árið. Tí
verður allur heilivágurin
keyptur
í
einum
ársfjórðingi, so hann bara
skal rinda tær fyrst 400
krónurnar. Soleiðis hevur
hann spart 1200 krónur
ígjøgnum árið. Hjá einum
pensiónisti, sum bara fær
vanliga eftirløn, er hetta
nógvur peningur at spara.
Í seinastu viku hevði
starvsfólkið á apotekinum
úr at gera við at veita við-
skiftafólki læknafyriskip-
aðan heilivág, tí tá endaði
undanfarni ársfjórðingur og
fleiri komu at leggja undir
seg til nýtsluna teir næstu
mánaðirnar.
Læknarnir skulu stýra
Ein av fortreytunum fyri, at
henda snildin letur seg
gera, er, at læknarnir út-
skriva reseptir, sum gevur
sjúklinginum
møguleika
fyri at keypa nóg nógvan
heilivág. Um læknin út-
skrivar eina resept, sum
bara gevur pensiónistinum
møguleika at keypa heili-
vág til stutta tíð, hevði ikki
borið til at nýtt hatta holið í
lógini.
– Eg haldi, at tað er lagt
upp til, at læknarnir stýra
soleiðis, at teir ikki geva
fólki møguleikan at leggja
undir seg til fleiri ársfjórð-
ingar. Tað er uppgávan hjá
læknunum at forða fyri
misnýtslu av skipanini, sig-
ur Petur Oluf Joensen.
Misnýtsla av stuðli til heilivág
Í seinastu viku hevði starvsfólkið á apotekinum í Havn úr at gera við at geva fólki læknafyriskipaðan heilivág. Av apotekinum
verður sagt, at fólk leggja heilivág undir seg, tá ársfjórðingurin tekur at halla fyri at sleppa undan egingjaldinum
Tað er Musica Viva ið
skipar fyri, tá ið Sámal
Petersen og Jóhannes
Andreasen skulu á pallin
í Runavík og Tórshavn
komandi dagarnar.
Teir báðir fara at
spæla verk á fiól og kla-
ver. Á skránni verður
»Svita í gomlum stíli«
eftir russiska tónaskald-
inum Alfred Schnittka,
sonata í F-dur eftir
Wolfgang
Amadeus
Mozart og »Kreutzerso-
natan« eftir Ludwig van
Beethoven.
Konsertin í Runavík
verður í Býráðssalinum
hóskvøldið kl. 20.30, og
konsertin í Havn verður
í Listasavninum leygar-
dagin kl. 16.00. At-
gongumerki fáast við
dyrnar.
Birita Andreasen
Framsýningin »Kirkj-
urnar í Føroyum« hjá J.
P. Gregoriussen, verður
nú at síggja í Keyp-
mannahavn. Framsýn-
ingin hevur verið runt á
oyggjunum her heima,
og í Norðurlandahúsin-
um í Reykjavík. Nú er
hon komin til Nordisk
Ministerråd i Keyp-
mannahavn.
Alt framsýningartil-
farið er frá teimum 4 út-
gávunum um kirkjurnar
í Føroyum, hjá J. P.
Gregoriussen. Tað er í
samband við 1000-ára
haldið,
at
Nordisk
Ministerråd skipar fyri
framsýningini.
J. P. Gregoriussen hev-
ur áður havt tríggjar
framsýningar í Dan-
mark. Hesar vóru í
Gammel Dok í Keyp-
mannahavn 1994, Klos-
tergården
í
Horsens
1998 og Arkitektskolen í
Árhus 1998.
Framsýningin
letur
upp í gallarínum hjá
Nordisk
Ministerråd
mikudagin tann 11. apríl
2001, og heldur áfram
líka til 4. maj 2001.
Birita Andreasen
Yrkisdepilin hevur nú
givið út eitt kunningar-
rit. Kunningarritið er
fyrsta av sínum slag, og
væntandi fer tað at koma
út eina ferð um ársfjórð-
ingin, í framtíðini.
Yrkisdepilin er ein
sjálvstøðug fyrisitingar-
eind í Vinnu- og Mið-
námsskúladeildini undir
Mentamálastýrinum.
Depilin fyrisitur í høv-
uðsheitum arbeiðsmark-
naðar- og yrkisútbúgv-
ingarmál.
Yrkisdepilin
metir
kunning at vera sera
týðningarmikið, og tí
hevur depilin eisini eina
heimasíðu. Nú er so tik-
ið eitt stig aftrat á hesi
leiðini, við at geva út eitt
stutt rit. Ritið er fyrst og
fremst ætlað lærupláss-
um, yrkisskúlum, yrkis-
nevndum, viðkomandi
feløgum og stovnum.
Endamálið við ritinum
er at kunna um ymiskt á
yrkisútbúgvingarøkin-
um, umframt onkrar
smágreinir, hugtøk og
annað. Heimasíðan hjá
Yrkisdeplinum
er
www.yrkisdepilin.fo
Klassisk konsert í Runavík
og Tórshavn
Gregoriussen framsýning
í Keypmannahavn
Týsnáttina sló tor-
an niður í Suður-
oynni og órógvaði
bæði telefonina, út-
varpið og sjónvarp-
ið
SAMSKIFTI
Áki Bertholdsen
Fólkið hjá Føroya Tele í
Suðuroynni hevur havt úr
at gera seinastu dagarnar.
Týsnáttina gekk toran
og tað endaði við, at hon
sló niður.
Hetta órógvaði alt elek-
troniskt samskifti í Suð-
uroynni almikið. Tele-
fonin
riggaði
ikki
summastaðni,
millum-
bylgjan hjá útvarpinum
fór og sjónvarpssendarar
fóru
ymsastaðni,
so
nógvastaðni sóu suðuroy-
ingar ikki sjónvarp allan
týsdagin.
Síðani hevur fólk frá Før-
oya tele arbeitt við at fáa
brekini í rættlag aftur. Ar-
beitt varð allan týs- og
allan mikudagin og tað
var óvist, um ikki okkurt
kom at liggja eftir til í
dag. Men so skuldi alt
verið komið í rættlag
aftur, sigur Føroya Tele
Tað, sum varð mest
átrokandi,
varð
gjørt
fyrst. Tvs, at telefonsam-
skiftið varð raðfest ovast,
so var restin gjørt so
hvørt.
Toran órógvar suðuroyingar
Yrkisdepilin givið út
kunningarrit
Tað er stórur áhugi
fyri at sleppa á nýggja
almanna- og heilsu-
skúlan í Suðuroy
ÚTBÚGVING
Áki Bertholdsen
Tað er rættiliga stórur áhugi
fyri at sleppa inn á nýggja
Almanna- og heilsuskúlan,
sum nú er settur á stovn í
Suðuroynni.
Tá ið umsóknarfreistin
var úti, høvdu yvir 50 næm-
ingar søkt um at sleppa inn
á skúlan.
Men tað er ikki pláss fyri
meiri enn 20 næmingum á
skúlanum, so hjá meiri enn
øðrumhvørjum umsøkjara
var tað til fánýtis - í hvussu
so er hesuferð.
Umsøkjarar eru úr øllum
landinum. Umleið helvtin
av umsøkjarunum eru úr
Suðuroy og umleið helvtin
er aðrastaðni úr landinum.
Onkrir av umsøkjarunum
hava børn, men tað er ongin
trupulleiki at fáa tey ansað
á Tvøroyri.
Skúlin byrjar fyrst í sep-
tember.
Útbúgvingin, sum byrjar
tá, er tann, ið nevnist al-
manna- og heilsuhjálpari.
Hendan útbúgvingin var-
ar í eitt ár, men meiri enn
helvtin av tíðini er starvs-
venjing. Næmingarnir eru
fyrst í skúla í átta vikur, so
eru teir í starvsvenjing í 16
vikur. Eftir tað eru teir aftur
á skúlabonki í sjey vikur og
so eru teir aftur í starvs-
venjing í 20 vikur. At enda
er aftur ein vika í skúla, tá
ið næmingarnir eru til
roynd.
Annars byrjar skeiðið
fyri heimahjálparar nú í
vár. Tað er eitt skeið uppá
26 vikur fyri heimahjálpar-
ar, ið hava arbeitt í nøkur ár.
Hetta skeiðið byrjar við 10
vikum í skúla, síðani eru 14
vikur í starvsvenjing so aft-
ur tvær vikur í skúla. Fyri
at kunna koma á á hetta
skeiðið, skal ein heima-
hjálp hava arbeitt minst 24
tímar um vikuna í minst trý
ár av teimum seinastu
fimm árunum!
Men til tað skeiðið skulu
umsóknir ikki sendast skúl-
anum, tí tað er heimarøktin
sjálv sum skipar fyri at
senda heimahjálpir á skeið.
Um nøkur ár
Annars skal ein útbúgving
afturat verða á skúlanum,
tað er útbúgvingin til alm-
anna- og heilsurøktara, sum
er ein útbygging av útbúgv-
ingini til almanna- og
heilsuhjálpara.
Aftaná útbúgvingina til
almanna- og heilsuhjálpara,
tekur tað hálvtannað ár at
blíva almanna- og heilsu-
røktari.
Men tað skilst, at farið
verður ikki undir útbúgv-
ingina til almanna- og
heilsurøktara, fyrrenn um
nøkur ár. Orsøkin til tað er,
at tað er ikki pláss fyri teirri
útbúgvingini eisini í skúla-
hølunum, sum eru. Í skúl-
anum, sum er, er bara ein
skúlastova og tað skal
nýggjur skúli til, áðrenn
farast kann undir tað stóru
útbúgvingina, verður sagt
av almanna- og heilsuskúl-
anum.
Fyrr er upplýst, at skúlin,
sum nú er, er bara ein fyri-
bils loysn og at ætlanin er at
útvega onnur og betri hósk-
andi høli um eini tvey, trý
ár.
Undirvísingar- og
mentamálastýrið ikki
samd um leiguna fyri
skúlahúsið, sum Al-
manna- og heilsu-
skúlin skal halda til í.
Og um ein mánað
byrjar skúlin
TVÍDRÁTTUR
Áki Bertholdsen
Enn er ógreitt, hvussu verð-
ur við hølunum til nýggja
almanna- og heilsuskúlan á
Tvøroyri. Eftir ætlan skal
skúlin byrja longu um ein
mánaða. Tvøroyrar Komm-
una hevur útvegað hús til
skúlan og hevur hartil gjørt
tey at kalla púra av nýggj-
um innan.
Ætlanin varð so, at Und-
irvísingar- og mentamála-
stýrið skuldi leiga húsið frá
kommununi til at hava
skúla í.
Men í hesum sambandi
hevur ein trupulleiki stung-
ið seg upp. Og tað er, at
Tvøroyar Kommuna og
Undirvísingar- og menta-
málastýrið, eru ikki enn
blivin samd um leiguna,
sum kommunan skal hava
fyri húsið.
Finnleif Guttesen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, sigur, at
partarnir hava samráðst um
málið, men enn er langt
ímillum.
– Vit eru heilt langt frá
eini semju. sigur hann.
Men hann væntar, at tað
fer at eydnast at finna
semju.
Um tað ikki skuldi eydn-
ast, veit hann ikki, hvat
hendir.
– So stendur kommunan
við einum nýumvældum
húsum. Men, hvat vit skulu
brúka tey til, vita vit ikki.
Flestu fingið innivist
Annars hevur tað heldur
ikki enn eydnast at fáa øll-
um næmingunum, sum
skulu ganga á skúlanum,
innivist.
Tvøroyrar Býráð hevur
lýst í bløðunum, at tey, sum
hava býli til leigu, kunnu
venda sær til kommuna,
sum so beinir málið víðari.
– Tað verður ikki komm-
ununan, sum leigar bústaðir
til næmingarnar. Tað gera
næmingarnir sjálvir. Men
vit hava átikið okkum at
verða millumlið ímillum
tey, sum hava bústað at
leiga og skúlan, sigur Finn-
leif Guttesen.
Hann sigur, at av teimum
20
næmingunum,
sum
skulu ganga á skúlanum,
hava 12 fingið innivist.
– Enn eru tað sostatt átta
næmingar, sum ikki enn
hava fingið innivist. Men tí
málinum arbeiðir kommun-
an nú við.
Borgarstjórin á Tvøroyri
sigur, at sóknast verður aft-
ur nú í bløðunum eftir bú-
staði til næmingarnar.
Hann heldur, at tað átti
ikki at verið nakar trupul-
leiki at fingið bústað til
næmingarnar, tí nógv hús
standa tóm.
Annars eru tað í hinari
greinini í blaðnum í dag um
skúlan, víst á, at onkrir av
umsøkjarunum hava børn.
Men tað verður ongin trup-
ulleiki at fáa børnini ansað.
– Vit hava samtykt í bý-
ráðnum, at barnaansing
skal ikki verða nøkur forð-
ing hjá áhugaðum næming-
um at søkja á skúlan. Vit
hava nevniliga samtykt at
tryggja teimum næmingum
barnaansing, sum hava
brúk fyri tí, sigur Finnleif
Guttesen.
Fingu yvir 50 umsóknir
– Nýggi almanna- og heilsuskúli, sum nú byrjar á Tvøroyri skal halda til í hesum húsinum
mitt á Tvøroyri, hann hevur fingið góða undirtøku, men meiri enn helvtin av umsøkjarunum
verða við sviðusoð
Ikki samdir um treytirnar enn
– Tað sigst at nógv hús standa tóm á Tvøroyri. Men ivasamt er, hvussu eigararnir eru sinnaðir at leiga. Enn hava átta av
næmingunum á almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri, ikki fingið innivist