hósdagur 5. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Enn einaferð er rok í
samgonguni.
Tjóðveldisflokkurin
finst í opnum brævi
at Fólkaflokkinum
fyri at hava partapol-
itiskt valagn og út-
jaðringarpolitikk í
hásæti. Løgmaður er í
øðini og krevur at fáa
at vita, um Tjóð-
veldisflokkurin er
sinnaður at sam-
starva um samgongu-
skjalið ella ei
SAMGONGUKREPPA
John Johannessen
–
Fólkaflokkurin
førir
flokspolitiskt valstríð.
–
Tjóðveldisflokkurin
heldur seg bara til fullveld-
ismálið og gloymir allar
aðrar avtalur í samgongu-
skjalinum.
Soleiðis flúgva skuldset-
ingarnar í løtuni millum
teir báðar stóru samgongu-
flokkarnar,
Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin.
Tað er enn einferð rok í
samgonguni
Partapolitisk
útjarðing
Glóðin, sum hevur ligið og
ulmað síðani seinasta stóra
samgongustríðið fyri ein-
um mánaði síðani, kyndi
aftur bál, eftir at Tjóðveld-
isflokkurin týsdagin sendi
fjølmiðlunum eitt bræv við
hørðum atfinningum móti
Fólkaflokkinum.
Tjóðveldisflokkurin sig-
ur í brævinum, at tað tykist,
sum partapolitiskt valagn
og útgjaringarpolitikkur er
komin í hásætið hjá summ-
um samgongupolitikarum
og landsstýrismonnum.
Í brævinum skrivar Tjóð-
veldisflokkurin
millum
annað soleiðis:
»Uttan at orð er grett,
ella nakað yvirhøvur er
kunnað
landsstýri
ella
samgongu,
eru
ætlanir
kunngjørdar
í
fjøl-
miðlunum um privatisering
av landsjørðini. Undir-
sjóvartunlar, sum skulu
byrja her og nú, uttan at
halda seg til langtíðarætlan
landsstýrissins. Milliarda-
upphæddir í íløgum verða
umrøddar uttan fyrilit fyri
búskapinum
frameftir.
Kanningarsetningar verða
kunngjørdir, sum hava eitt
greitt parapolitiskt spæl og
sikti í sær. Og nú verður at-
kvøtt fyri andstøðuupp-
skotum um at lækka av-
gjøld, uttan nakra viðgerð í
samgongu.«
Mugu halda avtalur
»Hetta ber ikki til. Vit hava
ávarað ímóti, at farið verð-
ur undir flokspolitiskt val-
stríð í samgonguni á henda
hátt – tí tað eru so nógv stór
og týdningarmikil økir, har
samgonguflokkarnir
eru
hugsjónarliga ósamdir. Og
vit hava støðugt víst á, at
tað er fullveldisætlanin, ið
er grundarlagið fyri tí varna
og ábyrgdarfulla búskapar-
politikki, sum er førdur.«
Tjóðveldisflokkurin end-
ar brævið við at mæla til, at
útgjaringin støðgar, og at
samgonguflokkarnir halda
seg til samgonguavtalur og
viðgera møguligar ósemjur
innanhýsis í samgonguni,
áðrenn nakað verður melað
út.
– Okkara ábyrgd er at
standa við tað, vit hava lov-
að. Ikki at lova okkum burt-
ur, sigur Tjóðveldisflokkur-
in í brævinum til Fólka-
flokkin.
Mugu gevast at grenja
Formaður Fólkafloksins,
Óli
Breckmann,
hevur
vegna flokk sín skrivað
Tjóðveldisflokkinum eitt
aftursvar, sum hann eisini
hevur sent fjølmiðlunum.
Óli Breckmann skrivar
millum annað soleiðis:
»Gevst nú at grenja.
Fólkaflokkurin
brýggjar
sær ikki um at verða skuld-
settur fyri landasvik, bert tí,
at vit føra eitthvørt frísinn-
að
politiskt
sjónarmið
fram. Vit ætla at halda fast
um hesa samgongu minst
til 30. apríl 2002.«
Í sambandi við, at Tjóð-
veldisflokkurin í brævi sín-
um finst at Fólkaflokkinum
fyri at hava stuðla uppskot-
inum hjá Hendriki Old úr
Javnaðarflokkinum um at
lækka avgjaldið á bensini,
sigur Óli Breckmann so-
leiðis í aftursvari sínum:
»Tað er jánkasligt av
Tjóðveldinum at brúka
fullveldismálið
til
at
snúgva sær undan sam-
gonguskjali og gjørdari av-
talu um lægri bensinav-
gjald.«
Hava hildið allar
avtalur
Óli Breckmann vísir á, at
Fólkaflokkurin
higartil
einki mál hevur borið í
tingið, uttan at tað fyrst er
viðgjørt og avtalað í sam-
gonguni. Men Høgni Hoy-
dal trumfaði tvey uppskot
inn á ting ímóti boðum løg-
mans, so samgongan mundi
slitnað. Hann vísir eisini á,
at Tórbjørn Jacobsen hevur
borið trý ikki viðgjørd lóg-
aruppskot í tingið. Eitt um
bókasøvn, eitt um fjøl-
miðlagrunn og eitt um ein
hundadýran granskingar-
grunn og fjøld av granskar-
um fyri 10 tals milliónur
krónur árliga, sum Óli
Breckmann málber seg.
Oman á hetta vísir Óli
Breckmann á, at Fólka-
flokkurin hevur spart pen-
ing á fíggjarlógini innan
síni málsøki, meðan játtan-
irnar á málsøkjunum hjá
Tjóðveldisflokkinum eru
hækkaðar fleiri hundrað
milliónir krónur farnu trý
árini.
Samgongan í vanda
Hetta brævaskiftið bendir
á, at rættuliga stevið í sam-
gonguni er út av lagi vána-
ligt. Hóast samgongan varð
bjargað fyri einum mánaði
síðani, gongst alt annað enn
væl í innanhýsis samstarv-
inum.
Løgmaður er í øðini inn á
brævið frá Tjóðveldisflokk-
inum. Hann sigur við Sosi-
alin, at hann enn ikki hevur
tosað við Høgna Hoydal,
sum er burturstaddur, um
støðuna, men at hann ætlar
sær at krevja at fáa at vita,
hvat Tjóðveldisflokkurin
vil við samgongusamstarv-
inum.
– Eg ætli mær ikki at
ringja til Høgna Hoydal. Eg
gangi út frá, at hann eina-
ferð ætlar sær at koma aft-
ur, og tá fari eg at krevja at
fáa at vita frá honum, hvat
hetta er fyri nakað, og um
Tjóðveldisflokkurin ætlar
sær at halda seg til sam-
gonguskjalið, sigur løg-
maður.
Anfinn Kallsberg dugir
ikki at siga, um samgongan
fer at slitna, ella um hon
heldur valskeiðið út.
TÍÐINDASKRIV
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Leygardagin 7. apríl verður
opið hús í hølunum hjá
Javnaðarflokkinum
við
Áarvegin 14 í Havn frá
klokkan 16 til klokkan 19.
Tað er Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag, ið skipar
fyri, og høvi verður at fáa
ein drekkamunn við einum
køkubita og kaffi afturvið.
Ætlanin við tiltakinum at
at vísa fólki hølini og fáa
betri samskifti við limirnar,
soleiðis at fólk eisini fáa
størri áhuga fyri at koma á
limafundir.
Fyrireikararnir vóna at
fáa vitjan av tingmanning-
ini og býráðspolitikarum,
so limir felagsins fáa høvi
at tosa við tey um tað, sum
tey hava upp á hjartað.
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag fer eftir páskir at
senda út brøv til limirnar,
har kunnað verður um, nær
limafundir eru og hvør
skráin verður.
Aftur rok í samgonguni
Løgmaður er við at
missta tolið við
Høgna Hoyda.
Hann er í øðini inn
á skuldsetingarnar
frá Tjóðveldis-
flokkinum og fer at
krevja greið boð
um samgongusam-
starvið
SAMGONGU-
KREPPA
John Johannessen
– Eg vil hava at vita frá
Høgna Hoydal, um hann
ætlar sær at halda sam-
gonguskjalið ella ikki.
Hetta eru greiðu boð-
ini frá einum ógvuliga
ørgum løgmanni, eftir at
Tjóðveldisflokkurin týs-
dagin sendi út opið bræv
við skuldsetingum móti
Fólkaflokkinum.
Løgmaður sigur seg
fara at krevja at fáa at
vita frá Høgna Hoydal,
um hann er sinnaður at
halda fram við sam-
gongusamstarvinum við
samgonguskjalinum
sum grundarlag, ella um
hann ætlar at halda fram
bert fyri at markera seg í
fjølmiðlunum.
– Ætlar Høgni bara at
markera seg í fjølmiðl-
unum, verður ikki neyð-
ugt at fundast á nátt, fyri
at bjarga samgonguni,
eins og fyri einum mán-
að síðani, sigur løgmað-
ur.
Anfinn Kallsberg ætl-
ar sær ikki at tosa við
Høgna Hoydal um støð-
una, fyrr enn hann er
komin aftur av ferð í
Noreg. Tá skal greiða
fáast á, um samgongan
enn
einaferð
verður
bjargað.
Løgmaður dugir ikki
at siga, um samgongan
slitnar, ella um hon
heldur fram valskeiðið
út.
Tolið við at
vera uppi
Opið hús hjá
Javnaðarflokkinum
Nr. 67 - 5. apríl 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 67 - 5. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Til p
il pskar selja vit
skar selja vit
tvald spegl, sk
tvald spegl, skp og
p og
m¿blar fyri
blar fyri
1/2 prs
KomiÝ inn
inn
glviÝ
og s
og sggiÝ
rvaliÝ!
Niels Finsensg¿ta 18 - Boks 1094 - FO 110 Trshavn - Tlf. 314930 - Fax 314933
Samfelagið hevur
ment seg tann vegin,
at tann, sum hevur
vitan, hevur meira
vald enn tann, sum
situr á tilfeinginum,
heldur norskur
samfelagsfrøðingur
MENNINGARFUNDUR
Edvard Joensen
Eiði: Tann, sum er útbúgvin
og hevur vitan, er betri fyri
enn tann, sum situr á
tilfeinginum, sigur norski
samfelagsfrøðingurin Ottar
Brox.
Á
bygdarfundi,
sum
Granskingardepilin
fyri
økismenning skipaði fyri á
Eiði
týskvøldið,
segði
norski samfelagsfrøðing-
urin Ottar Brox, at fram-
tíðar vinnan fer at verða
rættiliga øðrvísi frá tí, vit
higartil hava kent.
Tosað varð, sum vera
man, nógv um fiskivinnu,
og varð niðurstøða hansara,
at fiskivinnan fór at vera
fyri stórum broytingum.
Hann setti tað soleiðis upp:
Abbin turkaði og saltaði
fisk, og tað bar til. Pápin
fekk sær flakavirki og fór á
heysin. Dóttirin lærdi seg
franskt og marknaðarfør-
ing. Hon fór at selja fisk á
Internetinum og gjørdist
rík.
Teldan er framtíðin
Teldan er týdningarmiklari
fyri framtíðar fiskivinnuna,
enn flakamaskinan, segði
Ottar Brox millum annað á
fundinum á Eiði týskvøld-
ið.
Hann vísti á, at tað finn-
ast ymiskir hættir at góðska
fisk uppá. Vit tosa mest um
tann háttin, sum er at við-
gera fiskin frá heilum fiski
til lidna vøru. Og tað helt
hann ikki altíð vera tann
rættasta háttin, um talan
skuldi vera um at vinna
pening.
Júst her er tað, at kunn-
leikin til franskt mál og
marknaðarføring kemur inn
í myndina, segði hann. Tí
tað kann í ávísum førum
loysa seg væl betri at selja
fiskin heilan til Fraklands,
heldur enn at arbeiða hann
heima á flakavirkinum.
Sjálvandi leggur arbeiðið
heima eisini virði eftir seg í
arbeiðslønum. Men saman-
lagt kann vinningurin verða
størri, um fiskurin verður
seldur feskur og kemur
skjótt á marknaðin.
Tað er ein spurningur um
at fylgja við tí, sum hendir
á heimsmarknaðinum.
Læri av norðmonnum
Men geri ikki, sum teir
hava gjørt, ávarðaði Ottar
Brox fundarfólkið. Og við
tí vildi hann siga, at norð-
menn hava gjørt nógvar
feilir í fiskivinnuni, sum
føroyingar eiga at ganga
uttanum.
Hann segði, at norskur
fiskivinnupolitikkur sær út
til at fara at útrudda útróð-
urin. Stutt og greitt.
Norska kvotaskipanin er
bygd á umsetiligheit, og tað
er nakað lort, fyri at siga
tað við reinum orðum.
Norskir
fiskimenn
eru
komnir í eina støðu, sum
ger, at eingin nýggjur
sleppur upp í vinnuna.
Fyri at fáa kvotu, skalt tú
hava eitt stórt fiskifar. Men
fyri at fá eitt stórt fiskifar,
skalt tú hava kvotu. Og har
er støðan púra fastlæst,
segði Ottar Brox.
Hann vísti á, at tað eru og
verða teir kapitalsterku
reiðararnir, sum fara at sita
á allari fiskivinnuni. Teir
keypa allar kvotur og leggja
saman til stóru skipini.
Smábátarnir detta burtur
ímillum.
Ottar Brox metti, at ein-
asti mátin at sleppa undan
hesum er at ganga frá hand-
ilskvotum til mannskvotur,
sum hann nevndi tað. Stutt
og greitt, at maðurin fekk
sína kvotu heldur enn
fiskifarið.
Á fundinum, sum var á
Eiði týskvøldið luttók, um-
framt Ottar Brox, eisini
svenski samfelagsfrøðing-
urin Carl-Gustaf Thornstr-
øm. Hann var eitt skifti í
1973 á Eiði í samband við
lesnað. Á vitjanini hesaferð
var uppgáva hansara at gera
sammetingar millum Eiði í
seksti árunum og nú.
Sosialurin fer at greiða
meira frá tí, teir báðir sam-
felagsfrøðingarnir søgdu, í
grein í vikuskiftisblaðnum
komandi leygardag.
Vitan er vald
Framtíðar fiskivinnan fer í størri mun at brúka teldu enn flakamakinu, segði Ottar Brox, norskur samfelagsfrøðingur, v.m., sum
luttók á bygdarfundi á eiði saman við svenska samfelagsfrøðinginum Carl-Gustaf Thornström, h.m.
Mynd: Edvard Joensen
Eiðisfólk lurtaðu við áhuga
eftir teimum báðum
samfelagsfrøðingunum
Mynd: Edvard Joensen