Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunusamskipan Føroya arbeiða í løt- uni við at seta eina nevnd, sum skal um- boða allar komm- unurnar undir sam- ráðingunum við Føroya Pedagogfelag. Hetta skal verða komið uppá pláss í vikuni og samráðing- arnar kunnu byrja tá Turið Kjølbro Eitt verkfall og fimm vikur eru síðani, sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi, og enn er dagurin, tá ið samráðingarnar skulu byrja ikki ásettur. Fyri fyrstu ferð skal Føroya Pedagogfelag samráðast við kommunurnar, og Før- oya Kommunala Arbeiðs- gevarafelag og Kommunu- samskipan Føroya arbeiða í løtuni við at seta eina felagssamráðingarnevnd, sum skal umboða allar kommunurnar undir sam- ráðingunum. Sum skilst skal hetta verða komið uppá pláss í vikuni og sam- ráðingarnar kunnu byrja tá. Frá løgmansskrivstovuni hevur Pedagogfelagið fing- ið at vita, at kommunur hava rætt at samráðast vegna sjálvsognarstovnar- nar. At Føroya Pedagogfelag skal samráðast við komm- unurnar um sáttmála fyri teir 500 limirnar, sum ar- beiða á barnagørðum, vøggustovum, frítíðarskúl- um og sum dagrøktarar, hevur felagið tikið til eftir- tektar - hóast felagið ong- antíð hevur dult fyri, at tað átti at verið Fíggjarmála- stýrið, ið skuldi sitið hinu- megin borðið. Hesin veru- leikin er ikki orsøkin til, at felagið fór í verkfall fyri tveimum vikum síðani. Tað var framferðin og málsvið- gerðin í málinum, felagið fýltist á. Løgmaður ásann- aði tá ið verkfallið var av, at málsviðgerðin ikki hevði verið nøktandi og henda úrskurð er Føroya Pedagog- felag nøkt við. – Vit vónaðu til tað síðsta, at tað ikki varð neyðugt at fara út í verkfall. Longu í februar mánaði settu vit okkum í samband við allar partar fyri at av- greiða spurningin um sam- ráðingarrættin áðrenn sátt- málin fór úr gildi. Trupul- leikin var jú, at felagið og avvarðandi myndugleikar ongantíð høvdu tosað sam- an, og eftir brøv og rykkj- arar og einki hendi høvdu vit einki annað val enn at fara í verkfall, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Arbeiðið ikki virt Álitið hjá Føroya Pedagog- felag á landsins ovastu myndugleikar, aðalstýri og politikarar, fekk eitt skot fyri bógvin av trætuni um samráðingarrættin. Og álit- ið er eftir øllum at døma ikki endurvunnið. – Tá ið eitt so stórt mál verður so illa úr hondum greitt, kann eg ikki siga annað enn at eg havi mist álitið á samgonguna. At kommunurnar yvirtaka økið er nýtt fyri allar partar og feilir kunnu henda. Men tað sum hendi í sambandi við trætuna var, at eingin vilji var at loysa knútin, tá ið vit fingu frænir av feilinum. Og okkara fak- felag hevur verið ógvuliga nógv úti um seg alla tíðina alla staðni í sambandi við samráðingarrættin, so vit ivaðust ikki eina løtu í hvønn vit skuldu samráðast við. Hetta kom jú líka óvart á kommunurnar. Eg vóni bara, at politikararnir hava lært, at tá ið ein lóggáva verður gjørd, sum førir við sær stórar broytingar, at alt er í lagi. Vit eru ógvuliga glað fyri, at ein dag- stovnalóg, sum tryggjar børnini, varð gjørd sam- stundis, tá ið kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið. Tað eigur Helena Dam á Neystabø rós fyri. Men í hesi lóg eiga sáttmála- samráðingarnar hjá teimum sum arbeiða við børnum eisini at verða tryggjað. Tað varð ikki gjørt. Og øll henda trætan er eitt skúla- dømi um, hvussu ikki eigur at verða gjørt, sigur Carita Björklund, sum setir spurn- artekin við um arbeiðið hjá pedagogum yvirhøvur verður virt. Heildarkend krøv Enn hevur Føroya Pedagog- felag ikki fingið mótkrøv frá kommununum, og Pedagogfelagið gongur út frá, at Fíggjarmálastýrið hevur sent krøvini, sum tað handaði har 1. februar víðari til kommunurnar. Forkvinnan í Føroya Peda- gogfelag torir ikki at siga, hvussu samráðingarnar fara at ganga. – Tað er nýtt fyri komm- unurnar at samráðast við okkum, so ilt er at meta um, hvussu fer at vera. Hin- vegin fyrireika vit okkum á sama hátt sum vit altíð hava gjørt. Limirnir í Føroya Peda- gogfelag arbeiða bæði á stovnum undir landinum og undir kommununum, og tí eru krøvini til ein nýggjan sáttmála heildarkend. Styttri arbeiðstíð og longri frítíð, umframt at lønin verður prístalsviðgjørd og at lønin til leiðarar á dag- stovnum verður betri, eru nøkur av krøvunum. Eisini ynskir Pedagogfelagið ein einfaldari sáttmála, har eitt nú viðbøtur verða tiknar inn í lógina. Samráðingarnar hjá Pedagogfelagnum ikki byrjaðar – Føroya Pedagogfelag fegnast um, at ein dagstovnalóg, sum tryggjar børnini, varð gjørd sam- stundis sum kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið., sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Myndin er tilvildarliga vald Nr. 67 - 5. apríl 2001 5 gult cyan magenta svart 4 Nr. 67 - 5. apríl 2001 gult cyan magenta svart Sokkabuksir 218,- Støkk inn á gólvið Nýtt páskastás mikrofibur/ull 80% ull 168,- Nýtt í Troyggjum og settum Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Líkt er til, at Tjóðveldisflokkurin treyðugt vil halda samgonguskjalið. Samstundis vísir henda støðan, at flokkurin veit ikki, hvat tann vanligi føroyingurin hevur til lívsins uppi- hald. Og brævskrivingin millum landsstýris- menn vísir, at áralagið í samgonguni, sum annars tosar um at fara á val sum “ein maður”, er stak vánaligt! Henda samgongan setti sær m.a. fyri at lækka skatta- og avgjaldstrýstið. Men tað bleiv ein- ans til 200 krónur um mánaðin hjá einum lágtløntum lønarbeiðara! Og nú er tjóðveldis- flokkurin í øðini, tí fólkaflokkurin atkvøður fyri einum uppskoti hjá javnaðarflokkinum at lækka bensinprísin nakað. Tá landskassin hevur met yvirskot á hvørjum ári, skuldi tað annars verið lagað manni at lætta eitt sindur um skattabyrðuna, uttan tað nervar landsbúskapin og fær hann upp á kók. Men gakk. Javnaðarflokkurin – og eisini sambandsflokkurin – hevur havt fleiri uppskot um at lækka skatta- og avgjalds- trýstið nakað. T.d. við lækka vanliga skattin, lækka oljugjaldið, lækka bensinprísin og varðveita rentufrádráttin á 48 prosentum. Men tjóðveldisflokkurin setir føtur í spennið, og nú hartar hann fólkaflokkin fyri at hava tikið undir við uppskotinum at lækka bensinprísin! Allir tilvitandi føroyingar eru samdir um, at vit skulu reka ein varnan búskaparpolitikk, og nú privatu íløgurnar eru stórar, skal tað almenna halda aftur. Men føroyingurin skal eisini kunna liva í Føroyum. Kanningarnar hjá fakfeløgunum vísa eisini greitt, at tann vanligi føroyingurin hevur ikki ein tjans at fáa endarnar at røkka saman, so tað átti at verið góður tjóðveldispolitikkur at veitt tí vanliga lønarbeiðaranum nakrar smávegis sømdir. Men henda politikk hevur tann “nýggi tjóðveldisflokkurin” gloymt! DAGSINS MEINING Sosialurin Mist stev og mið! NØVN Í VIKUNI Í gjár fylti Peter Seloy, brandmeistarin í Havn, 50 ár. Petur Seloy tók við sum brandmeistar fyri umleið fýra árum síðani. Hóast dani, so er Petur Seloy kortini føroyingur, tí bæði mamma og pápin hava føroyskan uppruna. Pápin, Knút, er sonur Valborg hjá Knút, gamla Knút, tann kendi skómak- aranum í Havn, ið hevði skógsmiðju í Arnes Minde í Bringsnargøtu. Hann var ættaður úr Funningi. Peter Seloy var brand- inspektørur í Kalundborg, áðrenn hann kom til Føroya í 1997. Nógv er hent á brand- støðini í Havn hesi seinastu árini. Nógvir bilar og nógv útgerð er skift, tí tann gamla var niður slitin, og býráðið játtaði ikki nógvar pengar til hesa útskifting knøppu árini fyrst í nítiár- unum. Til 50 ára dagin hjá brandmeistaranum høvdu sløkkiliðsmenninir gjørt sítt ítarsta til at fáa gamla Triangel sløkkiliðisbilin frá tríatiárunum at koyra aftur. Hesin bilur kom til Føroya í 1962, men hann hevur ikki koyrt tey nógvu sein- astu árini. Fyri nøkrum árum síðani játtaði Tórshavnar býráð tó pengar til at seta bilin í stand fyri, og hava m. a. næmingar á Tekniska skúla í Havn umvælt motorin. Smiðir á brandstøðini hava staðið fyri plátu- og málaraarbeiðinum annars. Nú bilurin aftur er komin at koyra, hevur hann fingið somu nummarplátu sum hann fekk í 1962, numm- arið Fø 2.073. Bilurin var longu um tríati ára aldur, tá hann varð keyptur til Føroya í 1962. Men talan er um ein ser- ligan bil, hann er danskt- bygdur Triangel, og er helst tann einasti brandbilur av sínum slag, sum er varð- veittur í ríkinum. Í gjáramorgunin kundu so havnarborgarar síggja gamla bilin – við flaggin- um við áskriftini »út- ryknin« koyra gjøgnum býin við øllum hinum sløkkiliðsbilunum aftan- fyri. Vaktu brandmeistara á 50 ára degnum Gamli Triangelbrandbilurin uttan fyri hjá brandmeistaranum gjáramorgunin saman við øðrum sløkkiliðsbilum Petur Seloy, brandmeistar, í fullari mondering