Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 12. juli 2007 7 Stutt Sagt Mintust bumbu- offur Fleiri túsund fólk í indiska býnum Mumbai mintust í gjár tey, sum doyðu í tí ógvusliga bumbuálopi­ num í býnum fyri júst ein­ um ári síðani. Bumburnar, sum lógu í nøkrum full­ settum ferðamannatokum, kravdu 188 mannalív, og meiri enn 800 fólk vórðu særd. 13 menn, sum eru limir í einum islamskum studentafelagsskapi, eru seinni tiknir fyri at hava verið við til at skipa fyri álopinum, men indiska løgreglan sigur, at 15 aðrir eru ikki funnir enn. Ikki til Peru Myndugleikarnir í Peru hava kravt, at fyrrverandi forsetin, Alberto Fujimori, sum er í Kili, verður útflýggjaður, so hann kann koma fyri rættin. Men í gjár gjørdi ein dóm­ ari í Kili av, at Fujimori skal ikki sendast av landi­ num. Avgerðin er tó neyv­ an endalig, tí væntandi fara myndugleikarnir í Peru at leggja hana fyri kilska hægstarætt. Alberto Fujimori rýmdi úr Peru í 2000, og síðani hava myndugleikarnir har roynt at fáa fatur á honum, so teir kunnu ákæra hann fyri brot á mannarættind­ ini, svik og onnur lógar­ brot. 14 mió. flóttar Sambært amerikonsku flóttafólkanevndini hava tað ongantíð verið so nógv flóttafólk í heiminum sum nú. Ein uppgerð hjá nevndini vísir, at 14 mió. flóttafólk eru í heiminum, og at tað er tvær mió. meiri enn fyri einum ári síðani. Í uppgerðini sæst, at 800.000 fólk flýddu úr Irak í fjør, og av teimum fóru næstan 450.000 til Sýrialands. Nevndin met­ ir, at tað eru meiri enn tvær mió. afghonsk flótta­ fólk í grannalandinum Pakistan. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Allir trúgvandi pakistanar eiga at fara í heilagt kríggj ímóti teimum, sum søktu av Reyðu Moskuni Ayman al-Zawahiri útlond Einkjan eftir ameri­ kanska forsetan Lyndon B. Johnson doyði í gjár Lady Bird Johnson búði í býnum Austin í Texas, og hon doyði í heiminum av náttúrligum ávum, sum sagt varð. Hon var 94 ára gom­ ul. Lady Bird Johnson var gift við Lyndon B. Johnson, sum var amerikanskur for­ seti frá 1963 til 1969. Hann var varaforseti hjá John F. Kennedy og tók við, tá Kennedy bleiv myrdur. Lyndon Johnson stillaði upp til forsetavalið í 1964 og bleiv valdur. Lady Bird Johnson hevur ikki gjørt nógv burtur úr sær tey seinnu árini, men av og á hevur hon tikið lut í almennum tiltøkum. Kanada hevur gjørt av at senda skip at hava eftirlit við sjóøkinum við Norðpólin. Nú sigur USA, at tað fer at gera tað sama Havøkið norður ímóti póli­ num er vorðið áhugavert, nú ísurin minkar, og tað ber til at sigla ígjøgnum ta so­ kallaðu Útnyrðingsleiðina úr Atlantshavinum í Kyrra­ havið. Men økið hevur eis­ ini annan áhuga, tí hildið verður, at ovurstórar nøgdir av olju og gassi kunnu vera undir havbotninum á hesum leiðunum. Fyrradagin segði kanad­ iski forsætisráðharrin, Stephen Harper, frá, at stjórnin hevur gjørt av at byggja átta sjóverjuskip, sum skulu hava eftirlit við havøkinum norðan fyri kanadisku strondina. Men tey verða ikki einsamøll. ­ Amerikanski herflotin má vísa seg meiri í tí arkt­ iska økinum. Vit eiga at byggja fleiri skip til enda­ málið, nú tað gerst alt meiri týðiligt, at ísurin har bráð­ nar skjótari, enn vit hava hildið, segði amerikanski admiralurin Timothy McGee á einum tíðindafundi í Washington í gjár sambært Bloomberg­tíðindastovuni. Ovastin fyri amerikonsku sjóverjuni, admiralurin Bri­ an Salerno, nam á tíðinda­ fundinum við tað stóra ríki­ dømið, sum kanska er undir havbotninum í tí arktiska økinum. ­ Kanska er ein fjórðingur av allari heimsins olju undir havbotninum har, so hetta økið eigur at koma við í okkara orkuætlanir, og vit eiga at taka neyðug stig, segði admiralurin. Stríð um Útnyrðingsleiðina Bæði Kanada og USA vilja hava eftirlit við teimum arktisku havleiðunum, nú ísurin hvørvur Lady Bird Johnson deyð Stórur høgguslokkur Fólk á avstralsku oynni Tasmania sóu eina rættiliga óvanliga sjón, tá tey gjáramorgunin funnu ein risastóran høgguslokk niðri á sandinum. Hann vísti seg at vera átta metrar langur og vigaði 500 pund. Lívfrøðingar siga, at hetta høgguslokkaslagið livir á millum 250 og 700 favna dýpi sunnan fyri Avstralia og Ný Sæland. Tann størsti, sum er fingin, vigaði 1.000 pund. Lyndon B. og Lady Bird Johnson