Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 132 - 12. juli 2007 tíðindi - Føroyar eru ríkt samfelag, men tað hevur ikki verið føroysk siðvenja at raðfesta mentan sína – tað, ið íslendingar kalla menning. Millum 0,6 og 0,7 prosent av BTÚ, bruttotjóðarútøkuni, hava føroyskir politikarar unnað mentanini. Í framkomnum londum táttar talið í 3 prosent - t.e. um fýra ferðir so nógv segði Árni Dahl millum annað í síni framløgu vegna Málstevnunevndina á frændafundi í farna mánað. Vit prenta framløguna Framløga á FrændaFundi Fert tú inn á heimasíðuna: trífalt tví-v.setur.fo og lesur lýsingarnar av staklutunum, ið tilsamans mynda henda 6. fundin millum næstu grannatjóðir, so eru vánir til, at henda framløgan, „Mál- stevnur nú“, kann gerast stutt. Eg lesi: Í hesum árum verður nógv røtt um altjóðagerð og ta ávirkan, sum hon hevur á mál og mentan í Norðurlondum. Hevur henda støðan ávirkað málpolitikkin tey seinastu árini? Eyðsæð er fyrst at svara ja, hugsa vit um málpolitikk í grannalondunum, og so kundi eg sett meg niðuraftur. Hví? Jú, tí at í Føroyum er eingin málpoli- tikkur at ávirka. Men so lætt sleppi eg eyðvitað ikki. Fyrst skal eg siga nøkur heilt fá orð um, í hvønn mun altjóðagerðin tykist hava ávirkað málpolitikkin í Norðurlondum seinastu árini. Og so skal eg hugleiða eitt sindur, nú vit føroyingar hava sett á setning at orða almennan málpolitikk. Eg nevni hetta lítla íkastið: Málspurningar í Føroyum á reki millum tvær lógargreinir og skal venda aftur til høvuðsyvir- skriftina seinni. * Um tvey túsund áraskiftið skuldi alt kannast og gerast upp. Ein avleiðing vóru allar norður- lendsku kanningarnar málstøðuni viðvíkjandi. Grønlendingar vóru fyrstir – teirra kanning var almannakunngjørd longu í 2001, og síðani komu tær rað á rað: „Sprog på spil“ – eitt ílegg til danskan málpolitikk, 2003, „Norsk i hundre“ – eitt ílegg til norskan málpolitikk, 2005 og eisini í 2005 „Bästa språket“, sum er samtykti svenski málpolitikkurin. Hyggja vit at hesum kanning- um undir einum, so er stóri felagsnevnarin – ikki óvæntað – árinið úr enskum og við tí vandin fyri økismissi á at kalla øllum økjum – mest tó á økinum „lestur á lærdum háskúla/ hægri akademisk gransking“, men málið í stórfyritøkum er eisini eitt vandamál, sum vekur stúran, og tað ger málið í miðlunum eisini. Svenska frágreiðingin nertur – mest av øllum norður- lendsku kanningunum – við spurningin um fleiri tjóðarmál innan somu ríkiseind og við hugtakið „klarspråk“, sum er eitt fólkaræðiligt/ demokratiskt stavnhald - lógarsmíð, sum miðlar lógir, soleiðis at øll fólk skulu kunna lesa og skilja tær. Eg nevndi, at vit føroyingar hava ongan almennan mál- politikk. Vit hava onga mállóg – og Harrin havi lov fyri tað - men okkum vantar greiðari ásetingar, nýhugsan og átøk, tá ið kemur til málnevndararbeiði, málið í fjølmiðlunum, í undirvísingar- miðlum, í almennu fyrisitingini, á vinnuøkinum o.s.fr. Á vári í 2006 setti føroyski landsstýrismaðurin við menta- málum málstevnunevnd, hvørs aðalsetningur er at orða ein almennan málpolitikk. Tað var tingmaður Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen, sum bar málið á Løgting sum uppskot til samtyktar. Tað gjørdi hann longu á vári í 2004, men nevndin var ikki fullmannað fyrr enn knøpp tvey ár seinni – í januar 2006. Eg ivist onga løtu í, at allir áhoyrarar nú sita og grunda um, hví tað tekur so langa tíð – 24 mánaðir - at manna eina nevnd, sum hevur ein greiðan og spennandi arbeiðssetning.Ta grundanina skulu tit eiga í friði fyri mær. Nevndin fór av álvara til verka 1. august 2006 við løntum skrivara ¾ tíð og løntum formanni hálva tíð – í nevndini eru átta fólk, helvt um helvt konur og kallar. Ein av høvuðsvansunum hjá nevndini er – halda vit sjálv - at vit ikki hava fingið fíggjarligar heimildir at seta í verk vísinda- ligar kanningar. Vit byggja tí á tað spjadda tilfarið, ið er til á prenti um støðuna hjá føroyskum máli, og tað er ikki nógv – væl at merkja ikki nógv á høgum akademiskum støði. Umframt byggja vit á frágreiðingar, sum skrivaðar eru frá fundum, ið formaður og skrivari hava havt við fólk, ið sita í lykilsstørvum, innan tey fýra máløkini, vit hava skipað kanningina í: 1) Undirvísingarøkið, 2) Fjølmiðlaøkið, 3) Fyrisitingarøkið og 4) Onnur øki. Vit sita nú og greina hetta tilfarið. Í august 2007 fara vit at skriva álit og sjóða saman sjónarmið nevndarlimanna og skulu handa landsstýrismanni- num álitið í seinasta lagi gamlaárskvøld t.e. 31. des. 2007. Her verður í fýra táttum stutt sagt frá, hvørji høvuðsvanda- málini føroyskum viðvíkjandi tykjast at vera: Undirvísingarøkið: Her tykist ein høvuðsvansi vera, at eingin samskipan er millum høvuðs- liðirnar í skipanini: Millum ansingarpartin og skúlabyrjan, millum fólkaskúla og miðnáms- skúla og millum miðnámsskúla og hægri lestur – og hugsa vit um fólkaskúlan, sakna skúlafólk eisini samskipan millum grund- deild og miðdeild og so aftur millum miðdeild og framhalds- deild. Hetta er ein praktiskur partur, sum ikki man vera so trupul at loysa, tí her verður ikki talað um stórar peningaupphæddir. Øðrvísið er, tá ið vit koma til onnur vandamál: Læraraút- búgvingin í móðurmáli verður raðfest ov lágt, og flest teirra, ið undirvísa í miðnámsskúla, hava aftan fyri seg 7-8 ár í útlendskum umhvørvi og hava ongan møguleika at eftirútbúgva seg í móðurmálinum, tá ið tey koma heim aftur, men helsta vanda- málið eru undirvísingarmiðlarnir: Størri dentur eigur at verða lagdur á at gera okkara egna undirvísingartilfar, sum tekur støði í føroyska samfelagnum. Hetta fer at styrkja samleikan og við tí áhugan og virðingina fyri okkara egna máli. Frá 1959 hava vit havt ein Skúlabókagrunn, men hann hevur av játtanartroti so langt frá kunnað nøktað tann tørv, sum er á hesum øki. Miðnámsskúla- næmingar (t.e. tey 16-18 ára gomlu) hava at kalla einki frá- lærutilfar á móðurmálinum, og í eini tíð, har broytingarnar eru bráðar, síggja vit, at fremmant frálærutilfar (at kalla bara á donskum) leitar sær longri og longri niður í grundskúla- skipanina eisini. Vit kunnu staðfesta, at føroyskir politikarar raðfesta onnur øki, t.d. kundi peningurin, sum ætlaður er til triðju tunnilsverkætlanina undir havsins botni, fíggjað eina trífalding av játtanini til skúla- bókagrunnin fram til 2097. Fjølmiðlaøkið Økið fevnir um almenna kring- varpið (útvarp og sjónvarp), tvær óalmennar kringvarpsstøðir, sum senda útvarp, tvey stór tíðindabløð og nøkur smærri. Høvuðsvansin er, at vit ikki hava hóskandi útbúgvingar til kringvarpsfólk/blaðfólk. Tey fáu, sum fáa útbúgving, fáa hana oftast í Danmark, har tey menna seg yrkisliga í einum umhvørvi, har føroyskt mál als ikki ljóðar. Tey, sum ikki hava útbúgving, arbeiða í miðlunum, tí tey hava hug at skriva og miðla – og halda seg hava gávur til tess. Støðan á hesum týdningar- mikla øki er tískil syndarlig: Eingin málslig útbúgving, eingin Málið rekst mi Millum 0,6 og 0,7 prosent av BTÚ, bruttotjóðarútøkuni, hava føroyskir politikarar unnað mentanini. Í framkomnum londum táttar talið í 3% - t.e. um fýra ferðir so nógv