hósdagur 12. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 132 - 12. juli 2007
llum lógir
skipað málslig leiðbeining.
Útvarpið er farið at hava sending
við ensktmæltum verti, sum
hevur viðtal við føroyskar tónleik
arar á enskum. Í almenna sjón
varpinum eru tað bara barnasend
ingar, ið verða tekstaðar – alt
annað verður sent við donskum
teksti. Til stuttleika kann eg
nevna, nú føroyingar og
íslendingar halda frændafund, at
verður íslendingur spurdur um
okkurt í sjónvarpi ella útvarpi,
verður spurt og svarað á einum
máli, sum hann, ið spyr, og hann,
ið svarar, halda vera enskt, men
eg havi hoyrt bretar siga, at teir
skilja ikki hetta málið, og hvat
skulu teir gera annað enn smírast
at hesum undirbrotliga hugsanar
hátti? Hugsa vit um tíðindabløð
ini, hóska tey – veit eg av
royndum væl sum frálærutilfar
í framhaldsskúlum og mið
námsskúlum: at finna vánaligar
orðingar og upp í tægur av
rættskrivingarvillum.
Á miðlaøkinum hava vit vitu
liga áneyðir á útbúgvingar
tilboðum, á ókeypis talgildum
orðabókum, rættstavara og aðrari
máltænastu.
Eitt týðandi øki, ið enn er
ónortið, eru markamótini í
teldum og fartelefonum, sum enn
bara fáast á donskum ella
enskum.
Fyrisitingarøkið
Almennu stovnarnir hava ongan
orðaðan yvirskipaðan mál
politikk. Teir royna eftir besta
førimuni – siga teir at vanda
sær um málið í teimum skrivum,
sum send verða út ella løgd á
heimasíður. Oftast eru tað
starvsfólk við drúgvum royndum
og serligum hegni til mál, ið
rættlesa og tryggja stovninum, at
málið í teimum sendu skrivunum
er í lagi.
Stovnarnir siga, at teir høvdu
tikið væl ímóti einum yvir
skipaðum málpolitikki við
málsligum leiðbeiningum í ein
ávísan mun, og sum setti fólki í
fyrisitingini krav at eftirútbúgva
seg í føroyskum.
Í landsfyrisitingini, har
lógarsmíðið fer fram, kann ofta
vera spurningur um tíðarneyð. Tá
tíðin at leggja uppskot fyri
løgtingið nærkast evstamarki,
verður sjáldan tíð at rættlesa nóg
væl, eisini tí at tingmálini gerast
so nógv.
Í sambandi við at millumtjóða
avtalur og sáttmálar verða sett í
verk, verður einki gjørt við at
týða hesi til føroyskt mál, áðrenn
tey verða løgd fyri tingið og
staðfest. Sett verður upp ein stutt
orðing, har boðað verður frá, at
ríkislógartilmæli verður sett í
verk sambært hjálagda sáttmála
ella rundskrivi – og so kemur
skrivið, á donskum ella enskum,
við hvørt upp í nakrar 100 síður
til longdar. Mett verður ikki, at
orka er til at týða slíkt.
Spurningurin er so, hvussu
byrgjast kann fyri, at slíkar
mannagongdir vinna hevd í
framtíðini. Slíkar mannagongdir
eru beinleiðis í andsøgn við
nýggju kunngerðina um
norðurlendskan málpolitikk, sum
allir mentamálaráðharrar
Norðurlanda skrivaðu undir fyrr í
ár.
Í henni verður føroyskt roknað
upp í tey mál, sum bæði verða
nevnd fullfíggjað og samfelags
bær. Fullfíggjað merkir í hesum
sambandi, at málið verður brúkt
og kann verða brúkt á øllum
økjum í samfelagnum. Sam
felagsbært merkir, at tað í einum
ávísum málsamfelag verður
brúkt í almennum viðurskiftum t.
d. í undirvísingini og lógar
verkinum.
Í sambandi við málsligu
støðuna á øllum økjum er
alneyðugt at styrkja støðuna hjá
føroysku Málnevndini. Mál
nevndin skal við Málstovuni ráð
geva almennum stovnum og
almenninginum sum heild í
øllum málsligum viðurskiftum.
Ein dagførd Málnevnd/Málstova
hevði havt sera stóran týdningi
fyri málsliga umhvørvið
yvirhøvur.
Onnur øki
Tey málnýtsluøkini, vit rópa
onnur øki, eru mong og fjøl
broytt. Tey fevna um øki, ið eru
meira ella minni knýtt at
almennu skipanini. Oftast er
talan um einstaklingar, feløg,
virkir, handlar o.o. sum virka
meira og minni leys av almenna
lógarkervinum. Hvussu røkka vit
best hesum margfeldi av áhuga
málum og málsligum stílbrigdum
í royndunum at fáa flestu og
týdningarmestu luttakararnar á
hesum øki at verða við?
Í Føroyum eru tær ymsu
eindirnar lítlar, og vit skulu fevna
um sama tal av økjum, sum
nógvar ferðir størri samfeløg enn
okkara gera. Hetta kann gera
spurningin um at vísa málinum
atlit og um málrøkt sum heild til
eina eyka byrðu hjá summum.
Umráðandi er í sambandi við
hetta fjølbroytta økið at býta tað
sundur og raðfesta lutøkini:
arbeiðsmarknaður
vinna
handilslív
útgávuvirksemi
skapandi virksemi
áhugafelagsskapir og ítriv
kunningartøkni
teknmál og rættur teirra, ið
nýta hetta mál
Ilt er at siga, hvørji størstu
málsligu vandamálini eru.
Vinnan, handilslívið,
kunningartøknin eru tey øki, sum
enska málið ávirkar mest, og tí er
vandin fyri beinleiðis økismissi
uttan iva størstur her.
*
Nógv av teim tiltøkum, ið her
eru nevnd, kosta pening, og tí er
ein av setningunum hjá
Málstevnunevndini at ætla um
kostnað, tá ið tilmæli verða
skrivað, og at raðfesta tilmælini.
Í hesum sambandi slepst her í
Føroyum ikki undan einum
virðiskjaki, sum má lyftast upp á
hægsta politiska stig.
Føroyar eru ríkt samfelag, men
tað hevur ikki verið føroysk
siðvenja at raðfesta mentan sína
– tað, ið íslendingar kalla
menning. Millum 0,6 og 0,7%
av BTÚ, bruttotjóðarútøkuni,
hava føroyskir politikarar unnað
mentanini. Í framkomnum
londum táttar talið í 3% t.e. um
fýra ferðir so nógv.
*
Samanumtikið kundi verið sagt:
Enska árinið er stórt –
beinleiðis og umvegis danskt: í
miðlum, í handils og vinnulívi
og ungdómsmentan.
Og danska árinið er stórt, tí
danskt mál er okkum so nær og
býður seg fram umframt í
miðlunum í hvørjari sølubúð, á
hvørjum bókasavni, í hvørjum
bókhandli, í bíðirúmum hjá
hárfríðkarum, læknum og
tannlæknum, men ikki minst við
sínum væl úr hondum greidda
frálærutilfari, sum altíð er tøkt
og lokkar, tá ið okkara egna tilfar
tykist gamalsligt og lítið dagført.
Altjóðagerðin er her – hana fáa
vit einki gjørt við. Vit rópa hana
eina hóttan, men kemur hóttanin,
tá ið saman um kemur, ikki innan
úr okkum sjálvum? Hvørjum
einstøkum okkara? Hvat ger hvør
einstakur at styrkja okkara egna?
Hvat gera ábyrgdarfólk á
málnýtsluøkjunum? Hvat gera
politikararnir?
Hvussu ið fer at gangast
føroyskum máli í framtíðini er
beinleiðis tengt at, hvussu vit
svara hesum spurningum.
*
Loksins skal eg venda aftur til
sjálva yvirskriftina:
Málspurningar í Føroyum á
reki millum tvær lógargreinir:
Tað er so sjálvsagt, at ein
staðfesting, Málstevnunevndin er
komin til, er, at evsta lógargrein
málinum viðvíkjandi er grein 11
í Heimastýrislógini, kunngjørd
31. mars 1948. Har verður
føroyskt nevnt ”hovedsprog”,
men lagt verður aftrat í
lógartekstinum, at danskt skal
lærast væl og virðiliga og skal í
øllum viðurskiftum kunna verða
brúkt á jøvnum føti við føroyskt.
Grundlógarnevnd varð skipað í
Føroyum í 1999, seinni varð
nevndin umskipað til Stjórnar
skipanarnevnd, sum í 2006 læt
frá sær uppskot til Stjórnarskipan
Føroya. Í hesum uppskoti verður
við ongum fyrivarni staðfest, at
føroyskt er almenna málið í
Føroyum. Hetta uppskotið varð
lagt fyri løgtingið nú í vár, men
ikki viðgjørt fyri tinglok – tað er
sostatt burturdottið.
Møguliga verður tað aftur lagt
fyri løgtingið í komandi tingsetu,
sum byrjar á ólavsøku. Hvørja
lagnu tað fær, vita vit ikki, men
eyðsæð er, at avgerðin fer at
ávirka føroyskan málpolitikk
grundleggjandi.
*
Sydney Norgate æt bretskur
hermaður, ið dvaldist í Føroyum
eina tíð fyrst í 1940árunum.
Hann loftaði tíðliga hesum
tvílyndi føroyinga. ”Kanska – or
the land of maybe”, nevnir hann
bókling, ið givin varð út í 1943.
Kanska fara vit á flot í morgin.
Kanska sita vit heima.
Kanska verður skipað fyri
fundi í annaðkvøld.
Kanska bíða vit til næstu viku.
Kanska átti eg at sagt okkurt.
Kanska átti eg at tagt.
Kanska er eisini høvuðsorðið í
einari av ljómfagrastu føroysku
yrkingunum, sum meginskaldið
Janus Djurhuus (18811948)
yrkti í 1929. ”Kanska um
hundrað ár.”
Yrkingin skal helst skiljast
sum ein grundan um, hvørt nakar
– í hesum føri ein ungmoy –
minnist verk skaldsins, sum øldir
líða.
Men skaldið ber jú málið, so
hví ikki lata yrkingina vera eina
grundan um, hvørt málið fer at
doyggja ella liva?
Og av tí at Janus í yrking síni
eisini nevnir ein høvuðspersónin
í ”Laksdøla søgu”, Kjartan
Ólavsson úr Hjarðarholti, kundu
vit við hetta høvið hóskiliga
endað við teimum báðum
møguleikunum:
”Kanska um hundrað ár fellir
ein ungmoy tár
yvir teir frægu, ið fullu í
randargný.”
ella hinvegin:
”lær hon um sólarlag, snípa
við kelduvað.
Kanska á dansinátt skipar hon
Kjartans tátt.”
- Altjóðagerðin er her – hana fáa vit einki gjørt við. Vit rópa hana eina
hóttan, men kemur hóttanin, tá ið saman um kemur, ikki innan úr okkum
sjálvum, spyr Árni Dahl