Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 5. apríl 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 67 - 5. apríl 2001 gult cyan magenta svart FISKIVINNUTÍÐINDI – Ongin kann bygga nakað upp eftir bara einum góðum árið, men hevur tú fleiri samanhangandi ár við góðum fiskaprís- um og hampuligum fiskiskapi, so ber til. Hetta er júst tað vit hava upplivað seinastu árini og hetta gevur okkum dirvi at fara undir at skifta Kubatrolarar- nar út, sigur Olaf Olsen, reiðari á Beta. Jústinus Leivsson Eidesgaard – Eg havi verið leingi í vinnuni sum reiðari og eg havi fylgt væl við. Eg haldi ikki at nakað nýbygningur sum er bygdur til feskfisk hevur borið seg, heilt síðan fiskimarkið varð flutt úr í 1977 og út frá hesum, so skuldu vit slett ikki havt skrivað undir byggisátt- mála í Spania, sigur Olaf Olsen. – Men støðan er broytt seinastu fýra árini. Prísurin hækkaði, rentan lækkaði og oljan var bílig, hóast hon er nú dýr aftur. Vit hava tó hugsað, at eitt gott ár til at rinda eitt skip yvir 15 ár, tað er ov lítið. Tí hava vit bíðað hesa góðu tíðina. Tað, sum hevur givið okk- um dirvi er, at seinastu trý til fýra árini hevur fiska- prísurin stabiliserað seg, fiskiskapurin er ikki versn- aður, rentan er ikki so galin, men oljan er dýr. Vit hava rikið ísfiskatrolarar í 20 ár, so vit kenna raksturin og hvørjar útreiðslur stand- ast av hesum, sigur Olaf Olsen. – Við tí fiskiskapi, sum er í dag, við teimum prísum sum eru í dag og við tí lága prísi, sum vit fáa okkara nýggju skip fyri, so er tað ikki heilt burturvið at fara undir hesa verkætlan. Tað at vit hava átta skip og royna at skifta tvey út fyrst, tað ger tað at vit ikki satsa 100 prosent. Vit gera ongan sáttmála um seks skip upp á ein gang, hvørki til fígging ella til bygging, sigur Olaf Olsen. Vøkstur steðgar Búskaparligi vøksturin í vesturheiminum sum vit hava upplivað hann sein- astu árini fer at steðga á og vit kunnu rokna við eini niðurgongd. Men hetta ræðir Beta, men tekur ikki dirvið frá teimum. Olaf Olsen: – Sjálvandi órógvar bú- skapurin okkum. Men eg haldi og fleiri við mær, at fiskur er við at gerast ein so áhugaverd søluvøra, eisini, um vit hyggja burtur frá munn og kleyvsjúku og øðrum sum plágar kjøtídn- aðin, at tað skal vera merkiligt, um prísurin á fiski í framtíðini fer at fella nógv, skuldi fiskaprísurin fallið nógv, so er tað sann- líkt, at annað fellir eisini, soleiðis at javnvág kemur í, sigur Olaf Olsen. Olaf siggur, at ein annar faktorur sum spælir inn við ísfiski undir Føroyum er tann vitan teir hava fingið um fiskiskap undir Før- oyum, síðan teir byrjaðu fyri góðum 20 árum síðan. – Vit hava roynt við kubabátunum í 22 ár við sama fiskiskapi á somu leiðum. Vit hava havt átta skip og sera støðugt fólk, um hendan vitanin ikki kann hjálpa okkum, so kann alt gera tað sama, sigur Olaf Olsen. – Eg havi eisini hugt eftir hvørji brúkt skip, vit kundu fingið í staðin fyri okkara gomlu skip og tað er eisini eitt svart roknistykkið. Nógv skal gerast við eldri skip og tey eru verri at fíggja. Eitt gamalt skip, sum er nýggjari enn tey vit hava, tey kosta líka nógv í kapital- útreiðslum, sum eitt nýtt. Hetta er orsøkin til, at eg seinastu tíðina havi nýtt orkuna til at finna fram til, hvar kunnu vit byggja tað bíligasta ísfiskaskipið. Spania er í bíligara endanum, Kina upp aftur bíligari - Eg skal ikki siga, at tað er ein almenn uppgáva at skunda undir endurnýggjan av fiskiflotanum, men eg haldi at tað al- menna hevur ein negativan holdning til endurnýggjan av fiskiflotanum, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag Jústinus Leivsson Eidesgaard Partafelagið Beta tók í seinastu stig til end- urnýggjan av fiskiflotanum við at skriva undir byggi- sáttmála við eina spanska skipasmiðju um byggjan av einum pari, sum skal avloysa tríggjar av teimum átta kubatrolarunum. Før- oya Banki fíggjar bæði skipini við 80 prosentum og restin er eginogn. Her eru also ongir almennir pengar upp í leikinum. - Vit hava ein gamlan og niðurslitnan flota og tíðin er komin, at fáa nýggj skip til landið.Tíðirnar eru nógv broyttar seinastu árini og eg fari ikki at siga hart, at tað almenna skal upp í við peningi fyri fyri endur- nýggja fiskiflotan. Men eg eftirlýsi ein meira positivan holdning frá almennari síðu til endurnýggjan av fiski- flotanum. - Trupulleikin hjá flotan- um er í dag, at gomlu skipini hava einki virði. Tað vil siga, at skulu menn byggja nýggj skip, so kunnu teir ikki rokna gamla vinnutólið sum eginogn. Teir mugu umframt at halda gamla skipið í brúki- ligum standi, eisini eiga kontantar pengar til egin- ogn og tað eru harðar treyt- ir. Tað vil siga, skal tú byggja nýtt skip, so má tú ikki skylda nakað í tí gamla og tú skal eiga kontantir, sigur Jákup Sólstein - Tað eru bara nakrir heilt fáir djúpvatnstrolarar, sum hava nakað virði í dag, teir smærru hava einki søluvirði, sigur hann. - Tá vit ikki fáa studning til endurnýggjan av fiski- flotanum í Føroyum, so fara vit aðrastaðni. Eitt nú trolararnir hjá Beta. Sponsku myndugleikarnir geva skipasmiðjuni studn- ing. Trolararnir høvdu kanska blivið einar fimm milliónir dýrari at bygt í Norra ella í Føroyum og hesar fimm milliónirnar er beinleiðis spanskur studningur til føroysku fiskivinnuna, sigur Jákup Sólastein. Verkfallið, sum nú verður aftur sett í verk í íslandi, nú lodnutíðin er av, verður mett at gerast sera dýrt fyri Ísland. Íslendskir myndugleikar rokna við, at verkfallið ger at kosta íslendska samfelagnum einar 1,5 milliardir norskar krón- ur, skrivar norska vev- síðan Intrafish. – Verkfallið fer tó mest at ávirka fiskivinn- una á landi og sáttmálar, sum fiskavirkir hava gjørt við altjóða feløg koma at merkja hetta. Verkfallið er oyðileggj- andi fyri íslendska sam- felagið og fíggjarligi missurin verður ovur- hondsstórur, segði ís- lendski fiskimálaráð- harrin Arni Mathiesen í gjár. Herfyri fekk trolarin “Sæborg” úr Leirvík ein minulut í trolið. Trolarin fór á Klakksvík við lut- inum og menn av marinustøðini komu norður at hyggja eftir honum. Luturin varð koyrdur í grótbrótið norðanfyri Bumshamar og síðan sprongdur i luftina. Alt hetta hendi uttan trupulleikar. Á fundinum í Norður- landaráðnum í Oslo í hesum døgum um burð- ardygga vinnu í lima- londunum, hevur Jørgen Niclasen, fiskivinnu- málaráðharri fílst á sviar, tí hesir eru í móti føroyskum grindadrápi. Jørgen Niclasen held- ur tað vera mótsigandi at ynskja burðardygga vinnu og so ikki gera hetta á øllum økjum. Hann sigur, at føroyska grindaveiðan hóttir ikki nakran stovn, og er sostatt á burðardyggum støði Íslendski trolarin Hólmaborg SU hevur landað 2300 tons av svartkjafti, sum er fing- ið í íslendskum sjógvi. Hólmaborg hevur borið við svartkjaftin eystan- fyri og hetta er vanliga tíðin, tá svartkjafturin plagar at koma í ís- lendskan sjógv, skrivar íslendska vevsíðan Interseafood.com Íslendsku skipini hava roynt eftir svartkjafti vestanfyri Írland saman við øðrum skipum, men nú tekur svartkjafturin seg norðureftir og skjótt verður hann eisini at fáa í føroyskum sjógvi Seinastu tveir mánaðar- nar hava nógv útlendsk skip verið í føroyskum sjóøki. Talið hevur ligið millum 9-23, stendur í einum pressuskrivi, sum Færøernes Kommando hevur givið út. í dag vóru 21 útlendsk skip í føroyskum sjógi. Harav vóru 11 norskir línu- bátar, seks enskir trol- arar og fýra franskir trolarar. Flogfarið hjá donsku sjóverjuni undir Føroy- um hevur seinastu tveir mánaðarnir ikki lagt merki til ólógligan fiski- skap í føroyskum sjógvi. Dýrt verkfall Fekk minulut í trolið Finnist at svium Íslendingar borið við svartkjaft Nógv útlendsk skip undir Føroyum Fiskaprísurin gevur okkum vónir Tekningin sýnir nýggju kubatrolararnir sum helst fara at fáa felagsheitið baskaratrolararnir Olaf Olsen, reiðari Negativ støða til nýggj skip FISKIVINNUTÍÐINDI Felag í Walvis Bay hevur keypt Sancy til at fiska hake í Suðuratlantshavi FISKIVINNA Eirikur Lindenskov Trolarin Sancy hjá Moyggj- artúgvu í Vági er seldur til eitt felag í Walvis Bay í Namibia. Tað er skips- meklaravirkið, Maretec á Argjum, sum hevur staðið fyri hesum handli. Sancy var bygdur í Frak- landi í 1975 og er 43,50 x 9,48 m til støddar. Høv- uðsmotorurin er ein 1800 HK Stork Werkspoor frá 1980, og skipið hevur 24 tons Rapp hátryst spøl. Sancy fer helst avstað til Namibia í hesi vikuni, og væntast ferðin at taka einar fýra vikur. Sjey mans eru komnir úr Walvis Bay, og ein føroysk- ur maskinmeistari verður við á túrinum til suðurenda Afrika Nýggju eigararnir fara at fiska hake við trolaranum á djúpum vatni. Fyri átta mánaðum síðani varð ferskfiskatrolarin Beinta eisini seld til Namibia. Álvur Mortensen á Maretec sigur, at seinast teir frættu, kom gamla Beinta fullfermd av triðja túri á rað. Sancy seld til Namibia Triton umboðar donsku sjóverjuna undir Før- oyum í løtuni og skipari er Aage B. Jensen. Hann verður afloystur í dag av orlogskaptain Niels Larsen. Lodnuf isikiskapurin eftir vetrarlodnu í ís- lendskum sjógvu hevur roynst sera væl í ár, og teir hava nú veitt næstan 800.000 tons, tá eru tey 36.000 tonsini, sum føroyskir og grønlendsk- ir nótabátar eisini í- roknað, skrivar ís- lendska vevsíðan Inter- seafood.com. Metárið er 1997, tá íslendingar veiddu 797.000 tons. 1963 er tó árið, har mest lodna er veidd í íslendskum sjógvi. Tá vóru veidd 830.000 tons og harav veiddu íslendingar 761.000 tons. MRCC Tórshavn veitti tann 23. mar hjálp til MRCC Clyde i Skot- landi, tí ein russi hevði brotið beinið umborð á russiska trolaranum “Marshall Krylov”, ið var staddur einar 300 fjórðingar vestur úr Írlandi. Tyrlan hjá donsku sjóverjuni í Føroyum flutti mannin av trolaranum og á eitt sjúkrahús í Galoway í Írlandi. Eina viku seinni var aftur boð eftir donsku sjóverjutyrluni, tá ein maður hevði fingið skaða umborð á russiska trolaranum “Marshal Vasilevsky” einar 225 fjóðringar vestur úr Hebridunum. Maðurin var álvarsliga skaddur, hevði fingið opið kraniubrot. Eitt bretskt Nimrod flogfar og eitt bretskt tangaflogfar hjálptu tyrlunu í báðum førum. Tyrlan hevur seinastu tveir mánaðarnar flutt fýra sjúklingar av Suðuroyar Sjúkrahúsi og á landsjúkrahúsið. Danska sjóverjuskipið Triton hevur seinastu tveir mánaðarnar kanna átta skip, harav fýra før- oysk, eitt franskt og trý bretsk. Eitt av skipunum varð tikið, tað var bretski trolarin “Rivo 1” ið trolaði við ov smáum meskum eystanfyri Nólsoynna. Tyrlan hjá sjóverjuni hevur seinastu tveir mánaðarnar flogið yvir teimum friðaðu økj- unum undir Føroyum og hevur ikki lagt merki til ólógligan fiskiskap. Teir hava eisini flogið yvir Føroyabanka. Gólvsølan 4. apríl Gott og væl 15 tons vórðu seld um gólv- søluna hjá Fiskamarknaðinum mikudagin. Av hesum var nógv tann størsti parturin, knappliga 15 tons, toskur. Av yvirlitinum niðanfyri framgongur, hvørjir bátarnir vóru, sum seldu um uppboðssøluna, eins og samlaða býti av veiðuni var Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 530 Norðsøki Lína 1.405 FD 553 Brandur Lína 2.077 FD 761 Gunnvá Snella 236 FD 981 Másin Snella 62 FD1054 Aldubáran Snella 70 FD1137 Rivtangi Snella 363 FD1142 Durita Snella 97 KG 323 Turið Lína 959 TG 177 Conni Snella 170 TG 26 Majbritt Snella 305 TG 300 Líðarbrøður V/H. Joensen Snella 1.191 TG 55 Bláaberg Snella 180 Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo TG 797 Norðfarið Snella 303 VA 109 Ella Snella 338 VA 135 Havfrúgvin Snella 416 VA 164 Niklái Snella 334 VA 165 Fríða Snella 546 VA 221 Carina Snella 174 VA 28 Álitið Snella 691 VA 294 Nestangi Snella 308 VA 295 Thova Snella 337 VA 324 Skarvur Snella 838 VA 34 Dunga Hans M/B Snella 503 VA 350 Sirið Snella 577 VA 60 Dáva Dánjal Snella 465 VA 9 Líðartangi Snella 145 VN 125 Ægir Snella 116 VN 132 Tordis M/B Snella 99 VN 339 Kollafjarða Hanus Snella 231 VN 408 Jónvør Snella 745 VN 430 Ruðitangi Snella 470 VN 433 Sjóløvan Snella 324 VN 46 Vesturroðin Snella 296 Vorunavn kilo Brosma 3&4 5 Hýsa 1 60 Hýsa 2 138 Hýsa 3 157 Hýsa 4 23 Havtaska 0 1 Hvítingur 0 2 Longa 0 4 Longa 2 22 Longa 4&5 8 Reyðsprøka 0 12 Steinbítur 3 Toskarogn 70 Toskur 1 136 Toskur 2 947 Toskur 3 5.941 Toskur 4 6.440 Toskur 5 1.329 Upsi 0 73 Nýggjur skipari á Triton Næstbesta lodnuveiðan nakrantíð Russi breyt beinið “Triton” kanna átta skip