hósdagur 5. apríl 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 5. apríl 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 67 - 5. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Tá Citroën C5 varð
alment sýndur fram í
fjør varð sagt, at hann
skuldi avloysa bæði
tann størra XM, og
Xantia. Hetta er part-
vís rætt, tí Xantia
verður framleiddur
eina tíð enn og ein
nýggjur C6 kemur at
avloysa XM um eini
tvey ár
BILAR
Magnus Gunnarsson
Citroën C5 er tann fyrsti
bilurin, sum er bygdur yvir
ein nýggjan platform sum
teir nevna P3. Citroën hev-
ur útbygt tann eyðkenda
undirvognin og fjaðraskip-
anina frá Xantia. Nú eitur
skipanin Hydraktiv 3, sum
millum annað ger, at frí-
hæddin verður minni, tá
ferðin verður yvir 110 km/t
á sløttum vegi. Hetta ger at
bilurin verður stúttari og
luftmótstøðan minni. Um
bilurin kemur á óslættan
veg, verður fríhæddin upp
til 13 mm hægri og skipan-
in finnur sjálv útav nær
vegurin er slættur aftur, og
bilurin kemur í vanliga
hædd. Eisini er knøtturin
»Sport«, til tá bilurin skal
verða sportsligur at koyra
við.
Reinan motor
Fleiri motorar eru at velja
ímillum. Bensinmotorarnir
eru hesir, 2,0 litur 16V við
137 HK, og ein 2,0 litur
HPi við beinleiðis inn-
spræning og 143 HK, og
ein 3.0i V6 við 210 HK.
Turbodieselmotorarnir
verða 2.0 litur við 110 hk
og 2,2 litur HDi við 136 hk,
báðir eru við common rail
innspræning. Bilurin, vit
royndarkoyrdu, 2,2 HDi við
136 hk, hevur nýggja fram-
komna filtrið, sum við eini
eykaforbrenning
reinsar
sótmolarnar burtur og dálk-
ingin verður so lítil sum til
ber. Hetta er sami motorur
sum Peugeot 607 HDi
hevur. Seinni í ár kemur ein
1.8i bensinmotorur við 117
hk.
Trygdarútgerðin er
standard
C5 er sera væl útgjørdur.
Multiplex leidningatøkni-
frøðin gevur møguleikar
fyri nógvari eykaútgerð,
sum til dømis regnsensor-
um,
ávaringarljós
sum
tendra automatiskt, tá bilur-
in bremsar hart upp, in-
strumentborð við black
panel, har alt ljósið kann
sløkkjast uttan speedo-
metrið. Trygdarútgerðin er
standard í øllum útgávun-
um. Hann hevur ABS
bremsur, 6 airbag, variabla
servostýring, rattið kann
stillast í hædd, ARS anti-
spinn,
heilautomatiskt
klimaanlegg, pollenfiltur,
el-síðuspegl við hita, el-
síðurútar, hita í framsetrun-
um.
Ein uppliving at koyra
Tað, sum altíð hevur eyð-
kent koyrieginleikarnar á
Citroën bilunum við hy-
drauliskari fjaðraskipan er,
at teir eru líka góðir, ella
betri enn fleiri bilar í væl
hægri prísklassa. Her er C5
onki undantak. Hann er ein
stórur og rúmligur bilur við
5 hurðum, og er ein dreym-
ur at koyra við nýggjastu
Hydraktiv 3 fjaðraskipan-
ini. Tað merkist næstan
ikki, at bilurin er diesel,
hann krafter líka væl og
larmar næstan líka lítið
sum ein bensinmotorur.
ÚT AT KOYRA
Citroën C5 – við framkomnari
Hydraktiv 3 fjaðraskipan
Citroën C5 2.2 HDi
Motorurin
4 syl. 2.2 litur 16V 136 hk
HDi v/ commonrail innspræning
0-100 km/t
10,2 sek
Oljunýtsla
15,6 km/l
Dekkstødd
205/65-15
Stødd og vekt
Longd
461,8 cm
Breidd
177,0 cm
Hædd
147,6 cm
Eginvekt
1450 kg
Totalvekt
1975 kg
Viðførisrúm
456 litrar
Prísur
2.2 HDi kr. 260.000,- (136 hk)
2.0 HDi kr. 226.000,- (110 hk)
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur
FO-110 Tórshavn
Tlf 313666
Citroën er ein stórur og rúmligur bilur við 5 hurðum, og er ein dreymur at koyra við nýggjastu
Hydraktiv 3 fjaðraskipanini
Mynd: Jens K. Vang
VAKTARSKIP Í
FRÁLANDAVINNU
Jan Müller
Tað verður spildunýggja út-
gerðarskipið
“Esvagt
Connector”, sum fer at
røkja fyrstu uppgávuna hjá
nýggja felagnum “Esvagt –
Thor” á føroyska land-
grunninum í summar. Skip-
ið er bygt á Lindø-skipa-
smiðjuni og er væl útgjørt
til at røkja uppgávuna. Tað
var herfyri, at sáttmáli varð
gjørdur millum Esvagt –
Thor og BP um at veita
tænastur við vaktarskipi á
føroyska landgrunninum.
Føroya felagið fer í fyrstu
syftu at hava eitt vaktar-
skip, ið serliga skal taka
sær av vaktarhaldi, meðan
borað verður á føroyska
leitingarøkinum.
Skipið
verður skrásett í Føroyum
og manningin verður før-
oysk. Lýst verður nú eftir
fólki.
P/F Thor í Hósvík, sum
hevur gjørt samstarvsavtalu
við felagið ESVAGT í Es-
bjerg, kemur við einum
skipi, sum kann veita fjøl-
broyttar tænastur í frá-
landavinnuni, eitt nú bjarg-
ingar- og bráðfeinginhjálp í
sambandi við komandi
borivirksemið, ið byrjar í
summar.
BP, sum gjørdi av at taka
av einum tilboði frá ES-
VAGT – Thor í sambandi
við leitingina við Føroyar,
segði í tíðindaskrivi herfyri,
at talan er um ein sera týdn-
ingarmiklan sáttmála, sum
fer at geva einum føroysk-
um felag nýggjar vinnulig-
ar møguleikar. Sáttmálin
fer eisini at veita teimum,
sum fara at arbeiða á før-
oyska økinum fyrstafloks
bjargingartænastu og brá-
feingisviðgerð. Harafturat
fer sáttmálin at geva Es-
vagt-Thor møguleika fyri
virksemi í bretska økinum,
og er tað fyrstu ferð, at eitt
føroyskt felag fær henda
møguleikan. BP og Shell
hava annars saman søkt um
nýggjar teigar í 19. rundu á
bretskum øki, og í tí sam-
bandi fer at verða neyðugt
við útgerðar- og vaktarskip-
um eisini. Annars hava fel-
øgini sum er virksemi í
bretskum øki.
Esvagt – Thor er annars
farið undir at finna tey røttu
fólkini til spennandi upp-
gávurnar á føroyska land-
grunninum. Í bløðunum
verður lýst eftir fólki at
manna Connector, sum
verður at síggja í føroysk-
um sjógvi um ikki so langa
tíð. Talan er um fleiri
spennandi størv innan frá-
landavinnuna,
skiparar,
stýrimenn, maskinmenn,
kokkar og dekkarar. Um-
framt at skula brúka fólk til
uppgávuna fyri BP skulu
fólkini eisini kunna verða
flutt umborð á onnur skip
hjá Esvagt ella Thor. Um-
sóknir til umrøddu størv
skulu sendast til Thor í
Hósvík í seinasta lagi 14.
apríl.
Sambært
lýsing
kunnu nærri upplýsingar
fáast við at venda sær til
Gunnbjørn Joensen.
GEM-RÁÐSTEVNA
Jan Müller
Týsdagin byrjaði stór olju-
ráðstevna á Hotel Føroyum
um
kanningarnar,
sum
GEM-samstarvið
hevur
staðið fyri nú í fleiri ár. Á
ráðstevnuni eru sumboð
fyri føroyskar myndugleik-
ar og oljufeløgini. Úrslit
frá fleiri av arbeiðsbólkun-
um undir GEM vórðu løgd
fram. Her snýr tað seg ser-
stakliga um umhvørvið nú
undan komandi boringum á
landgrunninum.
Tað var Eyðun Elttør,
landsstýrismaður, sum setti
ráðstevnuna. Hann vísti á,
at Føroyar eru á einum av-
gerandi vegamóti, nú farið
verður at leita eftir olju og
gassi í undirgrundini.
–Í summar taka vit eitt
stig, sum heilt kann broyta
okkara samfelag. Vit tora at
taka hetta stig, tí vit halda
okkum hava tikið øll hugs-
andi fyrilit til at verja fiski-
vinnuna og umhvørvið
segði landsstýrismaðurin,
sum vísti á, at løgtingið í
fleiri førum hevur lagt al-
stóran dent á týdningin at
verja umhvørvið og at
tryggja, at oljuleitingin á
ongan hátt fer at oyðileggja
møguleikarnar hjá føroy-
ingum eisini í framtíðini at
kunna lívsbjarga sær sum
ein fiskivinnutjóð.
-Tað er lætt at seta sær
politisk mál, men tað er ein
krevjandi uppgáva at møta
teimum avbjóðingum, sum
umhvørvið í Norðuratlants-
havið setir. Vit hava øll
hvør sær eina ábyrgd at
verja hetta umhvørvi. Leik-
luturin hjá myndugleikun-
um er neyðturviliga ikki
tann sami sum tann hjá
oljufeløgunum. Men hvørja
uppgávu og ábyrgd vit enn
umsita, so fáa vit ikki útint
hana til fulnar, hava vit ikki
neyðugu vitanina og hug-
burðin til at skilja um-
hvørvið, har virksemi skal
fara í gongd.
Eyðun Elttør vísti á, at
tað var við hesum tørvi fyri
eyga, at GEM varð sett á
stovn, nevniliga fyri at
savna upplýsingar av før-
oyska umhvørvinum, sum
so aftur skal gera tað møg-
uligt hjá oljufeløgunum at
taka tey neyðugu trygdar-
og umhvørvisligu fyrilitini
fyri at kunna bora í før-
oyskum sjógvi.
Landsstýrismaðurin
takkaði øllum, sum hava
havt tilknýti til GEM-arb-
eiðið, fyri at hava livað upp
til hetta mál.
Esvagt Connector, sum verður skrásett í Føroyum og skal arbeiða fyri BP á føroyska
landgrunninum.
Connector til fyrstu uppgávuna
hjá Esvagt-Thor
Umboð fyri føroyskar myndugleikar og oljufeløgini vóru við á ráðstevnuni týsdagin og
mikudagin á Hotel Føroyum.
Mynd Edvard Joensen
Eyðun Elttør, landsstýrismaður setti ráðstevnuna.
Mynd Edvard Joensen
Mugu verja umhvørvi
og fiskivinnu