hósdagur 12. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2007
11
Sosialurin hevði í seinasta
vikuskiftisblaði drúgva
grein um Barsilsskipanina.
Fleiri faktuellir feilir eru í
greinini, og er tí neyðugt at
koma við ávísum
rættleiðingum til greinina.
Barsilsskipanin varð sett
á stovn við Løgtingslóg nr.
48 frá 3. apríl 2001. Henda
nýggja skipan gjørdi tað
munandi lættari hjá
foreldrum at vera heima
hjá børnunum ta fyrstu
tíðina, eins og skipanin
tryggjaði, at foreldrum
varð veitt endurgjald fyri
mista lønarinntøku í sam
bandi við barnsburð og
barnsburðarfarloyvi. Eisini
javnsetti Barsilsskipanin
fyri fyrstu ferð tímaløntar
løntakarar við starvssett.
Barsilsskipanin er ætlað
øllum, sum rinda og fáa
lønarinntøku.
Barsilsskipanin fevnir
sostatt bæði um tey, sum
fáa barsilsgjald beinleiðis
úr Barsilsskipanini og tey,
sum fáa løn í
barsilsskeiðnum. Hesi fáa
frá Barsilsskipanini allan
lønarmiss endurgoldnan, tó
ikki meira enn kr. 25.000
um mánaðin. Flest allar
kvinnur, sum fáa barsils
pening beinleiðis úr Barsils
skipanini, hava
mánaðarliga lønarinntøku,
sum er minni enn kr.
25.000, og fáa hesar
kvinnur í størstan mun
allan lønarmiss
endurgoldnan.
Sambært tølum frá
Barsilsskipanini er miðal
útrokningargrundarlagið
hjá pápum kr. 28.100 (í
2006). Hesir pápar fáa tó í
mesta lagi kr. 25.000 endur
goldnar. Tað er sostatt
skeivt, tá greinin vísir á, at
miðalútgjaldið til pápar í
2006 var kr. 28.100.
Tey, sum hava rætt til
farloyvi við løn frá
arbeiðsgevara, fáa fulla løn
í 6 mánaðir, hóast henda
løn er meira enn kr.
25.000. Arbeiðsgevarin
kann síðani fáa hesa løn
endurgoldna frá
Barsilsskipanini, tó ikki
meira enn kr. 25.000 um
mánaðin.
Sum víst verður á í
greinini, er talan um eina
arbeiðsmarknaðarskipan,
sum er fíggjað av
pørtunum á arbeiðs
marknaðinum.
Barsilsgjaldið, ið er 0,62%,
verður kravt av øllum A
inntøkum, sum tey gjalds
skyldugu (t.e. løntakarar
og arbeiðsgevarar), fáa ella
rinda. Talan er sostatt um
eina samhaldsfasta skipan,
har øll rinda ávísan part.
Ávís undantøk eru tó til
hesa meginreglu.
Av tí at talan er um eina
arbeiðsmarknaðarskipan,
er tað avgerandi, um
viðkomandi hevur eina
lønarinntøku. Hetta er
avgerandi fyri, um foreldur
fáa barsilspening úr
skipanini. Tað er ikki
avgerandi, at viðkomandi
hevur rindað til skipanina.
Barsilsveitingin er at meta
sum endurgjald fyri mista
lønarinntøku, og verður
barsilsveitingin útgoldin
eftir hesi meginreglu.
Sambært Sosialinum, so
kann blaðið avdúka, at
Barsilsskipanin hevur havt
avlop í 2006. Sosialurin
hevur frammanundan
undrast á, at avlopið í
Barsilsskipanini ikki er
komið løntakarunum til
góðar við t.d. hægri ella
longri útgjaldi. Sum skip
anin er uppbygd, so er
einki løgi í hesum. Øll
árini frammanundan 2006
hevur Barsilsskipanin havt
hall. Hetta hallið er rindað
av landskassanum, uttan at
funnist hevur verið at tí.
Løntakarin hevur jú fingið
sítt. Skal fatanin hjá
Sosialinum um tað
órættvísa í, at landskassin í
2006 hevur fingið
inngjaldsavlopið, so skuldi
útgjaldið øll árini
frammanundan verið
lækkað ella útgjaldstíðin
verið stytt, heldur enn at
landskassin átók sær tapið.
Skal skipanin hinvegin
skipast sum ALS, har part
arnir einvegis skipa
útgjaldið, nakað sum
undirritaði heldur vera
skilabestu loysnina, so
krevur tað lógarbroyting og
tillagingar annars.
Viðmerkingar til
einstøku dømini
Dømi 1: “Ein kvinna, sum
ikki hevur havt lønandi
arbeiði, verður við barn.
Hon hevur góða útbúgving,
finnur sær eitt arbeiði og
arbeiðir í tríggjar mánaðir
fyri 24.000 krónur um
mánaðin. Síðsta árið,
áðrenn hon fer í barsil,
hevur hon soleiðis
tilsamans 72.000 krónur í
inntøku. Hon fer í barsil og
fær 24.000 krónur um
mánaðin. Ein onnur kvinna
hevur eitt vaskiarbeiði.
Hon arbeiðir bara nakrar
fáar tímar um dagin og
vinnur 6.000 krónur um
mánaðin. Hon hevur tí
eina ársinntøku á 72.000
krónur. Hon fer í barsil og
fær 6.000 krónur um
mánaðin.”
Í hesum dømi eru ymsar
reglur galdandi fyri tær
báðar kvinnurnar:
Barsilspeningurin hjá
fyrstnevndu kvinnu – sum
hevur arbeitt í 3 mánaðir
við eini mánaðarløn uppá
kr. 24.000 – verður
roknaður eftir § 12, stk. 2 í
barsilslógini. Henda grein
ásetur, at um viðkomandi
umsøkjari beint fyri
fráveruna hevur verið á
arbeiðsmarknaðinum
styttri enn 12 mánaðir,
verður barsilspeningurin
roknaður eftir
miðalinntøkuni tað styttra
tíðarskeiðið, sum tó ikki
kann vera styttri enn 3
mánaðir. Henda áseting er
ætlað teimum, sum ikki
hava verið á arbeiðs
marknaðinum áður, t.d.
ung fólk, fólk, sum júst eru
liðug at lesa o.tíl. Seinna
kvinnan – ið hevur arbeitt
12 mánaðir – hevur eina
mánaðarliga lønarinntøku
uppá kr. 6000. Henda
kvinna fær, vísandi til §
13, stk. 1, sum ásetur at
barsilspeningurin er 100%
av útrokningar
grundarlagnum, allan
lønarmiss endurgoldnan.
Dømi 2: “Ein maður missir
konu sína, stutt eftir at hon
hevur átt. Hon doyr, men
lítla barnið livir. Tær fyrstu
14 vikurnar av
barsilsskeiðnum eru til
ognaðar mammuni, og tær
seinastu vikurnar kunnu
mamman og pápin býta
ímillum sín. Maðurin, sum
missir konu sína, fær eina
eyka revsing, tí hann hevur
ikki rætt til barsilspengar
fyrr enn eftir 14. viku.
Barnið missir mammuna
og fær ikki pápan heim
ístaðin.”
Tað er ein vansi við
skipanini, at eingin áseting
skipar viðurskiftini, um so
er, at mamman at
barninum doyr, áðrenn
barnið er 14 vikur gamalt.
Vinnumálaráðið fer í
næstum at taka málið upp.
Dømi 3: “Ein kvinna
arbeiðir fulla tíð, frá tí hon
er 18 ár til hon er 30. So
verður hon av serligum
orsøkum noydd at fara av
arbeiðsmarknaðinum í eitt
ár. Hetta sama tíðarskeiðið
verður hon upp á vegin. Av
tí, at hon ikki hevur
lønandi arbeiði, teir
seinastu tólv mánaðirnar
áðrenn barsil, fær hon
einki útgoldið úr
barsilsskipanini.”
Enn einaferð verður víst
á, at lønarinntøkan er
avgerandi, ikki inngjaldið
til skipanina.
Dømi 4: “Ein kona er
heimagangandi, tí maðurin
er sjómaður. Hann arbeiðir
nógv og er nógv burtur. Av
tí, at hann hevur høga
inntøku, betalir hann eisini
nógv inn í barsilsskipanina.
Tey bæði fáa fýra børn,
men hóast tey sum
húsarhald hava goldið
nógv inn í skipanina, fáa
tey einki aftur.”
Ein heimagangandi
kvinna, sum ikki hevur
nakra lønarinntøku, hevur
ongan lønarmiss í
sambandi við barnsburð.
Pápin, sum hinvegin er
knýttur at arbeiðs
marknaðinum, hevur
møguleika fyri at fáa
pening úr skipanini í
tveimum umførum. Í fyrsta
lagi kann pápin fáa far
loyvi í 2 vikur innan fyri
tær fyrstu 14 vikurnar eftir
at barnið er føtt. Í øðrum
lagi kann pápin fáa
farloyvi í 10 vikur eftir 14.
viku. Í báðum førum hevur
pápin rætt til barsilsveiting
frá Barsilsskipanini ella
rætt til løn frá
arbeiðsgevara í farloyvis
tíðini. Leggjast kann
afturat, at tað eru dømi um
pápar, eisini sjómenn, sum
velja at taka alt tað
barnsburðarfarloyvi, sum
teir hava møguleika fyri,
nevniliga 2 vikur +10
vikur. Hetta ger seg serliga
galdandi, um mamman er
heimagangandi.
Vónandi eru allar
misskiljingar við hesum
rættaðar.
Barsilsskipanin má broytast
– Viðmerkingar til grein í Sosialinum 6. juli 2007
landsstýrismaður í
vinnumálum
Bjarni
Djurholm
viðmerkingar