Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 132 - 12. juli 2007 tíðindi Fyri einum ári síðani bleiv barnagarðurin í Sørvági tikin í nýtslu, og tað er heilt víst, at børnini hava tað gott í barnagarðinum við risastóra garðinum. Barnagarðurin liggur eisini beint við ánna, so har er stutt hjá børnunum at fara VESTANSTEVNA Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tá vit komu inn í barna­ garðinum, var rættiliga friðarligt runt umkring. Flestu børnini vóru longu farin heim, men tey, sum enn vóru í barnagarðinum, hugnaðu sær óført. Nøkur teirra spældu í einum lítlum sandkassa í túninum, meðan fleiri vóru stødd inni í sjálvum barnagarðinum, har tey høvdu fingið ís frá arbeiðsfólkunum. Hetta dámdu børnunum avbera væl. Arbeiðsfólkið tók annars sera væl ímóti okkum, tá vit vóru ein túr framvið, og tey vóru bæði fryntlig og fyrikomandi at práta við. Tá vit høvdu vera har eina løtu, og hugt okkum umkring, fortaldi leiðarin, Gitta av Kák, okkum eitt sindur um barnagarðinum og tað, sum børnini gjørdu dagliga. Ganga ofta túrar ­ Tað fyrsta sum hendir, tá børnini koma um morgnarnar, er, at tey fáa sær ein bita at eta, og so plaga tey eisini at syngja inni í teimum ymsu stovunum, sigur Gitta av Kák. ­ Eftir hetta plaga vit ofta at vera túrar við børnunum fyrrapartin. Vit eru onkuntíð túrar í haganum við teimum, men vit plaga eisini at fara ein túr í okkurt av fjósunum tætt við, har tey m.a. hava hestar, hønur, seyðir og dunnur. Hetta dáma børnu­ num altíð ótrúliga væl, heldur Gitta. Umframt túrarnar, sum vera gjørdir við børnunum, hevur barnagarðurin sjálvur sera gott umhvørvið runt um sjálvt húsið. Har er ein stórur garður, sum børnini hava sera gott pláss at hugna sær í. Gitta sigur eisini, at seinna partarnir oftast vera nýttir í garðinum. ­ Ja, um vit ikki gera aðrar túrar seinna partin, so er vanligt, at børnini fara ein túr í garðin her at hugna sær. Tey dáma serliga væl at fara í lítla hylin, sum vit hava í garðinum, at spæla. Annars er ein stór á beint niðanfyri sjálvan garðin, og har hava børnini eisini allar møguleikar at stuttleika sær. Sleppa skjótt at sparka bólt Ein fótbóltsvøllur er eisini í garðinum, har børnini slep­ pa at hugna sær. Hesin vøllurin er tó ikki so øgiliga stórur, men tað verður ikki leingi, fyrrenn tey sleppa at Gott umhv børnunum Ein av mongu góðu og spennandi møguleikunum á vestanstevnuni verður nakað eftir døgurðatíð sunnudagin, tá Brynhild siglir ein túr til Mykines. Har fáa fólk m.a. møguleika at vitja hólmin VESTANSTEVNA Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sunnudagin vera nógv spennandi tiltøk á skránni á vestanstevnuni. M.a. vera nógv spennandi tiltøk kring vøllin í Sørvági, men tað verður eisini skipað fyri einum spennandi túri nakað eftir døgurða henda dagin. Tá fer manningin umborð á M/B Brynhild, sum dag­ liga røkir siglingina út til Mykines, at hava ein túr fyri áhugaði út í Mykines. Vit hava í hesum sambandi tikið eitt prát við Ellef Ellefsen, sum er ein av eigarunum av Brynhild. Vitja hólmin Ellef sigur, at túrurin, sum verður fyriskipaður á vestanstevnu, er ein góður og spennandi túrur, og áhugaði kunnu bíða í spenningi. ­ Tað er soleiðis, at vit ætla at fara av Sørvági kl. 14.00, og so gongur leiðin út til Mykines, har ein ferðaleiðari tekur ímóti gestunum. Tá túrurin úti í Mykinesi er liðugur, fara vit so aftur eftir gestunum, og sigla teir heim aftur til Sørvágs. Eg vænti, at hesin túrurin fer at taka á leið seks tímar tilsamans, so fólkini skulu vænta at vera aftur á Sørvági á leið kl. 20. Tað er tó ikki so, at gestirnir bara fara at ganga runt í oynni. Nei, ferða­ leiðari fer nevniliga at taka tey ein túr við út í hólmin, sum er vestasta staðið í Føroyum. ­ Ja, túrurin úti í Mykinesi gongur út í hólmin, har fólk rættiliga sleppa at hyggja seg um. Ætlandi skal hesin túrur vara á leið tríggjar ella fýra tímar, og gestirnir skulu ætlandi hava mat­ pakka við, tí hetta er ein góður túrur. Vit ráða teim­ um eisini til at taka heit klæði við á túrin, sigur Ellef Ellefsen. Bert byrjanin Túrurin, sum verður fyri­ skipaður út til Mykines, er tó bert byrjanin hjá manningini umborð á Brynhild, sigur Ellef. ­ Ja, hetta er bert byrjanin hjá okkum viðvíkjandi hesum túrinum. Vit ætla nevni­ liga at skipa fyri slíkum túrum tvær ferðir um vikuna næstu tríggjar ella fýra vikurnar. Hesir túrar fara at vera hvønn mikudag og hvønn leygardag komandi vikurnar, og tá ætla vit eisini at fara av Sørvági kl. 14. Ellef sigur eisini, at túrarnir, sum fara at vera fyriskipaðir komandi vikurnar, fara at vera júst líka sum túrurin á vestanstevnu. Um fólk hava áhuga at fara ein túr til Mykines við M/B Brynhild sunnudagin á vestan­ stevnu, so kunnu tey tekna seg til túrin við at ringja til Kunningar­ stovuna í Vágum. Við Brynhild til Mykines M/B Brynhild siglur ein túr út til Mykines sunnudagin á vestanstevnu, har gestirnir fáa møguleikan at fara við ferðaleiðari út í Mykineshólm Mynd: Teitur Joensen Regin, Randarsól og Bjarni hugnaðu sær óført uttan fyri nýggja og deiliga barnagarðin í Sørvági. Mynd: Teitur Joensen