hósdagur 12. juli 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2007
23
tíðindi
vørvi hjá
spæla
á
einum
heilt
nýggjum vølli.
- Ein av hesum smáu
sparkivøllunum er í gerð
beint við síðuna av barna-
garðinum, og henda sleppa
børnini skjótt at brúka. Vit
eru í ferð við at gera ein
lítlan tunnil frá barna-
garðinum yvir til fótbólts-
vøllin, so børnini sleppa frá
at ganga á vegnum, um tey
fara yvir til vøllin, sigur
leiðarin í barnagarðinum.
Sostatt sleppa tey, sum
fara í barnagarðin eftir
summarferiuna, at sparka á
einum stórum sparkivølli,
um tey vilja.
Summarfrítíðin
fyri framman
Sama dag, sum vit vóru og
vitjaðu í barnagarðinum,
fór
onkur
av
arbeiðs-
fólkunum í summarfrí. Og
tað verður heldur ikki
leingi, fyrr enn fleiri av
hinum
arbeiðsfólkunum
eisini fara í summarfrí.
Fríggjadagurin er nevniliga
seinasti
arbeiðsdagurin
undan summarfrítíðini, so
arbeiðsfólkini hava bert ein
dag eftir.
Hetta merkir tó ikki, at
fólk í Sørvági ikki kunnu
fáa barnaansing, tí pláss
verður fyri nøkrum børnum
gjøgnum summarið.
- Tað er rætt, at stovnurin
fer í sumamrfrí fríggjadagin,
men foreldur, ið hava brúk
fyri, at børnini verða ansaði,
kunnu fáa barnaansing her
um summarið. Vit hava
pláss fyri á leið 20 børnum
í summar, sigur Gitta av
Kák at enda.
Sluppin fríðkar um fótbóltsvøllin
Sluppin, sum stendur vestanfyri fótbóltsvøllin, er nú blivin
málað, og í nýggjum hami fríðkar hon nú rættiliga um økið
kring fótbóltsvøllin
VESTANSTEVNA
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nógv munnu helst kennast við sluppina, sum hevur staðið í økinum tætt við
fótbóltsvøllin niðri í bygdini. Henda sluppin hevur staðið har í fleiri ár, og
ikki kann sigast, at sluppin beinleiðis hevur pyntað um bygdina.
Tað er tó skjótt, at ávís ting kunnu broytast, og tað er júst hetta, sum sluppin
er eitt gott dømi um. Fólk í Sørvági hava nevniliga tikið avgerð um at mála
sluppina, og nú er als eingin ivi um, at sluppin fríðkar sera nógv um
bygdina – serliga økið kring fótbóltsvøllin.
Fyri uttan málingina, so er sluppin eisini blivin flutt nakað, soleiðis at hon
nú stendur við suðurvestur hornið av sjálvum fótbóltsvøllinum. Her er
eisini gjørt eitt lítið økið kring sluppina, og ætlanin er at fáa eitt ella fleiri
borð at standa í hesum horninum av vøllinum, soleiðis at fólk rættiliga
kunnu hugna sær her.
Nýggjur sparkivøllur í Sørvági
Børnini í Sørvági kunnu nú spakuliga byrja at sparka á
nýggja sparkivøllinum í Sørvági, sum er um at vera liðugur
VESTANSTEVNA
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Teir sokallaðu sparkivøllirnir eru blivnir sera væl umtóktir kring landið, og
tað verða bara fleiri og fleiri av hesum vøllum gjørdir. Í Vágum hava verið
tríggir slíkir sparkivøllir. Ein hevur verið í Sandavági, ein í Miðvági og ein í
Bø, og nú fer fjórði vøllurin í Vágunum skjótt at vera liðugur.
Sørvágs kommuna hevur nevniliga arbeitt við at gera ein slíkan vøll, og nú
verður ikki leingi, til arbeiði er liðugt. Vøllurin er komin so mikið væl
áleiðis, at børnini í Sørvági saktans kunnu spæla á vøllinum.
Vøllurin liggur ovarlaga í Sørvági beint vestanfyri nýggja barnagarðin, so
børnini í barnagarðinum fáa eisini nyttu av vøllinum, tá hann einaferð
verður liðugur. Sparkivøllurin liggur harafturat tætt við nýggju
útstykkingina í Sørvági.
Sluppin, sum hevur staðið við fótbóltsvøllin, er nú blivin málað og flutt eitt sindur, og nú
pyntar hon rættiliga um økið vestanfyri fótbóltsvøllin
Mynd: Teitur Joensen
Nú er ein nýggjur sparkivøllur eisini komin í Sørvági. Hann er ikki heilt klárur enn, men
tað verður ikki leingi
Mynd: Teitur Joensen
Inni í húsinum høvdu børnini júst
fingið ís frá arbeiðsfólkunum. Hetta
dámdi teimum avbera væl.
Mynd: Teitur Joensen