Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 132 - 12. juli 2007 Fleiri manningar eru, sum kunnu vissa sær FM-heitið, tá róð verður á Sørvági komandi leygardag. Grundað á róðrarnar á Fjarðastevnu verður startrøðin til ymsu róðrarnar hendan Barnaróður, dreingir 7 Fípan Fagra 8 Teistin 9 Tambar 10 Sílið 11 Drekin Barnaróður, gentur 7 Falkur 8 Kollur 9 Firvaldur 10 Frúgvin 11 Ørnin 5-mannafør, dreingir 5 Blikur 6 Junkarin 7 Tjaldrið 8 Havfrúgvin 9 Sílið 10 Jallurin 11 Drekin 12 Teistin 13 Fípan Fagra 6-mannafør, kvinnur 8 Lómur 9 Jarnbardur 10 Kollfirðingur 5-mannafør, gentur 6 Teistin 7 Blikur 8 Drekin 9 Hvassi 10 Tambar 11 Ørnin 5-mannafør, kvinnur 5 Jallurin 6 Teistin 7 Frúgvin 8 Fípan Fagra 9 Sílið 10 Ørnin 11 Ritan 12 Erla Kongsdóttir 13 Blikur 6-mannafør, menn 5 Kollfirðingur 6 Lómur 7 Jarnbardur 8 Tvørabáturin 9 Sundabáturin 10 Strálan 11 Rádni 12 Riddarin 8-mannafør 7 Ørvur 8 Árnfirðingur 9 Heiðabáturin 10 Argjabáturin 11 Knørrur 10-mannafør 8 Vestmenningur 9 Eysturoyingur Fleiri føroyameistarar kun­­n­­u fin­­n­­ast, tá sætti FM-róðurin­­ á árin­­um verður á vestan­­stevn­­u leyg­ar- dag­in­­. Hetta verður tó ikki n­­akar bein­­leiðis spen­­n­­an­­di róður hjá heimaáskoðarun­­um, tí ein­­g­in­­ bátur úr Sør- vág­i er við í kappin­­g­- in­­i í ár VESTANSTEVNA Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Leygardagin kann nógv koma uppá pláss í føroyska kapprógvingini, tí um alt gongur, sum tey flestu helst vænta, at tað fer at ganga, so vera ikki færri enn seks føroyameistarar funnir á vestanstevnuni. Hjá 10-mannaførunum er Eysturoyingur langt framm- an fyri Vestmenningin á øðr- um plássi, og megnar Eys- turoyingur at fullføra róður- in á vestanstevnu – sum hann heilt víst fer at gera – so vinnur hann meistaraheit- ið á vestanstevnu. Tað sama er galdandi fyri 8-mannafar- ið úr Runavík, Heiðabátin, sum í løtuni er 11 stig framman fyri Argjabátin á øðrum plássi. Endar Heiða- báturin á einum triðja plássi leygardagin, so kunnu teir eisini rópa seg fyri føroya- meistarar. Hjá bæði 6-mannaførum við monnum og 6-manna- førum við kvinnum kunnu føroyameistaraheitini avger- ast á vestanstevnu. Hjá monnunum er Sundabáturin átta stig framman fyri Tvøra- bátin, og sum Sundabáturin hevur róð síðstu róðrarnar, so hava teir góðan møgulei- ka at fáa enn ein sigur á vestanstevnu, sum kann tryggja teimum meis-tara- heitið. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi liggja at kalla enn betur fyri enn Sundabát- urin. Tær hava vunnið allar róðrarnar trygt í ár, og tí er ikki annað enn væntandi, at tær eisini vinna róðurin á vestanstevnu og harvið meistaraheitið. Frúgvin og Ørnin umboða Vágar Hjá 5-mannaførum við gentum er eisini líkt til, at genturnar umborð á Hvassa fara at tryggja sær FM.- Tær eru í løtuni níggju stig framman fyri Drekan á øðr- um plássi, og tí kunnu tær við einum sigri á vestanstev- nu tryggja sær FM-heitið. Í øllum hesum fimm kappingum, sum eru ummældar oman fyri, er eingin bátur úr Vágunum við í FM-stríðnum. Einastu bátarnir úr Vágum, sum taka lut í hesum kappingum, eru Ørnin hjá 5-mannaførum við gentum og Riddarin hjá 6-mannaførum við monn- um, og eingin teirra er úr Sørvági, sum hesa ferð umboðar vestanstevnuna. Einasta kappingin, har bátar úr Vágunum enn eru við í FM-stríðnum, er kapp- ingin hjá 5-mannaførum við kvinnum. Her er Sílið tó heili níggju stig fremst undan róðrinum á vestan- stevnu, og tí kann manningin hjá Havnar Róðrarfelag tryggja sær FM.heitið við einum sigri leygardagin. Ørnin og Frúgvin, sum eru úr ávikavist Sandavági og Miðvági, eru átta og níggju stig aftan fyri Sílið í FM- kappingini, og tí skulu síðs- tu tveir róðrarnir hjá teim- um báðum hilnast sera væl, um tær skulu fanga Sílið aft- ur í FM-stríðnum. So tað stutta av tí langa er, at bert fýra bátar úr Vág- um vera við á vestanstevnu, og bert tveir av teimum hava møguleika at gera seg galdandi í stríðnum um heiðursmerki í FM-høpi. Harafturat kann leggjast afturat, at eingin av bátunum úr Vágum er úr Sørvági, og hetta er sjálvandi keðiligt fyri heimaáskoðararnir á Sørvágsfirði. Eingin heimabátur á Sørvágsfirði FM-kappróður 5-mannafør, dreingir Stig íalt Fjarðastevna 1 Havfrúgvin 31 5 2 Sílið 27 7 3 Teistin 16 0 4 Tjaldrið 13 3 5 Jallurin 9 4 6 Junkarin 6 1 7 Jomfrúgvin 3 0 8 Blikur 3 0 9 Drekin 2 2 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 35 7 2 Kollfirðingur 23 4 3 Lómur 14 5 4 Smyril 8 0 5 Hvessingur 2 0 5-mannafør, gentur 1 Hvassi 33 7 2 Drekin 24 5 3 Tambar 23 4 4 Ørnin 14 2 5 Blikur 11 3 6 Teistin 5 1 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 30 7 2 Fípan Fagra 21 5 3 Ørnin 21 4 4 Frúgvin 20 3 5 Ritan 9 2 6 Teistin 8 1 7 Jallurin 1 0 6-mannafør, menn 1 Sundabáturin 33 7 2 Tvørabáturin 25 5 3 Strálan 22 4 4 Jarnbardur 14 3 5 Lómur 6 1 6 Sølmundur 5 0 7 Riddarin 3 0 8 Rádni 2 2 8-mannafør 1 Heiðabáturin 35 7 2 Argjabáturin 24 4 3 Ørvur 18 3 4 Árnfirðingur 16 5 5 Knørrur 12 2 10-mannafør 1 Eysturoyingur 35 7 2 Vestmenningur 25 5 3 Havnarbáturin 12 0 Startrøðin á vestanstevnu